Uppreistrarmaður

DSCF0230Ja, nú gjørdist yvirskriftin sjálvandi kallmanslig. Á donskum hevði tað verið oprører. Soleiðis stóð á gravstaði inni á Assistens kirkjugarðinum.

Eg var ein túr har í dag saman við bróðuri. Vit stóðu bæðiog grundaðu yvir hetta løgna heiti: Oprører… og so navnið Finn Ejnar Madsen. Okkurt segði mær, at hetta var ein serligur persónur. Men hann kundi ikki hava nakað við donsku mótstøðurørsluna at gera, tí hann var føddur í 43 og deyður í 04.

Heimkomin fór eg at googla og sjálvandi: Finn Ejnar Madsen var hann, sum fór upp á talarastólin á universitetinum í Keypmannahavn og tók orðið av rektaranum Mogens Fog.

Ein av kendastu studentauppreistarfólkum í DK. Og nú liggur hann so har, deyður.

Gott at vit kunnu googla okkum fram til sannleikan!

Jú, Finn Ejnar var av sonnum ein uppreistrarmaður!

2 thoughts on “Uppreistrarmaður

  1. Hanus, góði
    Hetta hevur samband við studentauppreisturin, sum byrjaði í 60´unum. Spennandi og gevandi tíð, sum tú mást seta teg eitt sindur meira inn í.
    Tað handlaði stutt sagt um at seta spurnartekin við autoritetar og ikki at taka alt fyri góða vøru.
    Tað seinna mangla vit í denn grad

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s