Skip to content

Stórhvalagildið

Mars 2, 2012

Í Noregi eru tiltøk farin í gongd at minnast, at tað í ár eru 100 ár síðani, at kendi rithøvundurin Thorbjørn Egner varð borin í heim.

Tað er ikki so løgið, at nógv verður gjørt burturúr, tí saman við Alf Prøysen og Anne-Cath. Vestly var hann eksponentur fyri einum heilt nýggjum slagi av barnabókmentum, sum gjørdust fólkaogn í norska útvarpinum í fimmti- og sekstiárunum og harumframt sum tónleikur og søgur í bók.

Thorbjørn Egner kann sigast at hava verið eitt slag av túsundkunstnara, hann var rithøvundur, vísuyrkjari, tónasmiður, teknari og grafikari.  Hann hevði útbúgving frá Statens Kunst og Håndverksskole í Oslo.

Í Føroyum kenna vit best Thorbjørn Egner frá teimum trimum bókunum Karius og Baktus (1949), Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskógi (1953) og Fólk og dólgar í Kardamummubýi (1955).

Karius og Baktus varð týdd til føroyskt og givin út í 1961 (endurútgivin í  1987, 1991, 1994, 2002 og 2009), Klintrimús í 1979 (endurútgivin í 1994 og 2008) og Fólk og dólgar í Kardamummubýi í 1980 (endurútgivin í 2002). Thorbjørn Egner endursegði og teknaði eisini klassiskar søgur hjá øðrum høvundum, á føroyskum eiga vit søguna Tummas og fílurin eftir H. G. Wells, sum Hitt føroyska studentafelagið gav út í 1968 og Djóragóða eftir Hugh Lofting, sum Føroya Lærarafelag gav út í 1983.

Í Føroyum gjørdust vit sera hugtikin av søgunum hjá Thorbjørn Egner. Tey, ið eru farin um tey 50, munnu flest øll minnast útvarpsleikin um fólk og dólgar í Kardamummubýnum, har Eyðun Johannessen so meistarliga skipaði fyri og las. Og hvør minnist ikki Jóruna Simonsen og Rigmor Restorff spæla Karius og Baktus, og hetta væl at merkja í einari tíð, har tað ikki var vanligt hjá øllum at busta tenn og halda tær við líka við at lata tannlæknan hyggja at teimum við jøvnum millumbilum. Ættarliðið aftan á okkum 50+ minnast kanska betur Elina Mouritsen sum ta sorgleysu Klintrimúsina, sum viðhvørt noyddist at taka ábyrgd!

Í Kardamummubýi er tað Bastian politimeistari, sum leggur út við at gera greitt, at í Kardamummubýi er ein lóg galdandi: Tú skalt ikki plága onnur ella gera nakað ilt, annars kanst tú liva, sum tú sjálvur vilt.

Bastian politimeistari hevur nógv vald í Kardamummu, hann hevur ákærandi, dømandi og lóggevandi valdið í býnum. Tíbetur er Bastian eitt hjartagott menniskja, so hann gevur øllum ein kjans, ja sjálvt dólgar sleppa at prógva, at tað ber til at broyta seg og gerast eitt væl fungerandi menniskja í einum borgarligum samfelag, tú skalt bara kemba tær hárið og ganga í reinum klæðum.

Í sjeytiárunum vóru tað ikki allir námsfrøðingar, sum hildu nógv um Kardamummulógina, hon var søgd at vera bæði fordummandi og afturhaldssinnað, men ikki gongur altíð sum prestur prædikar, kardamummulógin og bøkurnar hjá Egner eru framvegis høgt í metum millum bæði børn og vaksin, eisini í Føroyum.

Í søguni um Klintrimús er hin so væl kendi føðingardagssangurin fyri Bamsapóli, og munnu ikki teir báðir Oskar Hermannsen og Poul Arni Joensen hava fingið íblástur av júst hesum sanginum, tá ið teir gjørdu vísuna um Stórhvalagildið; vit høvdu ikki bamsur aðra staðni enn í songini at sova við, men fiskar og hvalir kundu øll børn í Føroyum fyrihalda seg til. Tónin í sanginum hjá teimum báðum Oskari og Poul Arna er tó ein heilt annar enn í vísuni hjá Egner. Tá ið stóra elsdýrið í Valbakkaskógi brettir sær á og heldur talu fyri Bamsapóli, so gongur hetta hóvliga fyri seg, og øll gleðast og rópa hurrá. Tá ið tindaskøtan á Grynnini harafturímóti reisist og ætlar at siga nøkur orð fyri stórhvalinum, noyðast teir allir upp at blása, og ímeðan er eitt øgiligt rokilsi á Grynnini: kalvin slær stertin í talvborðið, sum fer í knús, og har verður ein hurlivasi, sum endar við, at kalvin verður flongdur, og skilið verður ikki betri, tá ið hvalirnir koma aftur, teir smoyggja upp um bøkslini og geva øllum ein dyggan brest. Hetta er laaangt undan, at tað gjørdist ólógligt at sláa børn, so vit hildu tað vera ordiliga stuttligt, bæði vit, sum fingu ein brest í reyvina viðhvørt og vit, sum ikki vóru von við at fáa brest í reyvina. Hvalirnir eru eisini so forrendir, at teir flenna upp á háð eftir einum buksuvátum reyðfiski, tað er væl at merkja eisini langt undan, at átøk fóru í gongd á skúlum ímóti happing. Men nýsan, kvennkyni so líkt, roynir enn einaferð at fáa skil á hurlivasan og beróliga gemyttirnar so at siga, og áðrenn øll á Grynnini fara hvør til sítt, minnir hvalurin á, at tað valda aðrar lógir á Grynnini enn bæði í Kardamummu og í Valbakkaskóginum: her má hvør ansa sær, tí hvør av øðrum liva má. Ein moralur, sum vegetarar og aðrir umhvørvisfelagsskapir als ikki eru samd í.

Soleiðis broytist alt, sum tíðir líða, men bøkurnar hjá Egner vilja vit sleppa at lesa og hoyra í minst túsund ár aftrat …

About these ads
No comments yet

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Change )

Connecting to %s

Follow

Get every new post delivered to your Inbox.

Join 575 other followers

%d bloggers like this: