Mamma

Jenny Henrikku Jacobsen, fødd Simonsen, til minnis

Nú hvítna tindar fjøllum á…”

sungu vit beint undan jólum fyri mammu, tá ið hon varð jarðað í gellifrosti. Nú tykist tað, sum várið er um at taka valdið aftur, og eg fekk hug at skriva nøkur orð til minnis um mammu.

Mamma var fødd í 1921, sama ár sum Coco Chanel kom á marknaðin við Chanel nummar 5.

Hetta er vert at hava í huga, tí mamma elskaði at pynta seg – ikki til gerandis sjálvandi, tá gekk hon í kitli, sum allar aðrar konur – men til høgtíðir og annað høvi.

Satt at siga minnist eg hana serliga í kitli og so altíð í sving og syngjandi samstundis. Tá hon fór undir okkurt arbeiði, var tað sum at tendra eina kontakt: hon stemmaði í við sangi. Tá ið eyka orka kravdist at gníggja ein plett, ella hon hevði mist eitt eyga í bindimaskuni, so linkaði sangurin til mutl ella steðgaði heilt, bara fyri at taka seg upp aftur í fullari styrki, tá ið trupulleikin var loystur.

Binda – tað dugdi hon! Tað man vera mangur sjómaður í Sørvági, sum er farin til skips í hennara ullintu undirklæðum, hosum og troyggjum. Tá ið tann tíðin var komin, so hoyrdist úthurðin fara upp fleiri ferðir um dagin, og onkur kona stóð á gáttini og rópti: Jenny – rendurnar lidnar? Ella hvat tað nú var, hon hevði játtað at bundið. Og bíligt var tað eisini – Hon hevði ikki nógv til yvirs fyri okkara stóra lívsvísdómi, tá vit sum hálvvaksin søgdu henni, at hon tók alt ov lítið fyri, kundi líka gjarna givið tað burtur, sum hon bant.

Vit børn vóru heldur ikki við skerdan lut, hvat viðvíkti troyggjum, hosum, sokkum og undirklokkum. Tað var ikki so sjáldan, at genturnar í skúlanum undrandi hugdu at mær og spurdu, um eg aftur nú hevði føðingardag…

Flestu mammur elska síni børn, men onkursvegna haldi eg, at mamma mín var serliga eym um okkum. Sjálv hevði hon mist mammu sína, tá ið hon gekk á sjeynda ári.

Mamma hennara, Elisabeth, sum var av Víkum, lá á Sanatorium í Havn við tuberklum og doyði har. Kistan við henni var førd við báti inn á Sørvág, men ongin hevði greitt tí seks ára gomlu frá, at mamma hennara kom aftur í kistu. Eg síggi næstan mammu fyri mær, tá hon fer trallandi og hoppandi út eftir vegnum, út á Bakka at taka ímóti mammu síni, tí hon endiliga skuldi síggja hana aftur. Á vegnum møtti hon einum manni, sum spurdi, hvagar hon fór, og glað fortaldi hon honum, at hon fór út á Bakka, tí mamman kom. “Far heldur heim aftur, stakkalin,” segði hesin maðurin, og beinanvegin skilti mamma, at okkurt var, sum tað ikki átti at vera.

Hetta upplivilsi av at missa mammu sína og seinni systur sína av tuberklum, hevur sjálvandi sett síni merki í bæði mammu og hini systkin hennara.

Mamma elskaði børn: okkum, børn okkara og teirra børn. Hon var als ongin grátisurra, hon var glað av lyndi, altíð til reiðar at hoyra eina góða søgu og opin fyri øllum tí, sum broyttist í tilveruni. Samstundis sum vit mentust til ung og vaksin fólk, mentist hon við. Vit díktu bæði hana og pápa undir í filosofiskum orðaskiftum um rættvísi og órættvísi, um loysing og samband, Vietnamkríggj og Nato; og so vóru tey bæði undirdíkt í tónleiki, fyrst frá Radio Luxemburg, guitara, harmoniku, spolabandupptakara og 15 teimum bestu. Dylan, Stones og Steppenwolf vóru toygdir í hvørjari lykkju, og ikki so sjáldan var køksvindeygað blakað aftur við orðunum: ‘Her hoyrist alt út um allar geilar.’

Det var dengang, jeg elskede en ven…”

Tá ið pápi doyði fyri skjótt mongum árum síðani, fortaldi mamma mær, at hon somu nátt, sum hann var jarðaður, droymdi, at hann kom inn á kamarið, yvir til songina og bað hana kom við sær í kirkju. Og hon fór, sjálvandi, men komin í brekkuna oman í kirkjuna steðgar hon á og sigur við pápa, at hon fór til hús aftur: Far tú heldur einsamallur, segði hon við hann.

Mitt í allari sorgini yvir, at mamma skuldi liggja til tað síðsta, vóru mangar gevandi løtur. Sum eina náttina tá ið eg og systir sótu við borðið inni á kamarinum, og mamma lá og svav við frið og náðum, samstundis sum systurdótturin lá í øllum klæðunum á sofuni og svav, og eitt av starvsfólkunum kemur inn við einari dýna at balla hana, tí hon er so køld, júst afturkomin av langari ferð í teimum heitu eysturlondum. Eg haldi, at vit báðar systrarnar mundu hugsa, hvussu gott hetta var, hóast alt, at vit øll kundu vera um mammu soleiðis til tað síðsta.

Mamma lá ikki leingi tíbetur, mestur er pápi komin aftur eftir henni og biðið hana koma við sær, og hesaferð fór hon all the way.

Um mær hevði verið unt at sæð tey aftur, so kanska tey koma ímóti mær bæði við hundinum Nemo ímillum sín; og Nemo hevur band við perlum á um hálsin, tí lítla Anny og Dina siga, at hann læt leðurbandið vera eftir, tá hann fór upp til langommu í himmiríki.

Hvíl í friði tit bæði gomlu.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s