Eitt serligt pláss í helviti fyri kvinnur, sum ikki hjálpa hvør aðrari

2764752951_b2f40d6301

Eg havi við stuttum millumbili havt høvi at lurta eftir tveimum klókum konum. Onnur er donsk og eitur Hanne Vibeke Holst, og hin er svensk og eitur Liza Marklund.

Báðar hava orð á sær, at tær eru nakrar forferdiligar grussur. Hetta fáa kvinnur mangan at vita, tá tær hevda sín sjálvsagda rætt sum kvinnur.

Báðar tosaðu um ta løtuna, tá tær gjørdi upp við seg sjálvar, at nú var nóg mikið, nú skuldi leggjast á annan bógv (øh – myndamálið er sjálvandi frá sjólívinum). Hanne Vibeke Holst tosaði um, tá hon fekk ‘kællingesplinten i øjet’ og Liza Markland greiddi frá, tá hon kom til tað punktið í lívinum, at nú var nóg mikið!

Tær vóru báðar so áhugaverdar at lurta eftir, tær næstan brúsaðu av lívi. Og so hetta – at tær yvirhøvur ikki føldu nakra sum helst trongd til at orsaka, at tær vóru til. Ongin undirbrotligheit her, ongin krúpan, men harafturímóti hildu tær høvdinum høgt og hugdu beint í eyguni á tær.

Hanne Vibeke Holst hevur skrivað fleiri fagurbøkur um kvinnur og vald og hevur fingið misjavnan kritikk. Eg havi lisið tvær bøkur hjá henni: Min mosters migræne og Da jeg blev vred. Serliga seinna var sera áhugaverd.

Liza Marklund er kendur krimihøvundur og hevur mangan fingið pá pukkilin fyri tað. At hon ikki dugir at skriva, at hon ríðir á einari bylgju sum krimihøvundur, tí tað er politiskt korrekt, at kvinnur skriva krimi, men at tær yvirhøvur ikki duga handverkið. Orð, sum heldur ikki er ókend hjá okkum, tá ummælarar (menn væl at merkja) húðfletta føroyskar kvinnuligar rithøvundar.

Tað stuttliga við Lizu Marklund er, at she doesn´t give a shit – hon er so deiliga líkaglað við, hvat hesir ymsu siga um hana, og heldur bara fram at skriva og skriva…

Og eg meini so við: vit kunnu jú lesa ella lata vera… eller hur?

Men at tað finst eitt serligt stað í helviti fyri kvinnum, sum ikki hjálpa hvør aðrari, haldi eg vera so óreint at siga – tí kvinnur hjálpa hvør aðrari – í teimum allar flestu førunum.

Eg meini so við – um eg ikki velji t.d. Rósu Samuelsen ella Anniku Olsen, so er tað ikki tí, at tær eru kvinnur, men av heilt øðrum orsøkum. Eg hevði heldur ikki funnið uppá at valt Marjus Dam ella Jørgen Niclasen!

Men hetta við at kvinna er kvinnu verst, er tíverri vorðið næstan eitt slogan í Føroyum, tú fært tað slongt í heysin, hvørja ferð tú vágar tær at siga nakað um ójavna millum kyn. Ein funnin fressur hjá teimum, sum elska at siga: at formelt er onki sum forðar fyri líkarætti millum kvinnur og menn í Føroyum. BWADR!

So sjálvt um eg hati heitið á blogginnlegginum hjá mær, so má eg taka hattin av fyri hesum báðum frískligu madammunum, máttu vit átt fleiri av hesum slagnum!

U-lond

homeRainbow[1]

Moskva
20 friðarlig fólk verða handtikin á gøtuni, tí tey loyva sær at gera eina miniparadu til frama fyri samkyntum. Tað sæst, hvussu hatrið (ella óttin) lýsir úr eygunum á politistum/hermonnum. Hvat eru tey bangin fyri?

Riga
Gay-pride gonga í býnum í morgun. Eftir langar samráðingar, har myndugleikar og kristnir felagsskapir hava roynt alt tey kundu at forða fyri hesum. Á gøtuni eru stór mót – mótmælisgonga móti teimum samkyntu og stuðlum teirra. Róp sum Gay er lig við aids eru at hoyra og mangt annað, sjálvandi. Tað er bara hugflogið, ið kann seta markið.

