KVINNA

blod_k5_09

Vit hava fingið eitt nútímans gliturblað í Føroyum, sum sær út til at kunna fara at klára seg.

Blaðið er ein blandingur millum Eurowoman, Vogue, Alt for Damerne og Søndag. Tað hevur, sum tær ivaleyst sjálvur vildu sagt: “eitt lekkirt design”

Hesar hart arbeiðandi, væl skikkaðu damurnar hava megnað at gjørt eitt blað, sum ivaleyst nógvar kvinnur hava hug at lesa, íroknað eg sjálv.

Tað byggir í mínum føri á forvitni eftir, at lesa um fólk, sum eg veit eitt lítið sindur um frammanundan, men sum eg gjarna vil hoyra eitt sindur meira um. Eg hyggi at matuppskriftum og lovi mær sjálvari, at hatta fari eg eisini at royna, men við sama úrsliti sum altíð – at eg haldi meg til tað gomlu uppskriftina uppá rabarbugreyt, sum mamma plagdi at gera. Cool verður man ikki við hetta lag!

Tað er eisini stuttligt at droyma seg burtur í, hvussu væl summi duga at innrætta seg, og so bara gloyma at teirra hugflog og/ella konto er nógv størri og feitari enn eins egna – um ikki annað, so er tað sunt at vera eitt sindur øvundsjúk viðhvørt.

Og tú skalt ikki kimsa at gullkornunum ella havragrýnunum, sum onkur einaferð tók til. Mín gamli arbeiðsgevari í fólkaskúlanum segði einaferð, at hann prísaði seg lukkuligan fyri Feminu og øðrum damubløðum, tí hvussu høvdu mammurnar annars skula lært at uppalt síni børn eftir nútímans sálarfrøðiligum teorium? Og tað er nakað um tað…

cigaretMen viðhvørt verður man kolandi ørg inn á galdandi puritanismuna í samfelagnum, og sum eisini Kvinna umboðar.

Dømi er í seinasta blaði, har ið mammurnar (sjálvandi, tí páparnir skíta opinbart á, hvat børnini gera um kvøldarnar, ella…?) fáa góð ráð um, hvussu tær skulu kunna sova væl um næturnar í hesum festivaltíðum og ikki ímynda sær alt frá svínakrími, kynssjúku, útpumping og graviditeti.

Eini góð ráð eru at vera: TANN GÓÐA FYRIMYNDIN. Tað er ongantíð gott hjá barninum at síggja foreldrini rúsað.

Ka dussh!

Eg átti einaferð ein so ræðuliga fittan og klókan verfaðir, sum segði: einum drongi, sum ikki hevur klárað at stolið brennivín frá sínum foreldrum, er ongin dugur í. Hann var av tí gamla skúlanum og helt tí helst, at gentur ikki drekka, men tað hoyrir eisini við til søguna, at hann ongantíð í lívinum sjálvur hevði drukkið!beruset

Tað, sum eg ikki kann torga í hesari greinini hjá Kvinnu, er hetta: at um tú letur vera við at gera okkurt, so lata børnini eisini vera við tí – tað er næstan sum populær mekanik. Í øllum førum er sálin so ótrúliga nógv meira fjølbroytt enn sum so.

Tíverri: Ekkafullu mammur, tað ber altso ikki til at loysa trupulleikan á so einfaldan hátt. Tit kunnu antin bara halda fram at vera ekkafullar ella leggja tykkum at sova, tí børnini skuldu helst nú, tey hava aldur at fara á festival, havt fingið so frægt av barlast, at tey duga so nøkulunda at skyna á. Vænti ikki, at um tú hevur hingið í úthurðini og leitað eftir lásinum nakrar ferðir, at tey hava fingið óbøtiligan skaða. Neyvan – heldur halda tey, at tað hevur verið alletiders.

Og puritanisma hjálpir so ikki ein skid!

Ka dussh!

Betur deyður enn samkyndur

ArnfinnNordboNY09_BOK2_1240476184390Eru júst liðug at lesa bók eftir ungan drong, sum er sera væl kendur í konservativa kristna umhvørvinum í Noregi.

Bókin Betre død enn homofil? Å vera kristen og homofil er skrivað fyri at gera tað lættari hjá øðrum at traðka fram sum samkynd. At tey, sum halda, at tað at vera samkyndur er synd, eiga at hugsa seg um…

Soleiðis sigur Arnfinn Nordbø, sum er uppvaksin í umhvørvi, har tað at vera aktivur í kristna umhvørvinum er sera týdningarmikið.

Hann greiðir frá, hvussu umverðin reageraði uppá, at hann kom út úr skápinum, foreldrini systkin og hini í samkomuni.

Samanumtikið reageraðu øll úr samkomu og nærumhvørvi negativt – fólk bóðu fyri honum, fyri at hann skuldi koma burtur úr sínum villfárilsi og fyri at fáa hann aftur á rætta leið, hann varð hóttur við helvitis eldi, at hann skuldi brenna í allar ævir, hann fekk kenda setningin at vita fleiri ferðir: Gud elskar teg, men hann elskar ikki syndina. Hann fekk at vita, at um hann hevði kenslur fyri sama kyni, átti hann at kúga tær niður og í øllum førum liva í sølibati. o.s.fr.

Tá hugsað verður um, at hetta umhvørvið, Arnfinn Nordbø lýsir, líkist so sera nógv tí føroyska, vil eg mæla til, at øll lesa hesa bókina. Hon er skrivað beint frá hjartanum og lýsir so ótrúliga væl, hvussu strævið tað er at vera kristin samkyndur og samstundis alla tíðina fáa at vita, at tú ikki sleppur til himmals, tí Gud vil ikki vita av tær.

