Og tað hendi í teimum døgum…

yvirleggjari

Rættiligt kjak hevur tikið seg upp um, at Føroya fólk skal skrivast í manntal. Ikki tí at nakar er ímóti, at vit verða tald, men tí at serliga kvinnur eru í øðini um, at hetta avoldaða orðið manntal verður brúkt um eina fólkateljing nú á døgum.

Tað er púra greitt, at teir, ið valt hava at kalla tað so, ikki hava fylgt serliga væl við í tímanum!

Føroyskar kvinnur hava í fleiri ár víst á, at tað er óheppið at leggja so stóran dent á at gera øll heiti og fyribrigdi til kallkyn, har tað er gjørligt at sleppa undan tí. T.d. hevur mangan verið talað um, at politisk heiti lukta langt vekk av, at hetta er ein afturlatin heimur fyri kvinnur, við sínum landstýrismonnum, løgtingsmonnum, ráðharrum og formonnum, men tað er aloftast sum at sletta vatn á gás. Tó við onkrum undantøkum tíbetur.

Hetta at velja manntal fyri eina fólkateljing er tápuligt av nógvum orsøkum:

  1. Maður merkir maður og hevur altíð gjørt tað. Onkuntíð hevur orðið maður vunnið hevd sum felagsheiti fyri bæði kyn, serliga tí at vit altíð hava livað í eini patriarkalskari skipan, men í høvdunum á okkum síggja vit altíð ein mann fyri okkum, tá orðið maður kemur fyri. Tí vekir heitið manntal negativar assosiatiónir í kvinnum, kanska eisini vónbrot av, at tað als ikki verður lurtað eftir, hvat vit siga.
  2. Manntal vekir eisini religiøsar assosiatiónir í fólki. Einasta, vit higartil hava verið von at hoyra orðið manntal, er í Bíbliuni, serliga í Gamla Testamenti.

Hyggja vit inn á heimasíðuna biblian.fo sæst at orðið kemur fyri seks ferðir, tær fimm ferðirnar í GT, eina ferð í 2. Mósebók, tríggjar ferðir í 4. Mósebók, eina ferð í Sámuelsbók og einaferð í Lukas evangelium.

T.d. “Tak manntal av allari samkomu Ísraelsmanna eftir ættum og fedrahúsum teirra, og skriva upp nøvnini á øllum, ið eru av mannkyni, mann fyri mann! (4. Mós. 1,2)

og:

“Takið manntal av allari samkomu Ísraelsmanna, frá tjúguáraaldri og uppeftir, eftir fedrahúsum teirra, av øllum vápnaførum monnum í Ísrael!” (4. Mós. 26,2)

Í NT er tað Jósef, sum ger eftir boðunum um at skrivast í manntal, tí hann var av Dávids húsi og ætt og hann letur seg skriva saman við Mariu. So sjálvt um Maria sleppur upp í part her, er tað Jósef, sum er høvuðspersónur. Tað ber kanska illa til ikki at nevna Mariu, hon er hóast alt móður Jesus!

Í GT er púra greitt í hvussu so er í mínum eygum, at kvinnur ikki verða skrivaðar í manntal. Tær eru í øllum førum ikki av mannkyni, tær eru ikki fedrar og ikki vápnaførir menn.

Føroyska málnevndin tvíheldur um, at orðið maður merkir menniskja. Um so var, at tað var so, er hetta álíkavæl tápuligt at brúka sum argument, av tí einføldu orsøk, at merkingin maður/menniskja langt síðani má vera broytt! Eisini millum føroyingar. Í hvussu so er fyri 128 árum síðan, tí tá var Føroyingafelag í Keypmannahavn stovnað, og treytin fyri at gerast limur var, at tú skuldi vera maður, yvir 14 ár og kønur í føroyska málinum. Tá ið hugsað verður um, at tú skuldi vera kønur í førøyskum máli, mátti veri upplagt, at kvinnur eisini sluppu at vera limir, nú maður sigst vera felagsheiti fyri menniskja, men so var ikki!

Eitt annað sum er stak løgið er, at málnevndin ikki í hesum førinum á nakran hátt vil viðurkenna, at orð missa ella fáa annan týdning. Tað er púra vanligt í máli annars, og tað vita Jógvan í Lon og øll onnur, sum fáast við mál, men av eini ella aðrari orsøk er orðið maður næstan gjørt heilagt, í hvussu er fara teir næstan í kríggj fyri at verja ein týdning av einum orði, sum hóskaði til eitt samfelag, har kvinnur als ongan leiklut høvdu í almenna kjakinum!

So mín vón skal vera at hesir málkønu anno 2009 koma niður av sínum høgu hestum og taka navnabroyting.

Latið okkum øll sleppa at vera her.

2 thoughts on “Og tað hendi í teimum døgum…

  1. Ja for fanin, pardone my frenchoise. Send í bløðini for guðs (?!hovsa, ella onkran annans) skyld. Gott skriva.
    Her niðri hava vit eisini tápuligar javnstøðuframarar sum slett ikki halda at nakað er at gera á umráðinum og tískil bara nýta milliónirnar tey fáa fyri at sita á reyvini og hyggja at selektivum statistikki.
    Gooooooooood man kan blíva so sintur!!!!
    Og um man skal vinna føroyingar yvir so er altíð gott at byrja við bíblinuni🙂
    Speaking of which, ein nýggj bók er komin út: Gudløse hjerner, tápulig bók til tápulig fólk ið ikki duga at taka ábyrgd fyri sær sjálvum, men pointi var, at eg var til eitt kjak um bókina, nýateistar og stríði teirra millum, og eg má siga, tað var hægst áhugavert. ateistar leingi livi!!! viva la revolution😀

  2. Eg kundi ikki verið meira samd. Og so sera gott at gjørt verður vart við at eisini føroyskt má flyta inn í samtíðina.

    Hugburðurin í samfelagnum til konufólk kemur so sanniliga til sjóndar í málinum, og har er okkara kæra manntal eitt sera gott dømi. Og so hendir hetta í teimum døgum tá Demokratia eisini skal niðurlagast…

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s