Freiheit ist immer Freiheit der Andersdenkenden

Í fyrsta grundlógarískoytinum hjá amerikanarum er lógin um talu- fundar- og pressufrælsi. Men hetta forðar ikki stovnum at banna t.d. ávísum bókum. Hetta er í grundini sera vanligt manga staðni í Amerika.

Í løtuni er Banned Books Week í USA. Hetta er eitt átak, sum verður stuðlað frá hægri stað, t.d. av Library of Congress saman við journalistum, forleggjarum, rithøvundum, bókahandlarum og øðrum.

Hvørt ár, tá Banned Books Week er, verður listi kunngjørdur við bókum, sum, man veit um, eru bannaðar onkustaðni í USA.

Tað er serliga skúlar og skúlabókasøvn, sum sensuerera tað skrivaða orðið. Sum oftast eru tað bøkur, ið verða hildnar at hava keðiliga ávirkan á børn og ung. Serliga bøkur um kynslív og bøkur, sum verða hildnar at vera gudspottandi og rasistiskar standa mangan fyri skotum.

Eg havi hugt at listanum fyri 2008-09, og tað er skelkandi at síggja, at nógvar av bókunum eru slíkar, sum eg sjálv antin havi lisið, kundi hugsað mær at lisið ella onkusvegna kennist við.

Her er eitt úrval:

banned-books-1color-2-low-res

Mark Bowden: Black Hawk Down, tí hon brýtur ásetingar í økinum um illbønir.

Eoin Colfer: The Supernaturalist, tí foreldrum og lærarum dámar ikki, at hon handlar um tað yvirnatúrliga

Aldous Huxley: Brave New World, tí bókin hevur ov nógvar tilsipingar til sex og narko.

Ken Follett: Pillars of the Earth, tí at ein neyðtøka verður lýst í bókini, og kynslív annars verður opið lýst.

Susanna Kaysen: Girl, Interrupted, tí hon inniheldur lýsingar av kynslívi og brúkar eiðir.

Khaled Hosseini: The Kite Runner, tí at ein anal neyðtøka verður lýst og vegna ónærisliga málnýtslu.

Philip Pullman: The Golden Compass, tí hon verður hildin at vera gudsspottandi.

Stephenie H. Meyer: Twilight Series, tí hon hevur seksuelt innihald.

Toni Morrison: The Bluest Eye, tí har eru greiðar lýsingar av ósømiligum sexlívi.

Jodi Picoult: My Sister´s Keeper, tí hon er ov rasistisk.

Mark Twain: The Adventure of Hucklebarry Finn, tí hon er ov rasistisk.

Alice Walker: The Color Purple, tí hon lýsir samkynd, neyðtøku og blóðskemd.

Alice Sebold: The Lovely Bones, tí hon er ov ræðandi fyri børn.

Åsne Seierstad: The Bookseller of Kabul, tí hon hevur ov opnar lýsingar av kynslívi.

Inni á einum bloggi um átakið ímóti at banna bøkur, sá eg eina stuttliga lýsing av einum bókasavni:

One thought on “Freiheit ist immer Freiheit der Andersdenkenden

  1. Hatta er noxo skeg, tá man hugsar um at amerkanarir burdu verid vanir vid go’moren!🙂
    Golden Compass, tí hon er gudsbespottandi…haha..say what?😀

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s