Glaðir amatørar

Fekk íblástur av bloggi hjá bróðuri, har hann skrivar um, hvussu átti at verið farið fram, tá ið stórar broytingar skulu gerast á almannaøkinum.

Almenningurin ella borgarin veit sum oftast onki um, hvat er í umbúna. Ja, ávís stórmál og avgerandi bygnaðarligar broytingar verða framdar í almenna bygnaðinum, eitt nú á pensjónsøkinum, uttan at almenningurin hevur nakra sum helst hóming av, hvat veruliga fer fram. Tað gongur alt fyri seg aftan stongdar dyr (í Føroyum ber sum kunnugt ikki til at kjakast opið um slík mál, tí so fara politikarar vanliga upp at galdra, og so er spælið spilt). (Erhard Jacobsen: Nýskapan í almenna sektorinum)

Nú ein dagin hoyrdist í útvarpinum, at uppskotið um kynskvotering í almennum nevndum var felt í løgtinginum.

What?! Høvdið fór uppfrá talerkinum í einum rykki; eg sum helt meg fylgja við og vita, hvat fór fram, hevði ikki ánilsa av hesum uppskotinum!

Hví? Spyrji eg meg sjálva, eri eg blivin so gomul, at eg ikki orki at fylgja við meira? Ella hvat hendir her?

Eg eri væl greið yvir at CEDAW-stovnurin í ST fleiri ferðir hevur givið Føroyum eina nøs fyri at gera so gott sum onki á javnstøðuøkinum, visti eisini, at serliga kvinnur høvdu havt at Jóhan Dahl fyri onga kvinnu at hava valt í nevndina hjá Atlantsflog, visti eisini, at tað av og á vóru røddir frammi, kanska serliga á Facebook um kynskvotering í politikki, men hetta vardi meg ikki.

Og hví skuldi eg tað – tí tað tykist eftirhondini meira og meira greitt, at vit verða stýrd av reinum amatørum!

Hvar er orðaskifti? Hvar er kunningin um hetta til borgaran? Hvar er kanningin í vinnuni? Hvar er kunningin/orðaskifti í politiska baklandinum?

Hví verður slíkt uppskot lagt fram, sum er dømt frammanundan at fáa ein leðrara beint frammaná? Væl veit eg, at ikki ber til bara at leggja fram uppskot, sum tú frammanundan veitst hava undirtøku, men líkafram at gera sjálvmorð- skilji eg ikki, er neyðugt.

Norska Marit Teigen, sum er í ferð við at granska kyn og makt í Norðurlondum sigur soleiðis um prosessina fram til viðtøku av kynskvoteringum í norskum vinnulívsnevndum, sum varð samtykt í 2003:

Kvoteringsloven ble vedtatt etter en langvarig politisk prosess, med mye politisk tautrekking, intense offentlige debatter og høy medieprofil. Det er samtidig grunn til å merke seg at vedtaket ble gjort av et bredt flertall på Stortinget, bestående av samtlige politiske partier med unntak av Fremskrittspartiet. En analyse av den offentlige debatten over en tiårsperiode i to norske riksaviser med tydelig næringslivsprofil, Aftenposten og Dagens Næringsliv, viser at den særlig var preget av to motpoler, av motstandere og tilhengere (Cvijanovic 2009). Motstanderne var i hovedsak representert ved næringslivsledere og representanter for arbeidsgiverorganisasjonene, mens tilhengerne var representert ved politikere, ofte sentralt plassert i regjeringen. (Marit Teigen: Kjønnskvotering i næringslivets styrer).

Nú ber til at siga, at tað er óluksáligt, at skula noyðast at brúka umleið tíggju ár fyri at koma fram til nakað, sum hevur so grundleggjandi týdning fyri at broyta maktbalansuna í Føroyum, men hinvegin er tað helst soleiðis vorðið nú, at hetta uppskotið væl og virðiliga er farið í ommu sína, tí sum tað so vísiliga verður víst á í grundgeving fyri at fella uppskotið, so verður arbeitt við dagføring av javnstøðulógini. Sum um vit ikki hava hoyrt slíkar útmeldingar fyrr!

