It´s better for business

60px-Coat_of_arms_of_the_Faroe_Islands.svg

Í Føroyum hevur verið dúgliga kjakast eina tíð, av tí at vit hava ein ráðharra í javnstøðumálum, sum als onga virðing hevur fyri sínum egna málsøki, men heldur andstygd, um nakað. Sjálvur hevur hann gingið á odda og letur vera við at velja kvinnur í nevndir, har hann sjálvur hevur ein fingur við í spælinum, sum t.d. Atlantsflog. Men hann er sanniliga ikki einsamallur. Um tú tímir at hyggja at nevndunum, sum Landstýrið velur, so er lætt at síggja, at tað als ikki kemur nøkrum til hugs, at blanda bommini øðrvísi. Í flestu nevndum eru flest menn og ikki sjáldan bara menn. So, um tað almenna skal stinga út í kortið, so eru vit illa fyri, sum vilja hava rættvísari viðurskifti.

Tað seinasta, ið fekk sinnini í kók, var ætlanin um at taka Demokratia av, sum skal eitast at hava verið sett til at økja um leiklutin hjá kvinnum í kommunustýrum og løgtingi. Brúk var ikki fyri Demokratia; málið var rokkið. Tað, sum er eyðkent fyri hetta málsøki: javnstøða, er, at tað verður sett so lítið av peningi til málsøkið ella givin lítil og ongin avgerðarrættur, at málini drukna í almindiligheitum, frustatriónum, kverulantarí og tvætli.

Tað ber væl til at vísa ‘áhuga’ fyri málsøkjum, vera politsk korrektur, so at siga, hygg bara at útoyggjunum, sum onki lív er lagað. Øll eru so rørandi samd um, helst í valtíðum, at vit mugu varðveita útoyggjarnar og gera tað liviligt har, men ongin er til reiðar at geva veruligt íkast til at fáa tað liviligt á slíkum støðum. Tað sama er við javnstøðumálum. Øll tosa um, at kvinnur duga at multitaska, tær duga best í skúlunum, hava hægstu útbúgvingarnar o.s.fr. men álíkavæl eru tær gott og grundiga trýstar upp á pláss og hava framvegis als onki veruligt at skula hava sagt, ‘har sum pengarnir fólkið flyta’.

Og vit halda fram við at finna okkum í tí. Seinasta var, at Eyðgunn Samuelsen, um eg minnist rætt, kom við einum uppskoti at brúka kvotur, og gudhjálpi okkum um okkara tápuligi, men snúni, vinnumálaráðharri ikki svaraði, at tað hevði verið ódemokratiskt, tí at talið av kvinnum í Føroyum er so nógv minni enn talið av monnum. Og hann sleppur væl frá tí – og hví? Jú, kanska tí at vit kvinnur enn ikki hava lært, at fyri at fáa okkara sjálvsagda rætt, mugu vit gevast at grenja og í staðin vera sakligar, sláa nevan meira í borðið, kanska. Kanska manglar okkum ein mann, sum vil ganga á odda og siga, sum í Noregi, at it´s better for business? Í øllum førum, haldi eg, at okkara góðu løgtingskonur áttu at gjørt nógv meira ella brúkt nevarnar meira, ella fylgi eg bara so illa við? Í øllum førum áttu vit at vita, at fá eru tey, sum gleðiliga vilja geva frá sær vald!

It´s better for business, var tað ein norðmaður, sum segði, enntá ein høgrapolitikari, sum hevði verið við til at seta kvotur í verk í Noregi, sum hevði gjørt, at talið av kvinnum í nevndum varð vaksið til umleið 40 prosent eftir fáum árum. Um ikki hetta varð gjørt, høvdu vit skula bíðað í 100 ár eftir javnstøðu í nevndum, segði ein norsk kona. Men tað gera vit gladliga í Føroyum og grenja víðari.

Minnist forrestin nakar kveik.fo?

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s