Ræðsla

Gud veit – eg havi fingið rottu í kjallaran. Jeeeeesssss! Eg doyggi.

Hereftir verða ongi klæði vaskað aftur fyrr enn einaferð langt út á árið. Tað verður ringt fyri pengapungin – men so má vera!

Ein dagin eg komi oman í kjallaran, fer okkurt sum ein pílur aftur um oljufýrin, og eg stirðnaði á gólvinum, har eg stóð, skuldi annars taka mær okkurt upp úr boksini at eta, men fór, tá eg var upptiðnað væl at merkja, upp á aftur og sat har gorhungrað og skalv út á seinnapartin.

Og altíð, tá tú hevur stór tíðindi at fortelja, sum t.d. at rotta er í kjallaranum, so vil ongin trúgva tær!!!

Øll royna at yvirbevísa teg um, at tú hevur bæði sæð og hoyrt yvir teg. Ja, tey ljóða so sannførandi, at tú næstan er ávegis yvir í telefonina at biðja oyrna- og eygnalæknan kanna teg, og um teir báðar koma fram til, at onki er, ja so gongur leiðin til sálarfrøðilæknan – Gud veit tað!

Men so skuldi ikki vera – tí nú ein dagin kom bróðir og kreyp til krossin og segði, at hann helt, at tey øll høvdu jumped to conclusions, tí tað var vist og sannheit, at rotta var í kjallaranum.

Uttan at eg visti av, hevði hann lagt kjøt á gólvið, sum var horvið, helst niður í eitt frárensl, sum stóð opið, og tað vóru týðilig merki av tveimum gnagandi framtonnum í einum stearinljósi (eg ristist sum eitt bókasavn bara av at sita og skriva hetta) og enntá ein hurð í kjallaranum hevði gnaddimerki niðast á øðrum horni.

Hetta við hurðini fær meg at ímynda mær eina risarottu – ein morgunin meðan eg sat og fekk mær morgundrekka, hoyrdi eg eisini ræðuligt skav og óljóð niðri í kjallaranum, tá hevur hetta beistið mestur stríðst við at fáa kjøtbitan niður gjøgnum frárenslið til restina av familjuni, sum ikki hevði tíð at koma við pater rotter tann morgunin.

Kanska eg skuldi umhugsa klæðir frá Neyðhjálp fólkakirkjunnar ístaðin?

4 thoughts on “Ræðsla

  1. Tú skal bara taka títt 12-gage shotgun, og fyra eina rundu av niður í holi! … tá er ikki nógv rotta eftir!…🙂

  2. fúlarheitir, thank god at tú hevur fingið brúsu í stovuetaguni annars hevði tú veriliga verið in the crapper!! hahaha

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s