Rannvá

Í dag verður mín elskaða ommudóttir konfirmerað.

Harragud, sum tíðin gongur skjótt, og sum vit vóru lukkulig og rundt på gulvet, tá hon kom í verðina.

Minnist, tá ið boðini komu, at nú fór okkurt at henda, at vit fóru øll veltandi út í bilin og norð til Skopunar og til Havnar, tí hetta máttu vit bara sleppa at uppliva!

Eg var snot-hamrandi forkølað, men av tí at eg hevði góð forbindilsir, slapp eg inn á føðistovuna, men mátti halda ein lappa fyri andlitið alla tíðina fyri ikki at smitta nakran…

Har vóru nógvar konur á føðistovuni: sjálv høvuðsaktørurin Tina, báðar ommurnar, Sigrun, ein jarðamóðir og gynekologur og so kom stjørnan sjálv Rannvá… Wauw… hon var vakrasta barn, sum var komin í heimin í fleiri ár…

So nú fara vit øll at snolla okkum upp og í konfirmatión hjá Rannvá.

Mamma

Jenny Henrikku Jacobsen, fødd Simonsen, til minnis

Nú hvítna tindar fjøllum á…”

sungu vit beint undan jólum fyri mammu, tá ið hon varð jarðað í gellifrosti. Nú tykist tað, sum várið er um at taka valdið aftur, og eg fekk hug at skriva nøkur orð til minnis um mammu.

Mamma var fødd í 1921, sama ár sum Coco Chanel kom á marknaðin við Chanel nummar 5.

Hetta er vert at hava í huga, tí mamma elskaði at pynta seg – ikki til gerandis sjálvandi, tá gekk hon í kitli, sum allar aðrar konur – men til høgtíðir og annað høvi.

Satt at siga minnist eg hana serliga í kitli og so altíð í sving og syngjandi samstundis. Tá hon fór undir okkurt arbeiði, var tað sum at tendra eina kontakt: hon stemmaði í við sangi. Tá ið eyka orka kravdist at gníggja ein plett, ella hon hevði mist eitt eyga í bindimaskuni, so linkaði sangurin til mutl ella steðgaði heilt, bara fyri at taka seg upp aftur í fullari styrki, tá ið trupulleikin var loystur.

Binda – tað dugdi hon! Tað man vera mangur sjómaður í Sørvági, sum er farin til skips í hennara ullintu undirklæðum, hosum og troyggjum. Tá ið tann tíðin var komin, so hoyrdist úthurðin fara upp fleiri ferðir um dagin, og onkur kona stóð á gáttini og rópti: Jenny – rendurnar lidnar? Ella hvat tað nú var, hon hevði játtað at bundið. Og bíligt var tað eisini – Hon hevði ikki nógv til yvirs fyri okkara stóra lívsvísdómi, tá vit sum hálvvaksin søgdu henni, at hon tók alt ov lítið fyri, kundi líka gjarna givið tað burtur, sum hon bant.

Vit børn vóru heldur ikki við skerdan lut, hvat viðvíkti troyggjum, hosum, sokkum og undirklokkum. Tað var ikki so sjáldan, at genturnar í skúlanum undrandi hugdu at mær og spurdu, um eg aftur nú hevði føðingardag…

Flestu mammur elska síni børn, men onkursvegna haldi eg, at mamma mín var serliga eym um okkum. Sjálv hevði hon mist mammu sína, tá ið hon gekk á sjeynda ári.

Mamma hennara, Elisabeth, sum var av Víkum, lá á Sanatorium í Havn við tuberklum og doyði har. Kistan við henni var førd við báti inn á Sørvág, men ongin hevði greitt tí seks ára gomlu frá, at mamma hennara kom aftur í kistu. Eg síggi næstan mammu fyri mær, tá hon fer trallandi og hoppandi út eftir vegnum, út á Bakka at taka ímóti mammu síni, tí hon endiliga skuldi síggja hana aftur. Á vegnum møtti hon einum manni, sum spurdi, hvagar hon fór, og glað fortaldi hon honum, at hon fór út á Bakka, tí mamman kom. “Far heldur heim aftur, stakkalin,” segði hesin maðurin, og beinanvegin skilti mamma, at okkurt var, sum tað ikki átti at vera.

Hetta upplivilsi av at missa mammu sína og seinni systur sína av tuberklum, hevur sjálvandi sett síni merki í bæði mammu og hini systkin hennara.

Mamma elskaði børn: okkum, børn okkara og teirra børn. Hon var als ongin grátisurra, hon var glað av lyndi, altíð til reiðar at hoyra eina góða søgu og opin fyri øllum tí, sum broyttist í tilveruni. Samstundis sum vit mentust til ung og vaksin fólk, mentist hon við. Vit díktu bæði hana og pápa undir í filosofiskum orðaskiftum um rættvísi og órættvísi, um loysing og samband, Vietnamkríggj og Nato; og so vóru tey bæði undirdíkt í tónleiki, fyrst frá Radio Luxemburg, guitara, harmoniku, spolabandupptakara og 15 teimum bestu. Dylan, Stones og Steppenwolf vóru toygdir í hvørjari lykkju, og ikki so sjáldan var køksvindeygað blakað aftur við orðunum: ‘Her hoyrist alt út um allar geilar.’

Det var dengang, jeg elskede en ven…”

Tá ið pápi doyði fyri skjótt mongum árum síðani, fortaldi mamma mær, at hon somu nátt, sum hann var jarðaður, droymdi, at hann kom inn á kamarið, yvir til songina og bað hana kom við sær í kirkju. Og hon fór, sjálvandi, men komin í brekkuna oman í kirkjuna steðgar hon á og sigur við pápa, at hon fór til hús aftur: Far tú heldur einsamallur, segði hon við hann.

