Trúgv er opium

Hetta kommunistasitatið hoyrdi eg ein norðmann siga í einari sending í norska sjónvarpinum, har tilkomin fólk tosaðu um evnið: Hvar helviti er helviti?

Hetta vóru fólk, sum vóru uppfløskað við undirliggjandi hóttanum um staðið fult av svávuli, royki og eldi, har tú endaði, sum ikki var uttan synd.

Onkur hevði á gamalsaldri meldað seg úr statskirkjuni – móð av at hava Guds eygu í bakinum ella at noyðast at ganga undir nakrar lærusetningar, sagdir fyri fleiri túsund árum síðani í einum fjarskotnum landi.

Fólk uttan gudstrúgv hava eisini etiskar livireglur, sum eru líka góðar, sum vit halda okkum liva eftir, vildi ein kona vera við.

Ein av monnunum siteraði: “Bedre enn mange som sier de tror, trenger jeg noen som vet.” Og eg var so errin, tí eg kendi hetta aftur sum sangin Revolusjonens røst hjá norska arbeiðaraskaldinum Rudolfi Nilsen.

Hjá okkum vilja vit heldur hava trúgv enn fakta:

Miðflokkurin hevur havt landsfund,

Karsten Hansen bedýrar, hvussu glaður hann er fyri at vera komin í Miðflokkin (tað eri eg forrestin eisini). Tey ungu miðflokkafólkini vilja hava strammari fosturtøkulóg – kanska ætla tey, at sálarsjúkar kvinnur, gamlar kvinnur, neyðtiknar kvinnur heldur ikki skulu hava fosturtøku?

Forrestin, er Miðflokkurin ímóti deyðarevsing?

Bill heldur tjóðveldiskonur vera skaðiligar – tjóðveldiskonur vilja hava tingið at hava at Billi, men tað haldi eg ikki – tað er ótrúliga týdningarmikið, at flestu tingflokkalimir í MIðflokkinum enn eru so skítbýttir, at teir siga beint fram, hvat teir meina – Allir hinir tinglimirnir hava langt síðani lært at pakka alt inn í silvurpappír , so tú ikki hevur ánilsi av, hvat teir í veruleikanum meina.

Ein annar, sum leyp framav í berari fáfongd, var Sjúrður Skaale, sum alment bað tey samkyndu halda kjaft við at grenja, men eg hoyrdi so onga tjóðveldiskonu tíansheldur tjóðveldismann hava at Sjúrði!

Sekterisk trúgv er spillandi fyri okkara land – men vit fáa so ikki gjørt nakað við tað, so leingi vit standa til reiðar at offra tað, vit standa fyri, fyri ein lítlan løtuvinning – apropos samgonguna millum Tjóðveldi og Miðflokkin: Vit nærkaðust á ongan hátt fullveldi, vit fingu ongan nýggjan fiskivinnupolitikk (ella siðaskifti, sum proklamerað varð á ólavssøku). Vit fingu í staðin ein útgang, har floksformaður Tjóðveldisins stóð sum eitt neyt við kúbeini í hond. (kanska úr amboðskassanum, hann tosaði um á sinni).

Ja, eg eri djúpt vónsvikin og haldi als ikki, at nakað er at feira!

Men aftur til trúnna – nú tað nærkast á jólum:

De fattiges herre og mester!

Det var ikke godt for ham.

Han hengtes tilslutt på korset

midt mellem synd og skam.

Godt det er bare en skrøne

at Kristus er kommet påny.

Så blir det en fattig mindre

å nagle til kors i vår by.

Vi i de mørke gater

feirer idag en fest.

Til jul får vi tyve kroner,

til påske: Korsfest! Korsfest!

(úr Arbeidsløs jul eftir Rudolf Nilsen)

Til ber at skifta fattig út við einhvønn kúgaðan bólk, man hevur hug til.

Frankfurt am Main

Júst afturkomin av bókamessu.

So ótrúliga spennandi, og spennandi er eisini at vitja býin.

Vit búgva tætt við jarnbreytarstøðina á gistingarhúsi í Kaiserstrasse. Gott stað, men beint uttanfyri ganga hesar neyðars genturnar og royna at gera seg til fyri at tjena eitt sindur av peningi.

Tað er so syndarligt, at man hevur hug at gráta – og so eru tað biddararnir – kanska ikki so nógvir , har eg gekk, men tó so: tað ringasta var eisini, at hetta vóru fyri tað mesta gamlar konur: ommur og mammur, sum noyðast at fornedra seg fyri at fáa mat í munnin.

