Stakkalastjørnan

gal_venus_37218[1]

Kært barn har mange navne. Hon eitur Venus, men verður eisini nevnd morgunstjørnan ella kvøldstjørnan ella stakkalastjørnan, sum eg plagi at kalla hana. Tað kemst helst av, at eg royndi at læra míni børn empati, tá tey vóru smá, og fortaldi teimum, at tá ið stakkalastjørnan sást á luftini, skuldi tú altíð taka væl ímóti fólki og hjálpa teimum, ið vóru illa fyri.

Og nú er hon so aftur at síggja á luftini – so ótrúliga bjørt og lýsandi.

Havi mangan hugsað um hetta við stakkalastjørnuni, serliga tá eg eri stødd uttanlanda.

Eg minnist, at tá eg las niðri, brúkti eg altíð Nørreport støðina á veg til og frá skúla. Har á støðini sást mangan ein ungur drongur, sum gekk og biddaði pengar frá fólki. Onkuntíð fekk hann eitt oyra og onkuntíð ikki. Nú tá ið eg komi á Nørreport, skundi eg mær at sleppa mær víðari. Har er ólekkurt, skitið og myrkt; biddarar av øllum slagi, fólk, ið ikki eru við síni fullu fimm, og sum viðhvørt kunnu gerast heldur aggressiv. Her eru bæði ung og gomul, ið royna at kroysta tað, sum er gjørligt, burtur úr fólki; gamlar ommur gremja seg um fátøk ommubørn, smádreingir spæla harmoniku fyri fólki og minnast til at rætta hondina fram eftir pengum, onkur stendur og selur Hus forbi, onkur gongur aftur og fram inni í tokvogninum og spyr, um tú ikki eigur eitt oyra at geva honum.

Tað er blivið so strævið at vera empatiskur, tú ánar ikki, hvat tú skalt gera. Tú sært fyri tær, at um tú fyrst gevur onkrum av hesum neyðardýrunum eitt oyra, so floyma øll hini neyðardýrini rundan um teg og vilja hava eisini.

Nokk so apropos las eg eina góða bók um júst hetta, meðan eg var niðri seinast. Tað er danski rithøvundurin Kirsten Hammann, sum hevur skrivað bókina En dråbe i havet. Og er tað ikki júst tað, vit plaga at siga? At tað er sum ein dropi í havinum at hjálpa fólki, tað ger so lítlan mun…

Hetta er ein bók um rík og fátæk, um u-lond, um hvussu trupult tað í grundini er at hjálpa, um at vilja so gjarna og ikki duga ella kunna alíkavæl…

Ein bók, sum virkar sum lættisoppi, tá tú byrjar, men sum útviklar seg til at vera ein ótrúliga væl skrivað bók.

Eg sigi bara eitt, at tað er gott at við hava hjálparfelagsskapir: Frelsunarherin, Neyðhjálp fólkakirkjunar, Kirkens korshær, Brorson kirkju og annað gott fólk. Sovorðin, sum taka ábyrgd, tá vit onnur vilja sleppa at stinga høvdið niður í sandin.

Eg havi annars keypt mær syndafyrigeving fyri stuttum. Fylti tvær skógvaeskjur við smáum jólagávum, og nú eru tær helst ávegis til onkur børn í Rumenia saman við mongum øðrum eskjum. Kanska hesin dropin hjá mær kemur væl við hjá onkrum fyriuttan at stytta mær um tíðina í reinsanarseldinum.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s