Mitt í allari sorgini yvir, at mamma skuldi liggja til tað síðsta, vóru mangar gevandi løtur. Sum eina náttina tá ið eg og systir sótu við borðið inni á kamarinum, og mamma lá og svav við frið og náðum, samstundis sum systurdótturin lá í øllum klæðunum á sofuni og svav, og eitt av starvsfólkunum kemur inn við einari dýna at balla hana, tí hon er so køld, júst afturkomin av langari ferð í teimum heitu eysturlondum. Eg haldi, at vit báðar systrarnar mundu hugsa, hvussu gott hetta var, hóast alt, at vit øll kundu vera um mammu soleiðis til tað síðsta.

Mamma lá ikki leingi tíbetur, mestur er pápi komin aftur eftir henni og biðið hana koma við sær, og hesaferð fór hon all the way.

Um mær hevði verið unt at sæð tey aftur, so kanska tey koma ímóti mær bæði við hundinum Nemo ímillum sín; og Nemo hevur band við perlum á um hálsin, tí lítla Anny og Dina siga, at hann læt leðurbandið vera eftir, tá hann fór upp til langommu í himmiríki.

Hvíl í friði tit bæði gomlu.

Altjóða kvinnudagurin er 100 ár

Hesi tiltøk verða, sum hava tilknýti til føroyingar:

8. mars hald á Bryggjuni í Vestmanna

Røða: Katrin Petersen
8.mars viðmerkjari og undirhald: Eyð Matras
Tónleikur og sangur: Kirstin Johannesen

Vit byrja kl. 20.00


Altjóða kvinnudagur í Norðurlandahúsinum, kl. 19.30

Evni: Kynskvotur í vinnulívi og politikki

Á skránni
* Kristianna W. Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, bjóðar vælkomin
* Høvuðsrøðari: Drude Dahlerup, professari í samfelagsfrøði við lærda háskúlan í Stockholm
* Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur
* Karin Jóhanna L. Knudsen, samfelags- og málfrøðingur
* Formansrunda við teimum politisku flokkunum
* Lena Anderssen
* Guðrið Hansdóttir
* Faroe5

Vertinna er Elin W. Poulsen
Kostnaður: 150,- kr – keyp atgongumerki við dyrnar, ella á http://www.nlh.fo


Familjan, fíggjarstøðan og frítt val.

Bygdaskúlin í Miðvági kl. 20.00

Sum vanligt skipar Kvinnubólkurin í Vágum fyri altjóða kvinnudegnum 8 mars.

Í ár hava vit valt at seta fokus á familjuna og fíggjarstøðu teirra.
Fleiri av ungu familjunum hava ynskt at taka upp spurningin um vit hava eitt val, tá íð vit seta búgv. Tey meta at nútíðin krevur at bæði foreldrini arbeiða fulla tíð, um so er at tey skulu klára seg fíggjarliga.

Í summum førum kundu tey hugsa sær at arbeitt niðursetta tíð, ella at verða heima ein tíð, meðan børnini eru smá, men ikki øll arbeiðspláss gera tað møguligt.
Kann arbeiðsmarknaðurin góðtaka tað?

Og hvat við anncinniteti, pensjóns- og lønarspurninginum, um so er at annað av foreldrunum velur at ganga heima eina tíð? Missa tey rættindi ella verða minni/meira attraktiv fyri arbeiðsmarkaðin?

Hvat siga fakfeløgini, arbeiðsloysisskipanin og arbeiðsmarknaðurin til hetta?

Hvussu fært tú størri rásarúm fíggjarliga, so at tú sjálv/ur kanst velja?
Hvat siga peningastovnar og Taks?

Hvat siga foreldur, sum hava roynt hetta, hvørjar royndir hava tey, og kann mann fáa tað at bera til?

Fundurin verður skipaður sum ein pallborsðfundur, har umboð fyri Starvsmannafelagið, Taks, Als, peningastovnar, kommunur, vinnuna og foreldur verða við.

Á skránni er eisini framsýning av verkum hjá ungum sniðgevum úr oynni.
Bjarta Olsen syngur og spælir, og ein drekkamunnur verður við onkrum góðum afturvið.

Listafelagið – Kvinnulist í Føroyahúsinum í Keypmannahavn
Hugkveikjandi kvinnulist í Føroyahúsinum, fýra listakvinnur Hansina Iversen, Beinta av Reyni, Jórun Dánjalsdóttir og Elisabeth Pike vísa myndir fram í Føroyahúsinum. Myndaframsýningin heldur áfram til tann 6. apríl 2010.

Fernisering sunnudagin 7. mars 2010 kl. 15.00 – 17.00
À óvanligu ferniseringini tann 7. mars fer Marin Hentze kokkur at gera listarligt ábit úr føroyskum ráðevnum, og Lena Nicolajsen sniðgevi fer at greiða frá sínum áhugamálum og hugtakandi virki.

Ì sambandi við at altjóða kvinnudagur verður tann 8. mars 2010, hevur Listafelagið fernisering við kvinnulist tann 7. marts, og fer Listafelagið um kvøldi eisini at viðvirka saman við Kvinnufelagnum á kvinnudegnum tann 8. marts. Nakrar av listakvinnunum fara at tosa um teirra list og um støðuna hjá føroyskum myndlistakvinnum í dag