Betur deyður enn samkyndur

ArnfinnNordboNY09_BOK2_1240476184390Eru júst liðug at lesa bók eftir ungan drong, sum er sera væl kendur í konservativa kristna umhvørvinum í Noregi.

Bókin Betre død enn homofil? Å vera kristen og homofil er skrivað fyri at gera tað lættari hjá øðrum at traðka fram sum samkynd. At tey, sum halda, at tað at vera samkyndur er synd, eiga at hugsa seg um…

Soleiðis sigur Arnfinn Nordbø, sum er uppvaksin í umhvørvi, har tað at vera aktivur í kristna umhvørvinum er sera týdningarmikið.

Hann greiðir frá, hvussu umverðin reageraði uppá, at hann kom út úr skápinum, foreldrini systkin og hini í samkomuni.

Samanumtikið reageraðu øll úr samkomu og nærumhvørvi negativt – fólk bóðu fyri honum, fyri at hann skuldi koma burtur úr sínum villfárilsi og fyri at fáa hann aftur á rætta leið, hann varð hóttur við helvitis eldi, at hann skuldi brenna í allar ævir, hann fekk kenda setningin at vita fleiri ferðir: Gud elskar teg, men hann elskar ikki syndina. Hann fekk at vita, at um hann hevði kenslur fyri sama kyni, átti hann at kúga tær niður og í øllum førum liva í sølibati. o.s.fr.

Tá hugsað verður um, at hetta umhvørvið, Arnfinn Nordbø lýsir, líkist so sera nógv tí føroyska, vil eg mæla til, at øll lesa hesa bókina. Hon er skrivað beint frá hjartanum og lýsir so ótrúliga væl, hvussu strævið tað er at vera kristin samkyndur og samstundis alla tíðina fáa at vita, at tú ikki sleppur til himmals, tí Gud vil ikki vita av tær.

Arnfinn Nordbø skrivar bæði um sítt egna lív, um samkomulív og roynir at argumentera fyri, at Bíblian als ikki fordømir samkyndleika.

Á bispafundi í 1995 úttalar ein minniluti seg um m.a. samkynd:

Tað fullkomna etiska resonnementi má at enda roynast móti “ Kjarnu og stjørnu í skriftini” (Luther), tí krossfesta og upprisna Jesusi Kristi. Tað vil altíð vera vandi fyri, at man við eini logiskari samanseting av bíbilstøðum skapar etiskar skipanir, sum í verleikanum gerast náðileysar. Vit hava dømi um hetta frá kirkjusøguni. Kirkjan hevur við bíbilstøðum argumenterað ímóti avtøku av trældómi, móti avtøku av deyðarevsing, ímóti rættvísum sosialum krøvum og ímóti líkavirði hjá kvinnum. Luther hevur lært okkum, at Bíblian inniheldur Guds orð og ikki uttan víðari er identisk við Guds orð. Bæði tey einstøku bíbilstøðini og teologiskar/etiskar skipanir eru treytaðar av, um tey samsvara við luthersku meginregluna: “Was Christum treibt”  Tað ber í sær, at tá ið kirkjan skal menna sítt forstáilsi fyri og vegleiða um samkynd og samkynda samveru, má tað vera í samsvar við tað, kirkjan lærir um Kristus.

Bókin endar við viðtal við Halvor Moxnes, sum er professari í nýtestamentligari teologi á teologiska fakultetinum á universitetinum í Oslo.

Arnfinn Nordbø er sera upptikin av at mótprógva hesi ymsu bíbilsitanini, sum javnan verða brúkt sum beinleiðis prógv um, at samkyndleiki er synd.

Halvor Moxnes hevur eina sera áhugaverda viðmerking um hetta:

Tú ert merktur av tínari bakgrund, og hvussu tey har lesa Bíbliuna. Tá verða tað nógvir einkultspurningar og bókstaviligar tulkingar av Bíbliuni. Eg havi alla tíðina verið upptikin av, at høvuðsmálið í kristindómi og Bíbliuni í mun til øll menniskju er, at øll eru skapt í Guds bílæti, til ábyrgd og til kærleika. Tað er á tann hátt, samkynd eisini mugu tosa um seg sjálvi. Samkynd eru ikki ein serhending ella ein sertrupulleiki, men samkynd eru dømi um, hvussu kirkjan og kristin mugu tosa um øll menniskju. Tú ert ov upplærdur til at lesa stakbíbilørindi úr sínum samanhangi. Tú strevast við tína siðvenju. Tí roynir tú at møta hesum spurningum við bíbilørindum og møta teirra argumentum á sama hátt, tað er alla æru vert; men veruliga og fulla frælsi kemur av, at tú finnur eitt annað støði fyri at síggja, hvussu tað er at vera eitt kristið menniskja.

At enda vil eg gjarna siga, at tað sentrala í kristindómi er Jesus, sum taldi øll við, sum vildu í Guds ríki. Tað mugu vit halda fast við. Eg sá einaferð eina parolu frá einari kravgongu fyri rættindi hjá samkyndum: Har stóð á einari plakat: “Hann er eisini mín Gud!” Eg fari næstan at gráta, tá eg hugsi um tað. “Eisini”. Hugsa tær til, at onkur tekur Gud frá tær, hugsa um øll kristin samkynd runt um í heiminum, sum mugu stríðast fyri sínari trúgv, tí at onnur kristin frádøma teimum hana. Tað mugu vit aldri gera, tí onki menniskja hevur rætt at taka Gud frá øðrum!

Hetta er tankavekjandi bók, sum viðmælt er øllum at lesa!

2 thoughts on “Betur deyður enn samkyndur

  1. Áhugavert at lesa. Hasa bokina má eg flux fara at skaffa mær.
    Ja, tað er bara so ótrúliga óhugnaligt við øllum sløgum av fundamentalistum. Fyrr í kvøld kom eg mitt inn í eina sending á DR2, hon var um evolutión og Darwinismu vs. kristindómi. Sjálvt um evnið ikki er heilt tað sama, sum tú skrivar um, so er problematikkurin tann sami.
    Eg blívi so rasandi, tá eg hoyri hesi ymsu fólkini standa so sjálvrættvís og døma onnur. Hvør hevur givið teimum rættin til tað? Hvørji eru tey, at tey halda seg vera betri enn onnur, ella at teirra trúgv, meining o.a. er rættari enn aðrar?

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s