Nú var eg av góðum grundum ikki í tinginum henda dagin, so eg veit satt at siga ikki, hvussu leikur er farin fram, men á heimasíðunai hjá Norðlýsinum verða 3 talur hjá Óla Breckmann endurgivnar, og sjálvandi: tær eru so út um alt mark grovar og niðursetandi, at tú næstan ikki veitst, hvat tú skalt gera, so tað verður bara til eitt: Gud forbarmi seg!

Men júst sovorðið er væntandi, tá tú fert avstað í óðum verkum uttan at hava nakra kanning/kunning/viðmæli ella hvat veit eg í bakhondini. Óli Breckmann førir seg fram her, sum hann er vanur, við einum glantrileiki, sum er verdur ein Oscar. Maðurin tosar sjálvandi aldrin um uppskotið-gud forbjóði tí- men hann fær fram eitt væl instuderað harmaljóð, sum gongur griksu tragediunum ein skarpan gang: ‚Hvat er hetta’ – venar Óli seg – ‚hví eru tit so óndar við okkum, sum bara hava smíðað skipini, siglt í teimum, velt upp úr nýggjum, arbeitt reyvina út úr buksunum, meðan tit konur hava sitið heima og uppalt børn’ (og legg til merkis orðið sitið).

Óli kastar eitt nýtt avsporandi argument inn. Hví skulu vit hava kynskvoteringar í starvsetanum, soleiðis at hvør Hanus og Janus kann fáa starv, sjálvt um viðkomandi als ikki hevur førleika til tess? Og starvssetanir var tað væl ikki, uppskotið handlaði um, men kynskvoteringar í nevndum, men eg lúri uppá, um ikki tað eydnaðist Óli á sínari krossferð at jarða uppskotið væl og virðiliga.

Hví hendir so slíkt – jú, vit kunnu altíð vænta slíkar háttir at skifta orð um viðurskifti. Í kríggi verða allar snildir brúktar, men tað, sum er so harmiligt, er, at hetta uppskotið er lagt fram uttan at nakað er at hava tað í. Eg spyrji meg sjálva hví: er tað persónlig promovering, politisk promovering, glaðir amatørar etc etc. Eg ivist onga løtu í at uppskotsstillararnir veruliga av hjarta meina, at soleiðis eigur tað at vera, men eg kundi gott hugsa mær at hoyrt eina frágreiðing um, hvar tær hava lisið um politiskan taktikk og strategi. Tú skalt duga at telva, ætlar tú tær at bjóða maktini av til dyst.

Add to FaceBookAdd to Twitter

7 thoughts on “Glaðir amatørar

  1. Eg royni at klikka á leinkjurnar í politikkumráðinum um kvotering, men hvør síða endar á ítrótti tá eg royni at lesa, hmmm er tað kanska samansvørjing??

  2. Eg bresti lógvarnar saman, um hvussu tú orðar teg og havi hug at sparka politisku hurðanar inn, við talvbitunum goysandi úr kjaftinum!!!! (Fyri at “pull a Óli”. :D)
    Men álvara, soleiðis skal tað also ljóða. klapp,klapp.

  3. Ja, sjálvandi. Í almenna rúminum er neyðugt at kynskvotera, t.d. politiskt og í nevndum. Vónin er so, at tað gerst óneyðugt við tíðini.
    hetta er akkurát tað sama sum at leggja kvotur á fisk ella tingmenn ella valdømi.
    Sjálvt um vit kalla okkum demokratisk, so er tað als ikki vist, at alt er so øgiliga demokratiskt kortini.
    Upprunin til fólkaræði/demokrati var eisini sera ódemokratiskur…

  4. So um ein maður fekk 178 atkvøður, meðan ein kvinna fekk 8, so hevði kvinnan sloppið inn (í teoriini), um kynskvoteringin segði gott fyri tað…

    Come on! Tað er for langt úti!

  5. Nei, tað hevði verið at gjørt seg inn á frítt val. Tað, eg tosi um, er at kvotera uppstilling til val og at velja helvt um helvt av kvinnum og monnum í nevndir

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s