Grátusurrur

So vóru vit har aftur: jól í hondum og allur grátusurrurnar eru byrjaðar at tosa um brúkaraøði, kommersialismu og jól.

Grátusurrurnar eru flest allar menn. Ótrúligt, man hevur hug at siga: veitst tú nú hvat, tú fært vatn og breyð á jólum, so kunnu vit onnur smovsa okkum í reyðkáli, snerktum kjøti, mandlugávum og øllum øðrum (ella ørum, um tú vilt).

Løgið – tað er akkurát sum at hoyra endursendingar, útvarpið kann ikki tosa um annað enn við menn, sum siga, hvussu ørt hetta við jólunum er blivið. Pyntið, sum longu kemur upp í novembur, alt keyparíið etc etc.

Og var tað so tað, at teir rindaðu gildið! Í donskum miðlum verður sagt, at menn ætla sær at spara um jólini, men konur verða tær, sum fara at bjarga jólahandlunum.

Ofta hevur tú hug at spyrja, hvat so? Skulu vit avskaffa jólini, ongar jólagávur keypa? Kóka knettir og lata sum onki?

Tað stuttligasta av øllum er, at teir, sum úttala seg, mangan eru teir, sum onki gera til jólini. Teir sita bara upp afturá og bíða til fleskasteikin ella dunnan ella

tað snerkta kjøtið stendur á borðinum; og munnu teir hava keypt nakrar jólagávur? Jú, møguliga eina, møguliga ein undirkjóla, sum teir hava keypt,

beint áðrenn tað lukkaði.

Hinar hevur konan ella daman ella onkur onnur orðnað fyri teir.

Hetta er sjálvandi sett upp á spíssin, men harragud eg eri troytt av at hoyra hetta grenjið um jólini.

JÓL ER TAÐ BESTA, SUM ER UPPFUNNIÐ! Basta.

Hevur ongin hugsað um, at vit kanska hava brúk fyri at søta okkum tilveruna í hesi myrku tíðini? At so handilslív og onnur, sum spekulera í pengum, benytta sær av jólunum, tað er onki serstakt fyri júst hesa hátíðina.

Tú kanst gott keypa 5 páskaregg, tú kanst eisini keypa páskaregg, sum viga 50 kg. Ella tú kanst hava konfirmatiónir, sum eru sum brúdleyp, ella keypa blómur mammudagin, so blómuhandlarin situr allan dagin við einum sælum smíli um varrrarnar, ella tú kanst skifta køkin út, fimta hvørt ár ella hava sjónvarp í hvørjum rúmi.

Eg meini so við – tú gert, sum tú vilt, um tú hoppar uppá alt hetta lýsingarhurlumheyið – og tað gert tú sikkurt eisini – fyri ein part.

Fyri mær at síggja, er tað næstan blivið ritual hjá miðlunum at tosa um uppgearaði jól – tað er stutt sagt blivið politiskt korrekt at grenja um jól.

Eg kundi skilt tað, um hesir, sum úttalaðu seg, vóru trúgvandi, sum lógu í sjóðheitum gráti av, at vit høvdu gloymt, hví vit halda jól, men teir koma ongantíð við hesum alternativinum: at halda jól fyri Jesupápanum. Tey høvdu ikki nógv at rutta við har í fjósinum, um rætt skal vera rætt.

So – summa summarum – eg vil hava at vita – hví eg ikki kann sleppa at halda jól uttan at skula plágast av samvitskubiti.