Arnfinn Nordbø skrivar bæði um sítt egna lív, um samkomulív og roynir at argumentera fyri, at Bíblian als ikki fordømir samkyndleika.

Á bispafundi í 1995 úttalar ein minniluti seg um m.a. samkynd:

Tað fullkomna etiska resonnementi má at enda roynast móti “ Kjarnu og stjørnu í skriftini” (Luther), tí krossfesta og upprisna Jesusi Kristi. Tað vil altíð vera vandi fyri, at man við eini logiskari samanseting av bíbilstøðum skapar etiskar skipanir, sum í verleikanum gerast náðileysar. Vit hava dømi um hetta frá kirkjusøguni. Kirkjan hevur við bíbilstøðum argumenterað ímóti avtøku av trældómi, móti avtøku av deyðarevsing, ímóti rættvísum sosialum krøvum og ímóti líkavirði hjá kvinnum. Luther hevur lært okkum, at Bíblian inniheldur Guds orð og ikki uttan víðari er identisk við Guds orð. Bæði tey einstøku bíbilstøðini og teologiskar/etiskar skipanir eru treytaðar av, um tey samsvara við luthersku meginregluna: “Was Christum treibt”  Tað ber í sær, at tá ið kirkjan skal menna sítt forstáilsi fyri og vegleiða um samkynd og samkynda samveru, má tað vera í samsvar við tað, kirkjan lærir um Kristus.

Bókin endar við viðtal við Halvor Moxnes, sum er professari í nýtestamentligari teologi á teologiska fakultetinum á universitetinum í Oslo.

Arnfinn Nordbø er sera upptikin av at mótprógva hesi ymsu bíbilsitanini, sum javnan verða brúkt sum beinleiðis prógv um, at samkyndleiki er synd.

Halvor Moxnes hevur eina sera áhugaverda viðmerking um hetta:

Tú ert merktur av tínari bakgrund, og hvussu tey har lesa Bíbliuna. Tá verða tað nógvir einkultspurningar og bókstaviligar tulkingar av Bíbliuni. Eg havi alla tíðina verið upptikin av, at høvuðsmálið í kristindómi og Bíbliuni í mun til øll menniskju er, at øll eru skapt í Guds bílæti, til ábyrgd og til kærleika. Tað er á tann hátt, samkynd eisini mugu tosa um seg sjálvi. Samkynd eru ikki ein serhending ella ein sertrupulleiki, men samkynd eru dømi um, hvussu kirkjan og kristin mugu tosa um øll menniskju. Tú ert ov upplærdur til at lesa stakbíbilørindi úr sínum samanhangi. Tú strevast við tína siðvenju. Tí roynir tú at møta hesum spurningum við bíbilørindum og møta teirra argumentum á sama hátt, tað er alla æru vert; men veruliga og fulla frælsi kemur av, at tú finnur eitt annað støði fyri at síggja, hvussu tað er at vera eitt kristið menniskja.

At enda vil eg gjarna siga, at tað sentrala í kristindómi er Jesus, sum taldi øll við, sum vildu í Guds ríki. Tað mugu vit halda fast við. Eg sá einaferð eina parolu frá einari kravgongu fyri rættindi hjá samkyndum: Har stóð á einari plakat: “Hann er eisini mín Gud!” Eg fari næstan at gráta, tá eg hugsi um tað. “Eisini”. Hugsa tær til, at onkur tekur Gud frá tær, hugsa um øll kristin samkynd runt um í heiminum, sum mugu stríðast fyri sínari trúgv, tí at onnur kristin frádøma teimum hana. Tað mugu vit aldri gera, tí onki menniskja hevur rætt at taka Gud frá øðrum!

Hetta er tankavekjandi bók, sum viðmælt er øllum at lesa!

Smæðin kona á motorsúkklu

ap9_motorcykel5

Kann tykjast sum andsøgn – men hesari stuttligu hending var eg úti fyri sunnudagin.

Var vakt á Krígssavninum til kl. 17.00 og fari út og læsi hurðina.

Uttan fyri stóð kvinna í fullari mundering við síðuna av einari motorsúkklu. Eini ordiligari kvørn!

Kvinnan sá út til at standa í egnum tonkum, hugdi niður næstan alla tíðina. Og eg sigi við dóttrina og versonin, at mestur hevur hon ringt til kunningarstovuleiðaran og skal hava onkustaðni at gista í kvøld.

Ikki fyrr enn nakað væl seinni, nú ringir telefonin, og ein av Krígssavnsnevndarlimunum spyr meg, um eg taki Krígssavnið so álvarsliga, at eg eisini eri farin at ræna fólk?

Tá fái eg at vita, at eg havi stongt mannin hjá hesari góðu konu í motorsúkkluklæðum inni á Krígssavninum. Neyðars maður – hann hevur staðið frá sær sjálvum innan fyri glashurðina og rópt um hjálp. Men tíbetur kom onkur framvið, sum sá, hvat gekk fyri seg, og legði tvey og tvey saman.

Um eg skilji konuna – har standi eg og læsi mannin hjá henni inni, og hon sigur ikki eitt orð!

Mundi hon vilja av við hann?

Kanska ikki – men betur var, um tey høvdu verið inni á Krígssavninum og vitjað, so hevði eg vita av, at tey vóru tvey, og at eg var í ferð við at læsa annan teirra inni!

Mangt kann man koma út fyri!