Var mær hyggjandi at TV2 í morgun. Barack Obama helt røðu í Prag.
Fekk eina góða kenslu, at tað kanska fer at bera til at vóna, at okkurt fer at broytast til tað betra, politiskt meini eg. Sjaldsama positivur forseti, ítøkiligur. Hugtakið Yes, we can gevur meira og meira meining, jú meira tú fylgir við hesum vituga manni.
Sjálvandi er nógv spæl fyri gallarínum, tað vil so vera, nógvir viðmerkjarar tosaðu aftaná um, at hann var taktiskur, at hann tosaði beinleiðis til Russlands osfr. men eg haldi tað vera ótrúliga kærkomið at hoyra ein mann í so týðandi starvi vera so positivan, vísa so góðan vilja til at vilja loysa t.d. kjarnorkuhóttanina, at rætta hondina út og siga, at vit vilja ganga á odda.
Ein ótrúliga góður talari, fyri fyrstu ferð í nógv ár, haldi eg, at amerikanarar kunnu vera ernir at sínum forseta.
Eg gjørdist í so góðum lag, at eg næstan merkti, hvussu lýtt tað var í Prag, fór at murra Vár við lýggjum vindi, leingi vart tú burtur tú…
Neyðars trygdarvørðir, teir høvdu úr at gera, og eyguni flákraðu í allar ættir, tá Barack og Michelle gingu framvið mannamúgvuni og heilsaðu, prátaðu og smíltust, ja, sum reinar filmstjørnur , suk…
Øll tykjast at vera í várhýri í dag, børnini niðri á vøllinum, ja sjálvt Anders og Lars Løkke, sum báðir høvdu gleðistár í eygunum og summarfuglar í búkinum.
Og so leggi eg eina mynd av summardáum við, summardáar eru altíð, segði pápi einaferð, teir eru bara ikki altíð so lættir at bera eyga við.