Fimm rørslur frá eydnusemi

frankfurtlogo09Á bókamessuni í Frankfurt var Kina í ár ærusgestur. Tað vóru ikki øll, sum vóru líka fegin um hetta. Kina sigst vera land, ið bannar skrivaða orðinum, um tað verður hildið fyri gott.

Undan bókamessuni mátti leiðslan fyri messuna bíta í tað súru sitrónina og boða Kina frá, at hon ikki skuldi bjóða tveimum ávísum rithøvundum við, tí at hetta varð eitt krav frá Kina. Eisini eru óteljandi søgur um bøkur, sum verða prentaðar eystan fyri í støðum, sum hoyra undir Kina, at tær verða væl og virðiliga kannaðar, so at alt, ið kann benda á okkurt, sum ikki er til fyrimuns fyri Kina, verður kravt sensurerað.

Mangan er tað lítla landið Tibet, sum má standa fyri at verða skorið burtur úr skrivaðum orði. Men eisini onnur, sum t.d. nýreligiøsa rørslan Falun Gong er bannað í landinum og gud náði tann, ið bekennir seg til ta rørsluna.

Veit ikki reiðiliga, hvat tað er, Kina er bangið fyri. Søgan mátti eftirhondini havt  lært bæði tey og okkum, at tað bannaða er tað besta, og meira tú roynir at halda tí niðri, sterkari gerst tað.

Kina sjálvt mátti vita tað – har hava tey verið hersett av japanum, sum gott nokk búðu í einum landi, sum var so nógv minni enn Kina, men sum hevði ein ræðandi, stóran her, ið fór við kinesum, sum vóru tey minni verd enn dýr. Tey máttu eisini hava lært av sjálvari kollveltingini; tað at tey megnaðu at kollrenna keisaravaldið  og tess avoldaðu hugsjónir og skapa eitt samfelag, sum gott nokk var sera sentralstýrt, men hóast tað gav fólki betri kor bæði likamliga og sálarliga.

Mao er kendur fyri at lýsa USA sum ein pappírstikara, sum kanska sær ógvilsigur út, men í grundini er av pappíri og tí kann fellast sum einki. Men nei – einki hjálpir – hildið verður bara fram at royna at skapa heimin í eins egnu góðtiknu mynd.

Ein dagin ávegis heim av bókamessuni varð gingið fram við einum bási, har tvær kinesiskar konur stóðu sum saltsúlur í Sodoma á sinni. Hetta var fólk frá Falun Gong, sum mótmælti, at ein av rithøvundum teirra, sum hevði skrivað eitt slag av sjálvhjálpsbók, ikki kundi útgevast í landinum og var illa lýddur har. Royndi at práta eitt sindur við ein mann um, hvat hetta var fyri nakað. Hann vildi ikki reiðiligas svara mær uppá, um hetta var heimspeki ella religión, men kanska er tað eisini nakað tað sama, og tí skilti hann ikki spurningin; hann bedýraði meg tó um, at tað var sera einfalt: fimm ymsar rørslur kundu gera meg eydnusama. Fyrsta læt upp allar orkukanalir í kroppinum, onnur (og tað var tann, sum konurnar stóðu í) økti um orkuna og vakti vísdóm í mær, triðja reinsaði kroppin, fjórða fekk  bent allar keðiligar orkur burtur og fekk í staðin góða orku at breiða seg um allan kroppin og fimta er sjálvandi sum altíð tann, sum fær bæði kropp og sinn at fara upp í eina hægri eind, og alt verður fullgjørt.

Sukk – hevði tað verið so væl, hugsaði hesin vantrúgvandi føroyingurin við báðum beinum væl plantaðum niður í asfaltið.

Tað tykist tó, sum vit hava brúk fyri løttum og einføldum loysnum at sleppa burtur úr trega og sorg og øllum illum.  Um tað nú var so, at ein maður í flákrandi  munkakápu hevði svarið? ella um vit nú bara gingu við reyðum bummullarbandi um skøvningin? ella stóðu still við hondunum í rættari støðu? so kanska man bæði bleiv frelst, eydnurík, kløn og alt møguligt  annað gott. Tað trýtur ikki av almindiligheitum, sum vit gloypa rátt líka frá Hammershaimb til Jóhan í Kollafirði.

Herta Müller, ársins nobelheiðurslønarvinnari í bókmentum var á bókamessuni. Hon mundi neyvan trúgva, at loysnin var einføld. Sjálv er hon flýggjað úr Rumenia, vegna tað at hon var týskur minniluti har og tí skuldi forfylgjast. Mamman hevði sitið í sovjetiskari arbeiðslegu. Hon var ein teirra, ið ikki var fegin um, at bókamessan lá fram á grúgvu fyri Kina, og hvøllir lógvabrestir hoyrdust, tá ið hon, ið sjálv hevði kent, at hon ikki var av góðum fólki og ikki hevði rættar meiningar, hevði at Kina.

2 thoughts on “Fimm rørslur frá eydnusemi

  1. Løgið at eitt heimsveldið bannar fimm rørslur. Altíð áhugavert at lesa hjá tær. Hopi tú ert frísk aftur, hokus pokus falun gong gong gong😉

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s