Tann friðarligi skómakarin

sko

Keypti mær einar hundadýrar skógvar ein dagin. Men ma… teir vóru lekkrir, úr bleytum leðri, snútin framman peikaði eitt sindur uppeftir, sum skótoyið hjá onkrum vaktarmonnum, eg havi sæð myndir av.

Av tí at teir vóru so hamrandi dýrir, kom eg at hugsa um, hvussu óluksáliga materialistisk eg eri álíkavæl. Heilt sikkurt – tá eg eri blivin troytt av teimum, ella eg havi beklað teir til, ella teir skrædna ella okkurt tílíkt, so enda teir fyrr ella seinni (helst fyrr) á dumpinum.

Skógvar eru eitt løgið fyribrigdi, ella sum tey siga á heimasíðuni hjá mínum nýggju skóm, so kanst tú fáa ilt bæði í føtur og eygu av ljótum skóm.

Mamma átti fleiri pør av høghælaðum skóm í sínum ungu døgum, haldi, at tann sum hevur arvað hennara sans fyri hesum vakra fótprýðinum, man vera systir og so nú seinni, eisini mínar egnu døtrar, men treyðugt so viðhvørt fer man sjálv amokk og keypir sær pissidýrar, yvirlekkrar skógvar.

Skómakara hevur tú tó altíð brúk fyri, ein er í Havn, og har havi eg verið nakrar ferðir, og hann ger eitt vala arbeiði, men mestur man nógv heldur enda sum burturkast enn at verða afturgjørt.

Soleiðis var ikki fyri nøkrum fáum árum síðani. Í Sørvági t.d. høvdu vit ein skómakara, sum hevði úr at gera við at bøta, seyma, smíða, líma og hvat alt nú eitur, sum ein skómakari ger.Shoemaker-elenaflerova

Hann var so ógemeina friðarligur. Vit vistu í hvussu er tvey ting um hann:  at hann var sjálvstýrismaður ella okkurt tann vegin og at hann konsekvent stavaði navnið á heimbygdini Seyrvág. Hetta vóru týðandi ting at vita um eitt menniskja, tað segði nokkso nógv um hansara persónligheit, hildu vit. Men sjálvandi var hetta ikki øll hansara persónligheit, tí vit kendu hann ikki álíkavæl. Men harragud, hvat tað luktaði væl at koma inn til hansara: leður og lím. Kanska var tað tí, at tað var eitt av teimum fáu ørindunum, sum vit ongantíð mótmæltu at fara. Kanska fingu vit eitt rúsandi kick, tá ið vit trinu inn um hurðina hjá skómakaranum, uttan at eg her havi sagt, at skómakarin í Sørvági gekk í einum ævigum rúsi, tvørturímóti. Tú komst ongantíð til fánýtis eftir skóm hjá honum; hevði hann sagt, at tú skuldi koma kl. 2, mikudagin, so lá skógvaparið klárt á hillini, tá tú komst inn, og tað kostaði svarta einki at fáa gjørt. Eg havi so í øllum førum ongantíð hoyrt míni foreldur gremja seg um húsagang, vegna skórokningar frá Jóhann, skómakaranum.

Skómakarin helt til niðri í kjallaranum úti á Lið. Uppiá búði hann við familjuni, konu og børnum. Tá tú komst inn til skómakaran eftir skóm, var hann altíð í einum rúmi aftanfyri, har einasta óljóð var at hoyra frá hesum friðaliga manni, maskinan, sum gekk. Ímeðan tú bíðaði eftir, at hann skuldi koma út, stóðst tú í frið og náðum og skoðaði hillarnar fullar av skóm, sum vóru pakkaðir í brúnt pappír, og so royndi tú at gita, í hvørjum pakka tínir skógvar lógu. Tú hevði góða tíð, barnaútvarpið kom ikki fyrr enn langt út á kvøldið, og sjónvarp var ikki uppfunnið tá, í hvussu so er ikki í Seyrvági.

So tá ið tú hevði fingið pakkan og hevði  goldið, varð farið heim aftur til hús, og sjálvandi mintust øll til, at bukka seg væl og virðiliga niður, tá komið var til eini heilt serlig hús við einari konu, sum altíð sendi teg ørindi, eitt í senn. Gud havi lov, at garður var at goyma seg undir.

2 thoughts on “Tann friðarligi skómakarin

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s