Vár

summardai1

Var mær hyggjandi at TV2 í morgun. Barack Obama helt røðu í Prag.

Fekk eina góða kenslu, at tað kanska fer at bera til at vóna, at okkurt fer at broytast til tað betra, politiskt meini eg. Sjaldsama positivur forseti, ítøkiligur. Hugtakið Yes, we can gevur meira og meira meining, jú meira tú fylgir við hesum vituga manni.

Sjálvandi er nógv spæl fyri gallarínum, tað vil so vera, nógvir viðmerkjarar tosaðu aftaná um, at hann var taktiskur, at hann tosaði beinleiðis til Russlands osfr. men eg haldi tað vera ótrúliga kærkomið at hoyra ein mann í so týðandi starvi vera so positivan, vísa so góðan vilja til at vilja loysa t.d. kjarnorkuhóttanina, at rætta hondina út og siga, at vit vilja ganga á odda.

Ein ótrúliga góður talari, fyri fyrstu ferð í nógv ár, haldi eg, at amerikanarar kunnu vera ernir at sínum forseta.

Eg gjørdist í so góðum lag, at eg næstan merkti, hvussu lýtt tað var í Prag, fór at murra Vár við lýggjum vindi, leingi vart tú burtur tú…

Neyðars trygdarvørðir, teir høvdu úr at gera, og eyguni flákraðu í allar ættir, tá Barack og Michelle gingu framvið mannamúgvuni og heilsaðu, prátaðu og smíltust, ja, sum reinar filmstjørnur , suk…

Øll tykjast at vera í várhýri í dag, børnini niðri á vøllinum, ja sjálvt Anders og Lars Løkke, sum báðir høvdu gleðistár í eygunum og summarfuglar í búkinum.

Og so leggi eg eina mynd av summardáum við, summardáar eru altíð, segði pápi einaferð, teir eru bara ikki altíð so lættir at bera eyga við.

3 thoughts on “Vár

  1. Um tað ljóðar sum tikið úr einum amerikanskum “Benjamin Button” filmi, so skrivar Turið tað niður…

    Turið! Lívið er sum ein eskja av sjokulátum, tú veit ongantíð hvat tú fær (uttan so, at tú hevur etið av teimum fyrr… eg visti altíð hvørjar av ommusu sjokulátum vóru romm og hvørjar vóru ikki…)

  2. Hanus, F off. Mamma!! Kom ígongd aftur við at skriva…hvat er hetta fyri nakað…tú plagar ik at vera so still!!

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s