Uppreistrarmaður

DSCF0230Ja, nú gjørdist yvirskriftin sjálvandi kallmanslig. Á donskum hevði tað verið oprører. Soleiðis stóð á gravstaði inni á Assistens kirkjugarðinum.

Eg var ein túr har í dag saman við bróðuri. Vit stóðu bæðiog grundaðu yvir hetta løgna heiti: Oprører… og so navnið Finn Ejnar Madsen. Okkurt segði mær, at hetta var ein serligur persónur. Men hann kundi ikki hava nakað við donsku mótstøðurørsluna at gera, tí hann var føddur í 43 og deyður í 04.

Heimkomin fór eg at googla og sjálvandi: Finn Ejnar Madsen var hann, sum fór upp á talarastólin á universitetinum í Keypmannahavn og tók orðið av rektaranum Mogens Fog.

Ein av kendastu studentauppreistarfólkum í DK. Og nú liggur hann so har, deyður.

Gott at vit kunnu googla okkum fram til sannleikan!

Jú, Finn Ejnar var av sonnum ein uppreistrarmaður!

Í Keypmannahavn

assistensJúst afturkomin av bókamessu í Bologna. Sprenfult av spennnandi fólki og bókum. Spøkilsi eru trend í løtuni, kanska er við at fyllast av fantasybókum um paralellverðir. Sjálv haldi eg tað vera óspennandi, sjálvt um nógv duga rættiliga væl handverkið.

Men spøkilsi – ja. Kanska havi eg spøkilsi beint uttan fyri her, eg búgvi í løtuni. Assistens kirkjugarður er næsti granni. Her liggja mætir menn sum Søren Kierkegaard og H. C. Andersen og Niels Bohr.

Stuttligt – fyri mongum árum síðani búði eg her nærindis – uppi við krossin Jagtvej/Tagensvej, kendi hvønn handil allan vegin niðan eftir.

Veðrið er av tí allarbesta í morgun – sól, sól, sól. Betri enn í Føroyum, har tað kavar í løtuni.  Men ikki so gott sum í Bologna, har tú kundi sita á Plaza Maggiore og hita teg í sólini við eini kaldari øl ella góðum reyðvíni.

AH!