Ali Baba

Var á tupperware party eitt kvøldið. Hetta er ikki nakað, eg vanliga geri, mær dámar betur party við øli og góðum práti, men satt at siga, hugnaði eg mær, og eg keypti sgu eisini okkurt. Eg meini so við, vit skulu øll eta, og hví ikki gera tað við stíli?TupperwareParty

Hetta við tupperwareparty var nokk so stuttligt – gamal feministur er, so ikki sørt av fordómum vóru.

Enska Ann Oakly skrivaði nógvar bøkur fyrr um leiklutin sum húsmóðir. Í einari lýsir hon húsmóðurleiklutin við fýra eginleikum:

  1. its exclusive allocation to women
  2. its association with economic dependence
  3. its status as non-work
  4. its primacy to women

Tori at siga, at nógv vatn er runnið í grýtuna síðan hasa skilmerking, men ikki slepst uttanum – at kvinnur enn hava mest sum alla ábyrgd av heimi og børnum. Tað, sum er hent, er, at umframt hava tær eisini fingið arbeiði uttan fyri heimið, so at tær nú hava dupult so nógv at gera, sum tær høvdu frammanundan. Og Elis í útvarpinum hevur langt síðani funnið útav, at hann kann økja um sín popularitet við at siga við allar konurnar, sum ringja inn til hansara, at tær sanniliga  ikki bara eru húsmøðrar, sjálvandi gera tær eitt arbeiði, og tað gera vit jú, men tað hevur framvegis lágan status og er ólønt og kann tí ikki skilmerkjast, sum arbeiði vanliga verður skilmerkt. Trælir arbeiddu/arbeiða jú eisini.

Nå – nóg mikið við hesum: tupperware hevur eina langa og áhugaverda søgu – sjálvandi var tað ein maður, sum fann uppá tað, men tað var ein kona, Brownie Wise, sum fekk marknaðin fyri tuppervørum at eksplodera. Hetta var í 50´unum, og konufólkið varð júst sent heim aftur til kjøtgrýturnar, eftir at menninir, sum enn vóru á lívi eftir 2. heimsbardaga, komu heimaftur. So tíðin var júst tann rætta, tí hvat skuldu hesar konurnar finna uppá, tær vóru jú vanar at arbeiða og høvdu onkursvegna fingið eitt annað innihald enn bert gleðina við at gera reint og ansa børnum.

Og tað gongur fínt enn, og onkursvegna fekk eg sett hetta við at selja plastíløt inn í eina aðra dýpd, tá eg dagin eftir sá sending um sølumenn, sum brúkti nett somu søluhættir, men har vøran var ætlað á marknaði, sum var so himmalvítt øðrvísi enn hesin hjá konum.

Samskifti hevur týdning og tað persónliga sambandið við viðskiftafólkið, søgdu hesir sølumenninir, og tað siga konurnar, sum selja tupperware eisini. Men so heldur líkleikurin eisini uppat. Ok- mottoið: Caos is opportunity kundi kanska eisini verið motto hjá báðum pørtum, men kaos hjá tupperwarekonunum er tað, sum valdar í køksskápunum, og hitt kaosið er tað, sum valdar í kríggi, og tað er sanniliga hvør sítt!

So meðan tupperwarekonurnar halda fram við sínum friðaligu søluátøkum, so ferðast hesir menn til ófriðarstøð við sínum pansarabilum fyri at demonstrera, hvussu væl teir klára at verða skotnir eftir við AK47 riflum og kalisjnikovum, tí sum teir siga, onki er so gott sum The Perfect War, tí tað er proportionelt við vaksandi sølutøl. Hesar bomburnar við vegjaðararnar eru gull verdar fyri hesar sølumenn – nei, siga eg, tá velji eg til einoghvørja tíð heldur eitt tupperwareparty, tað doyrt tú so ikki av.

Og Ali Baba – tað merkir bandittur – so nú vóni eg at hava punkterað allar dreymir.

Matur og matgerð

mat

Meg minnist eina mynd –

eg var lítil tá,

tó fagrari mynd eg aldri sá

tað var lítil bygd,

fram við vatn hon lá,

og húsini vóru so fitt og smá

So fitt so fitt er úti á bygd – alt er so friðarligt og smá (ligt)t.

Neit tvætl, tað var ikki tað, eg ætlaði at blogga um, men matvøruhandlar.

Skuldi gera nakað so óskyldugt til døgurða sum stokta høsnarungabringa við hvítleyksosti og tomatum, men ætlanin varð reviderað nokk so dyggiliga eftir vegnum – millum Sørvág og Miðvág, meini eg.

Legði út við at fara í brúksina í Miðvági – Brúksan hevði einaferð eina missión – eg fyrigyklaði mær okkurt um sosialdemokrati – javnrætt – matvørumedvit osfr., men hetta varð so dyggiliga afturvíst, tí har var líka plastiskt sum í øllum øðrum matvøruhandlum, antin teir eita samkeyp ella pe ella bónus ella hvat tað skal vera.

Tað ringasta er, at matvøruhandlar her í oynni enn ikki hava skilt, at fólk krevja also okkurt annað enn gularøtur og appilsinir – treyðugt so – okkurt forvitnisligt er at fáa, sum t.d. appilsinchili – og tað tók eg av hillini, tí tað má roynast saman við pannukøkum! Og har er NÓGV at fáa, trupulleikin er bara, at eg havi ikki brúk fyri tíggju sløgum av klædnaskolimidli, tí vatnið í Føroyum er ikki hart, og eg havi heldur ikki brúk fyri fjøruti sløgum av gummibommum os.fr. Eg vil heldur hava fjølbroyttan kost, massar av grønum og frískum kryddurtum, nógv sløg av kjøtmati og ikki frystan, for gods sake!

Nå – eg fekk so onga hørnarungabringu – sá út sum øll oyggin hevði verið til handils í gjár og keypt alt kjøtið, tí har var gapandi tómt niðri í kølidiskinum.

Vildi eisini hava tomatir við stelki – spyr meg ikki hví – tað stóð í uppskriftini á Weight-watchers kókibókini, men har vóru bara vanligar tomatir og cherrytomatir.

So víðari til ein enn størri handil, 5 sekund frá brúksini – snakka um logistikk, ella kanska eru miðvingar bara ekseptionelt svangir altíð?

Har var yvirhøvur ikki opið, tí miðvingar fara ikki so tíðliga av songini – opinbart. Hetta er forrestin eisini eitt, sum kann øsa meg upp í varg. Í Havnini leygarmorgun t.d. ongin handil opin fyrr enn klokkan 10 – why oh why? Nå – tað krevst sjálvandi bara betur planlegging, keyp tað fríggjadagin, sum tú ætlar at eta leygarmorgun.

So aftur til Sørvágs – og har fekk eg høsnarungabringu, frysta, væl at merkja, so døgurðin verður ikki fyrr enn í kvøld – men tað merkir ikki, at tú, sum lesur hetta, heldur, at tú bara kanst koma at fáa tær!

Rættvísiliga skal vera sagt, at eg í brúksini fekk sápu til uppvaskimaskinuna, tað var ikki at fáa í Sørvági – har eru bara tablettir, also til uppvaksimaskinur, meini eg.

So – um vit skulu taka samanum, so krevur tað sanniliga sína kvinnu at gera fjølbroyttan mat her í oynni, ella eisini krevst at tú lærir teg logistikk.