Gamalt er, at tað ikki verður hildið at vera góður siður at siga, hvussu gomul tú ert. Væl skiljandi, tá hugsað verður um, at tað kann vera praktiskt fyri frið skyld.
Meeeen, nú ein dagin hevði systir mín, sum er slightly eldri enn eg (!) roynt eina av teimum túsundtals qvissunum á fjesbókini. Henda var um aldur: hvussu ung sært tú út. Eg var ikki sein, tá eg sá úrslitið hjá henni, at royna eisini, og tað skuldi eg ongantíð havt gjørt!
Systir varð mett at vera 37 ára gomul og fekk hesi lovorð við á vegnum:
“You have settled down from the party scene and enjoy quiet evenings with close friends and family. With so many responsibilities, you don’t have as much time to party as you did before but you still know how to have a good time when the occasion arises.”
Meðan eg varð mett at vera 65 og varð næstan søgd at vera ‘mæt af dage’:
“You pretty much have experience all there is to life. Life, death, love, lost—you name it and you’ve felt it. You carry an old and wise soul and have a lot of advise to offer to those who listen. Though you’re a seasoned veteran at this thing called life, don’t be too hasty to throw in the towel just yet! Who knows what may just be around the corner?”
Hvaðani hesin munur uppá 28 ár (God damm it!) er uppstaðin, ja tað vita bara systir og eg.
Tó – ein lítil glotti av vón verður givin, áðrenn farið verður undir grønu torvu: Who knows what may be just around the corner.
Og so skal eg heilsa og siga, AT EG ERI YVIRHØVUR IKKI 65!