Make love not war

Make_Love_Not_WarSøgdu tey í trýssunum, helst tá talan var um at steðga Vietnam krígnum.

John Lennon flættaði eisini setningin og serliga meiningina inn í lagið Mind games frá 1973.

Í dag er Peace one day tiltak um allan heim. Útvarpið ringdi sjálvandi beinanvegin til ein ungan føroyskan hermann í Afghanistan og spurdi hann, um hann fór at niðurleggja vápnini í dag. Soleiðis kláraði okkara høgt elskaði fjølmiðil at punktera tiltakið frá morgni av.

Tað er so vist og sannheit, at vit hava brúk fyri friði á hesum knøttinum, og helst eisini eina áminning sum hesa. Men ringt er at gera við.

Laila Khaled, sum eg sá í sjónvarpinum í kvøld, angrar onki. Hon heldur als ikki, at tað var terrorisma at kapra flogfør. Nei, tað er partur av frælsisstríði. Ein máti at fáa fólk at vakna. Ongin hoyrdi, tá ið vit vóru pínd í ísraelskum fongslum, vildi hon vera við. Og helst man hon hava rætt.

ST hevur gjørt av at skýra partar av álopunum herfyri á palestinskt øki sum krígsbrotsverk. Tvætl, sigur Ísrael, ST er partískt.

Í Danmark hava tey higartil mist 25 ungar hermenn í krígnum í Afghanistan. Eg havi enn ikki skilt, hvat danski herurin ger har, tíansheldur allir aðrir herar, líka lítið sum at teir vóru í Irak.

Svarið blæsir í vindinum, segði Bob Dylan fyri mongum árum síðani, og nú er hann innstillaður til nobelheiðursløn, tó í bókmentum, ikki í friði.

One thought on “Make love not war

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s