Harmur og gleði

Haldi, at eg sjáldan havi verið so glað fyri, at ongin sendari er í kollfjarðartunlinum.

Eina stutta løtu fekk eg luft og slapp undan at lurta eftir útvarpinum.

Lurtaði eftir Tilveru í dag, tá eg var á veg heim í bilinum frá arbeiði.

Armgarð Arge tosaði við Heina Lützen, sum fyri stuttum hevur givið út fløgu við gomlum sálmum.

Ætlanirnar hjá Heina Lützen eru helst væl meintar: at fáa fleiri fólk at lurta eftir gomlum sálmum, tí teir eru so góðir, men hagar til var eg samd við Heina og ikki ein millimetur longur.

Samrøðan millum Armgarð og Heina kom í stóran mun at snúgva seg um líðing.

Tað er ikki sum at siga tað at fara undir slíkt orðaskifti ella at geva sína meining til kennar hesum viðvíkjandi.

Eg vil siga, at her geldur um at stíga varliga, tí hetta er eitt so ómetaliga eymt evni at tosa um.

Eg fyri mín part bleiv stutt sagt í øðini, tí at Heini Lützen legði so ómetaliga stóran dent á líðingina, og at Gud hevði eitt endamál við líðing. Hetta er fyri mær at síggja sum at sláa fólk mitt í andlitið, sum hava havt ringar royndir í lívinum, og tey eru mong.

Minti meg ikki sørt um vrøvliteoriir, sum við hvørt eru at síggja í litaðum donskum vikubløðum um, at tann, sum fær einihvørja sálarliga sjúku, kemur sterkari út aftur hinumegin ella við øðrum orðum, tú verður sterkari av mótgangi. Hví sigur man sovorðið slutur. Líðing er eitt negativt fyribrigdi, hon er oyðandi og kann als ikki viðmælast; vit vilja øll helst vera hana fyriuttan.

Sambært Heina Lützen vóru ófatiligu líðingarnar, sum Jobb kom út fyri, nakað, sum fekk Jobb at læra meira um seg sjálvan, og tað sama var ivaleyst galdandi fyri onnur, ífylgi oraklið. Men tað eru av sonnum dýrt keyptar royndir!

Sjálvandi ber til at koma upp undan aftur, tá ið tú hevur verið úti fyri onkrum niðurmókandi og ikki so at skilja, at eg nokti fyri, at fólk fáa ugga í gudstrúnni, tá ið okkurt ber ímóti, men eg vil vága at pástanda, at tað eisini eru menniskju, sum ikki fáa ugga í gudstrúnni, men heldur fáa hjálp frá medmenniskjum, og so eru tað sanniliga eisini tey, sum onga hjálp fáa hvørki frá gudi ella manni.

Menneske først og kristen så, segði Grundtvig á sinni…
Eg kann so aldrin taka undir við, at líðing hevur eina hægri meining og orsøk og er mennandi fyri okkum í síðsta enda.

Líðing sleppur ongin undan, hvørki hana sum rakar teg persónliga ella hana, sum rakar kollektivt, (og har eru sum kunnugt eisini persónar uppi í). Summi vera rakt í ólukkumát og onnur í minni mát, men tað er so undir ongum umstøðum nøkur orsøk at hálova henni!

Sorrig og glæde de vandre til hobe,
lykke, ulykke de gange på rad,
medgang og modgang hinanden tilråbe,
solskin og skyer de følges og ad…

Soleiðis yrkir Kingo í 1681. Hann verður nógv siteraður í hesari sendingini, men eg dugi ikki at síggja, at Kingo nakra staðni sigur, at tað er ein Guds meining við líðing, ella lukku fyri alt tað, tvørturímóti er hetta bara staðfesting av, at soleiðis er lívið, og tað verður ikki øðrvísi fyrr enn í himli. Og tað kunnu vit so trúgva ella lata vera, men slíkt slutur, sum eg hoyrdi í Tilveru í dag, var sonn líðing í mínum oyrum.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s