Mín jólabók

Tað er hon frá 1961, tí tað árið fór eg í skúla og slapp at keypa Mína jólabók fyri fyrstu ferð. Hetta var stórhending, tí ikki var nógv at lesa á føroyskum tá. Hetta ljóðar næstan sum ein klisjé, men tað er sannheit. Bara trý ár frammanundan var fyrsta barnabókin á føroyskum komin út. Tað var hon hjá Sigurði Joensen um Lítla Sjúrð. Hann, sum búði hjá ommuni og abbanum við Sjógv á teimum døgum, tá tað ikki var loyvt at vera úti og spæla í kirkjutíð.

Tað sæst eisini í jólabókini, at lítið hevur verið at lesa á føroyskum í mun til í dag. Hon er ikki sum tær í dag, vend til ein ávísan lesara, men er eitt bland av tekstum, sum hava havt áhuga fyri størri børn, vaksin og smærri børn. Tá ið man nú endiliga fór at geva eina bók út á føroyskum, so galt um, at øll fingu okkurt fyri pengarnar.

Myndir munnu hava ótrúliga nógv at siga fyri barnasinnið. Eg minnist serliga væl tvær myndir í jólabókini: Onnur er úr søguni um teir báðar vinmenninar, sum lærarin Napoleon Nolsøe Petersen skrivaði, og er av einum drongi, sum stendur á einum stórum steini, og niðri undir steininum er ein tarvur, sum grópar í jørðini sum eitt ørt. Hetta við tarvum var nakað, sum eg tók sera álvarsliga sum barn. Vit høvdu kúgv í kjallaranum, og hon skuldi rekast út í hagan hvønn morgun og farast eftir aftur um kvøldið. Tað var pínadoy ikki sum at siga tað, og eg gjørdi eisini øll verðsins krumspring fyri at sleppa undan, tí innanfyri portrið var tarvurin hjá Heina í Húsi, og hann var ikki tespiligur at koma í takholt við, so sjálvandi skilti eg væl Jógvan í søguni, sum mátti upp á steinin undan tarvinum.

Hin myndin er úr søguni, sum eg heldur aldrin havi gloymt; tað er tann hjá Oskari Hermannson um skinnfluguna, grindalokkin og eiturkoppin. Onnur munnu eisini hava hildið hana verið góða, tí hon er ‘kopierað’ í hvussu er tvær ferðir aftrat í øðrum søgum. Søgan hjá Oskari er ein av teimum mongu um dýr, sum hava sál, ella hvussu eg skal siga tað. Hendan hjá Oskari var á sama hátt sum tann um tarvin ein, tú kundi relatera til. Flugu var nóg mikið av, so tað kendi tú alt til, men at flugan fekk lív ella rættari, tú sum barn fekk innlit í, hvussu flugan sá tingini úr sínum stovuhorni, tað var nakað heilt serligt.

Eisini her vóru myndirnar nakað, sum hugtóku. Tað var Jóhan Kjeld, sum hevði teknað. Strikurnar eru grovar, og alt er teknað nær hjá, ja, úr flugufrásjón, tí tað er sjálvandi neyðugt fyri at bera eyga við so smá dýr.

Myndin, sum hevur sett seg rættiliga fast, er hon av abbanum og fluguni ella rættari av fingrunum á abbanum, sum liggja uppi á tí skalluta bollanum ræðandi nær fluguni, sum eisini er orsøkin til, at fingrarnir eru har.

Nær fara fingrarnir at nerta við fluguna, havi eg hugsað við mær. Tað var, sum teir hvørja løtu fóru at rørast, og flugan fór við eitt at lætta sær á og sleppa sær burtur.

Eg haldi, at Jóhan Kjeld man hava skuldina í, at eg seinni altíð havi steðgað á við myndir, har tað sær út til, at okkurt  skjótt fer at henda, sum t.d. yndismynd mína hjá Annu Ancher av konuni, sum stendur við bakinum til og fæst við okkurt matarbeiði á borðinum framman fyri sær.

Men aftur til mína jólabók: at tað er týðiligt, at bøkur ikki hava verið hvørsmansogn, sæst av tekningini av bókahillini (ella hyllini, sum tað var stavað tá) hjá ommuni og abbanum. Har sæst í bakið á fýra bókum, har tvær teirra gerast grundin undir, at søgan fær aðra vend og happy ending.

Ræðusøgan, (tí tað helt eg hana vera) er um eina skinnflugu, sum varnast ein eiturkopp í stovuni, og hann er sum kunnugt størsti fíggindi hjá fluguni, menniskju undantikið. Eftir at vera sloppin undan eiturkoppinum fyrstu ferð, flýggjar hon yvir háls og herðar, (um nú fluga hevur sovorðið):

“Hon skundaði sær tað dýrasta, hon var ment, og fleyg yvir í bókahyllina at seta seg. Hon setti seg á eina sálmabók, og tá ið bangilsið var farið at linka, hoyrdi hon eitt siga:

‘Góðan dag – sum tygum skelva – eru tygum køld?’

Skinnflugan vendi sær á, og hon sá beint í snýðið á grindalokkinum, sum eisini sat í bókahyllini á álmanakkanum.”

Tað, eg ikki havi sæð tá, men sum eg síggi nú, er, at á bókahillini standa ikki álmanakki og sálmabók, men almanak og salmebog. Helst er álmanakkin komin út á føroyskum nakrar ferðir tá, men abbin hevur so ikki keypt hann. Sálmabók á føroyskum harafturímóti er bara eitt ára gomul, tá tekningin er gjørd, so abbin og omman hava av góðum grundum enn ikki ognað sær hana á móðurmálinum og hvør veit, kanska tey enn prædikaðu og sungu á donskum í kirkjuni, har omman og abbin búðu?

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s