Prince

PrinceNei, tað er ikki sangarin, men hundahvølpurin hjá Simonu!

Hann er so fittur, so fittur. Tað heldur so í øllum førum mamma hansara, Simona.

Simona slapp at eiga ein hund, so tá ein tík í grannalagnum hevði lagt, so fór Simona yvir at hyggja at hvølpunum og velja sær ein.

Og so var bara at bíða til dagurin upprann, at hann kundi verða ættleiddur av Simonu.

Og dagurin kom endiliga – og Simona var so glað. Hon ringdi til alla familjuna at fortelja, at nú var Prince komin. Og tá eg sigi alla, meini eg alla. Seinni um dagin mátti eg inn á netið at fylla meira talitíð á telefonina hjá Simonu, men hvat ger mann ikki fyri nýbakaða mammu.

Og her er so mynd av Prince, sum Simona hevur sent øllum, eisini mær, ommuni í Sørvági, sum enn ikki hevur sæð vidundrið alive.

Men tað verður vónandi skjótt!

4 thoughts on “Prince

  1. Åh, hann er ordiliga fittur!:) Ynsk henni til lukku frá mær! Eg vil eisini hava ein…

  2. Ja, eg bleiv omma skjótari enn eg væntaði🙂
    og ommusonurin er forferdiliga fittur, og eg havi sæð og hildið og klemmað og klappað honum.

  3. Um hasin ommusonurin fær hvølpar við onkrari tík, koma teir so at eita “Prince Light”? … Hø hø hø hø😀

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s