Vit vóru ein dagin niðri við ánna Main, har sølutorg var fleiri kilometrar fram við ánni. Og sum føroyingur og væl fyri, hevur tú hug at smírast at hesum skramblinum, sum er til sølu. Men so hinvegin, her vóru fólk í hópatali, sum fingu okkurt brúkiligt heim við, fólk, mangan úr fremmandum, eksotiskum londum, sum ikki hava ráð at hugsa um at fara í møblahandlar at keypa sær innbúgv ella klædnahandlar at keypa klæðir upp á kroppin. So – shame on me – at snerkja við eftir úrvalinum.

Inni á jødiska savninum niðri við áarbakkan – eitt sterkt upplivilsi av søguni hjá hesum so hataða fólki. Her í Frankfurt var tað, at Anna Frank búði, áðrenn familjan noyddist at flýggja til Hollands.

Tað sum undraði meg í fyrstani var, hvussu niðurtónað hetta savnið var: Tú skuldi næstan trúð, at eitt fólk, sum er so illa viðfarið, má hava søvn, sum lýsa hesa sorgarsøgu við stórum orðum og óhugnaligum, syrgiligum myndum. Men tvørturímóti – og so við og við skilir tú, at tað hava tey ikki fyri neyðini – tey hava jú øll verið fyri hesum og hava heldur fyri neyðini at lýsa tað gleðiliga við at vera menniskja – at kunna líta frameftir…

Apropos bókamessu: á Römertorginum liggur minnispláta niðri í betonginum, á henni stendur: Har tey hava brent bøkur, fara tey at enda at brenna menniskju. Hetta er sitat, tikið úr leikinum Almansor (1821) hjá Heinrich Heine.

Lone Kühlmann

hevur skrivað eina klóka bók. Hon hevur ivaleyst skrivað fleiri, men beint nú havi eg lisið eina, sum eitur: Vi bliver ikke yngre-fat det!

Tað er sjálvandi hetta, at skula relatera til tað ikki at vera 24 longur, sum ger, at eg haldi, at Lone (soleiðis kalli eg hana, tí eftirnavnið krevur so óluksáliga nógv krumspring á tastaturinum) er ein klók kona. Hon bekreftar meg alla tíðina í tí, at eg eri fullkomiliga normal, og at eg fyrr ella seinni skal doyggja.

Í grundini er hetta eitt vísindaligt fakta: tú verður fødd og tú doyrt. Ella sum Lone sigur, hetta er tað, vit øll somul eru 100% felags um.

Og hetta er so, sjálvt um eg saman við Hoola Bandoola Band í 70´unum sang: Dom förtvivlade säger att döden är lika för alla, men det är väl sannare att säga, att man kan dö på samma sätt, som man har levt.

So restin in between er upp til teg sjálva.

Tá eg segði míni yngstu dóttur, at eg hevði lisið hesa so ótrúliga klóku bókina, segði hon vi meg: åh, tú hevur lisið eina lívsstílsbók?

Nei! svaraði eg ógvuliga avgjørd, tí eg havi altíð bara havt háð og spott til yvirs fyri slíkum lesnaði. Hon segði hetta ógvuliga skaðafró, tí eg ongantíð las bókina, hon gav mær í jólagávu, tá hon var sjey ár. Ein sum kallaðist okkurt líknandi sum: Gør ikke en mus til en elefant… Ivaleyst ein pikkalítil sipan til míni evni í so máta.

Nå, men eg má bara krúpa til krossin (!) og siga, at mær dámdi at lesa hesa bókina, og dóttir mín sigur við enn størri frøi, at tað er tí, at eg eri vorðin eldri.

Og eg havi eisini átikið mær eina missión, tí eg havi longu forerað eini aðrari bókina, eg skal sgu ikki doyggja einsamøll í syndini.

10 ynski

1. At sleppa at koyra Afrika runt

2. At taka eitt sabbattár og ferðast í USA

3. At fáa føroyingar at trúgva upp á seg sjálvar

4. At religiøs fanatisma ikki blandar seg uppí, hvat vit gera

5. At vit fáa fría fosturtøku viðtikna í FO

6. At lata upp eina bókakafé

7. At eg átti eitt sindur meira av peningi, enn eg í veruleikanum havi brúk fyri

8. At eg var kløn sum ein sild

9. At eg dugdi russiskt, franskt og spanskt

10. At Rolling Stones hevði eina konsert í FO og at eg skipaði fyri henni, sjálvandi