Vit siga vanliga, at navnið spillir ongan, men í Vágoynni er eitt navn, sum spillir øgiliga nógv.
Sørvágsvatn verður kallað Leitisvatn í Miðvági, eitt navn, sum ongin rættiliga veit, hvaðani tað stavar frá, og nær hetta er íkomið.
Í søguligum keldum langt aftur í tíð hevur vatnið altíð itið Sørvágsvatn, men í nýggjari tíð er hetta navn meira og meira trokað burtur av nýggja navninum.
Ongin torir longur bara at kalla tað Sørvágsvatn, í staðin verður mangan ein skákstrika sett ímillum bæði nøvnini, næstan sum tá í javnstøða fyrr í tíðini skuldu gerast millum kyn og skrivað var altíð m/k fyri ikki at traðka nakran á tærnar.
Fyri sørvingar er hetta sárt, ongin ivi um tað. Teir royna at vísa á, at Sørvágsvatn er upprunanavnið, við at vísa á óteljandi dømi um, at navnið er skrivað soleiðis líka aftur frá 1700 talinum til okkara dagar, men teir verða sópaðir av borðinum og kallaðir bæði eitt og annað, tí at hetta als ikki er rætt, tvørturímóti vil enntá onkur vera við, at eisini sørvingar altíð hava kallað vatnið fyri Leitisvatn.
Ongin ivi man vera um, at støð bæði á sjógvi og landi mangan hava ymisk nøvn, alt eftir hvussu staðið verður fatað úr ymsum herðashornum, og heldur er nakar ivi um, at júst staðarnøvn kunnu fáa sinnini í kók. Tað eru so sera sterkar kenslur íblandaðar. Løgið, halda vit kanska, men nøvn bera í sær ein identitet og so ikki um at tala ognarrættin!
Sjálv havi eg, hond upp á tað, ongantíð hoyrt um Leitisvatn, fyrr enn eg var vaksin. Vit fóra oman á Vatn ella Sørvágsvatn at fiska síl, og sandavágsingar skóru torv niðri við Sørvágsvatn.
Í løtuni er stríð um eitt skelti, sum er sett upp stutt uttan fyri bygdina í Miðvági við teirra versión av navninum á. Tað tykist mær sera løgið, at kommunan í Miðvági tímir at provokera við slíkum, tí hetta kann ikki skiljast á nakran annan hátt. Og higartil munnu tey í Miðvági hava verið nógvar ferðir úti og reist skeltið uppaftur, sum trúliga verður skrætt niður av fólki, ið ikki hevur somu áskoðan sum miðvingar í hesari søk.
Tosa um Palestina!
Men umframt kann tað eisini loysa seg ógviliga væl økonomiskt at keglast um nøvn: hevur tú familju í Sørvági og Miðvági, so kann onkur í familjuni lokka børn í Miðvági at siga Sørvágsvatn og vice versa og bjóða gull og grønar skógir afturfyri.
Eg kenni okkurt barn, sum hevur fingið ein slant fyri at hava svikið sítt fedrana upphav!