Tórshavn
Punktið um at skerpa lógina viðv. háðan av m.a. samkyntum verður felt í tinginum. Karstin og teir siga, at samkynt eru ikki rættiligir føroyingar. Í Politiken verða vit skýrd at vera tilafturskomið land. Onkuntíð fyrr hevur løgtingsmaðurin Sjúrður Skaale biðið føroysk samkynt um at halda kjaft og ikki grenja, helst tí hann man halda, at onki er at grenja um. Vit skulu so slett ikki vænta at samkynt fáa sín sjálvsagda rætt at sleppa at skráseta parlag sítt. Ikki við hesum politikarunum.

Munur er á sjálvandi, neyvan fara Alfred Olsen og tey at leypa á samkynt, men burtusæð frá tí, so er vanvirðingin fyri samkyntum tann sama her sum har.
Jeg græmmes!
Nær fer tann dagur at koma, tá vit gevast at síggja ígjøgnum hesar sokallaðu kristnu brillurnar ella angistbrillurnar og síggja fólk, sum tey eru og onki meir?

Darlah

Johan Harstad er ein norskur rithøvundur, sum onkrir føroyingar kenna. Í øllum førum tey, sum hava hoyrt um bókina Buzz Aldrin hva blev det av dig i all mylderet. Onkur hevur lisið hana, og hon kann sterkt viðmælast by the way, og onnur hava bara hoyrt um, at hon skal gerast til film, og at stórur partur av upptøkunum verður í Føroyum, og slíkt frøir sum kunnugt okkara nationala hjarta.

Ein onnur bók hjá Harstad er ein ungdómsskaldsøga Darlah, sum hann hevur fingið Bragepriset fyri. Harstad sigst at hava sagt, at um hann kláraði at ræða lívið úr minst tveimum 14 ára gomlum, so var mission accomplished. Og tað hevur hann sanniliga megnað og eisini at ræða tilkomin frá vitinum.

Eg havi  lisið Darlah og má viðganga at eg mangan hevði hug at leggja meg at sova við ljósinum tendraðum. Hon er milt sagt ræðuliga óhugnalig. Og so er hon væl skrivað!

Tað skal sterkur løgur til skurvut høvur, søgdu tey fyrr, tað skal tað enn. Tað skal nógv til at ræða okkum frá vitinum, tí vit eru so stoppfóðrað við ótespuligheitum.

Men nóg mikið við mær, lurta heldur eftir hvat Johan Harstad sjálvur sigur um Darlah.

Tomatfjall

tomatoes_lead_narrowweb__300x3070Siti í Bringsnagøtu aftanfyri eitt tomatfjall. Havi ein dóttur, sum knappliga fær fiks hugskot. Hon ætlar sær at kóka høsnarungar í umleið 70 tomatum, tvs. tær viga 4,6 kg. Smakkar ógemeina væl, vil hon vera við. Vi får se…

Hon fortaldi mær annars eina stuttliga: tá hon skuldi keypa høsnarungarnar, spurdi hon eina krambagentu, um tey høvdu høsnarungar, og krambagentan neyðardýrið stóð bara sum eitt stórt spurnartekin og skilti einki. Dóttirin gjørdist sjálvandi eisini fullkomiliga í ørviti og skilti einki, men eg haldi, at grundin til ørskapin var helst tann, at krambagentan bara kennir kyllingar!

Ein onnur tomatsøga: tá ið eg var lítil. hildu fólk, at matur skuldi smakka antin søtur, saltur, ræstur, beiskur ella okkurt annað, í øllum førum so skuldi hann smakka av onkrum. Tá ið vit fyrstu ferð komu at kenna tomatir (hetta var í teimum døgum, tá ið brúkaramentanin byrjaði at taka dik á seg), tá hildu vit, at tær smakkaðu snøgt sagt av ongum! Hvat er tá at gera? Jú, vit oysa bara sukur á! Ein rein delikatessa!

Og nú sita vit so øll her millum kyllingar alias høsnarungar og tomatfjøll og munga.