Flaggdagsrøða 25. apríl 2010

Í januar í ár slapp Merkið at standa inni í løgtingssalinum, eftir at tinglimir seinasta ár gjørdu samtykt um hetta. Hetta er í sjálvum sær eitt søguligt framstig, tá hugsað verður um hendingina á ólavsøku í 1930, har Merkið var hongt út av einum vindeyga í løgtinginum, og amtmannin sum gjørdist í øðini og segði: Fjern den klud. Nú hevur sami sonevndi klútur so fingið heiðurspláss inni í løgtingssalinum. Við hesum hevur Føroya løgting givið Merki okkara somu viðurkenning, sum grønlendska og íslendska tingið gevur sínum fløggum, og tað kunnu vit ikki annað enn fegnast um.

Í dag fyllir Merkið 70 ár og er sostatt langt yvir pensjónsaldur, og ert tú komin so langt upp í árini, er ikki óvanligt at steðga á viðhvørt og grunda yvir, hvar árini fóru, og hvussu tey vóru brúkt.

Flestu munnu vita, at tógvið stríð fór fram bæði á sjógvi og landi, áðrenn vit sluppu at brúka flagg okkara uttan at vandi var fyri, at tað í ringasta føri varð skrætt niður, ella bara tað at føroyingar sjálvir mettu tað vera púra sjálvsagt at veittra við føroyskum heldur enn donskum.

Av fyrstan tíð er tankin um at hava serstakt føroyskt flagg sprottin úr tjóðskaparkenslu, eini kenslu av at vilja hava eina ímynd av okkum sum serstøk tjóð og eitt serstakt fólk og samstundis hava eitt eyðkenni at vísa øðrum, hvørji vit eru.

At tað so var av neyð, at okkum var loyvt ella kanska okkum var álagt at brúka Merkið, er ein onnur søga. Tað er ein søga, sum handlar um 2. veraldarbardaga.

Tá ið loyvi varð givið at brúka føroyskt flagg, tann 25. apríl 1940, var tað bert galdandi á sjónum, á landi skuldu vit enn brúka Dannebrog. Tí eiga vit serliga í dag at minnast teir, sum sigldu undir føroyskum flaggi og Faroes málaðum á skipssíðunum yvir til Bretlands við fiski, og teir av teimum, sum máttu lata lív á sjónum hesa myrku tíð. Mett verður at yvir 200 sjómenn lótu lív av krígsávum og hetta hevði ógvusliga ávirkan á føroyska samfelagið, og tað mundi vera lítil uggi hjá teimum, ið varðaðu av, at virði av føroyska útflutninginum ferfaldaðist hesi árini.

Haldi, at tað er uppá sítt pláss at nevna, at her í oynni er Krígssavn sett á stovn fyri at lýsa støðuna, sum var í Føroyum undir krígnum, millum annað eisini ta týðandi broyting, at vit fingu rættin til at brúka egið flagg. Krígssavnið hevur fingið sera góða móttøku í kommunum her í oynni og frá fólki og feløgum bæði her og um alt Føroya land og tað fegnast vit sjálvsagt almikið um.

Eitt flagg er eitt symbol, tvs. at samband er millum sjálvt symbolið, í okkara føri Merkið, og eina siðvenju ella nakað hevdvunnið.

Symbol hava ein sera týðandi eginleika, tey boða frá, at soleiðis eru vit. Vit kunnu bara hyggja at øðrum symbolum enn flagginum. Í sjeytiárunum t.d. floymdi heimurin næstan yvir av symbolum: hamar og segl, kvinnumerki, knýtti nevin, anti-atom merki, friðarmerki og mong, mong onnur. Øll boðaðu tey frá, at tey vildu takast í álvara, tey provokeraðu og gjørdu okkum varug við, at tey høvdu eitthvørt upp á hjarta, sum tey hildu vera lívsneyðugt.

Flaggið hevur eisini hendan eginleika, at tað boðar frá, at soleiðis eru vit. Danski semiotikarin Per Aage Brandt, sum granskar tekn og symbolir, sigur, at symbol provokera, tey elva til avrik, til andakt, til lýdni og virðing.

Vit vita, at tað eru summi fløgg, sum hava sterkari umboðan enn onnur, tað amerikanska t.d. sum vit ofta knýta at kríggi ella við amerikanska ávirkan á mentan, tað danska sum hevur heilt ávísa ávirkan á okkum føroyingar, og sum av øðrum verður lagt undir hatur. Øll kenna vit myndirnar av fólki, ið brenna danska flaggið og traðka á tað av øðini yvir, at ein ófordragilig tekning av Muhammed profeti hevur staðið í donskum bløðum.

Okkara flagg hevur tíbetur ikki sama stríðshugaða árin á okkum. Tvørturímóti eru vit errin av flaggi okkara, vit halda tað vera vakrasta flagg í heiminum, og eru vit stødd í útlondum leita eygu okkara automatiskt uppeftir, tá ið vit síggja fløgg veittra, og verða so findarglað, tá ið vit bera eyga við tað millum øll hini, og einki er galið við tí, hóast mong vilja vera við, at tað er vandamikið, tí so er tú alt ov nationalistisk.

Tað serstaka við okkara flaggi, og tað at vit halda flaggdag er, at vit vilja sleppa at boða frá, at vit eru ein tjóð og eitt fólk, sum ikki er tað sama sum allar aðrar tjóðir og fólk. At vit búgva í einum landi Føroyar, tosa føroyskt, hava egið ting, eina serstaka mentan, at vit enn eta grind, ræstan fisk og skerpikjøt, at vit dansa føroyskan dans, at vit rógva kapp og mangt annað, sum, vit vanliga siga, er nakað serføroyskt.

Nógv av hesum meta vit sum nakað natúrligt, hetta er bara ein partur av tí at vera føroyingur, men fara vit at hyggja betur eftir, vísir tað seg, at tað mesta er grundað á mentan, ið sum kunnugt er tað øvuta av natúr. Tað er nakað, sum hevur vunnið hevd framm um nakað annað.

Bókmentafrøðingurin Kim Simonsen filosoferar í einari grein um, hvussu tað kundu havt verið, um tjóðskaprrørslan var kyknað eini hálvtrýss ár seinni, enn hon gjørdi. Tá hevði flagg okkara havt ein klippfisk á dúkinum, heldur hann. Tjóðsangurin hevði kanska verið Vit fáa tevatn og breyð. Vit høvdu staðið á Vaglinum í Havn á ólavsøku og sungið Eg sjólívið valdi, Í skúri og Nei, onki er sum hundavakt. Gøturnar høvdu havt nøvn sum Skagafjørðsgøta, Fiskanesgøta, Ravns Stóroysgøta, Hvarvið, Saint John´s gøta, Halifaxgøta og Norðhavsgøta. Tjóðskaparligu høvundarnir høvdu ikki skrivað um farið bygdalív, um torv og seyð, men um mergjaðar hendingar í Føroyingahavnini, ballingartúrar í Hull, um at renna eftir konufólki í Vestmannaoyggjunum. Stórmenni høvdu verið reiðarar og skiparar. Hetjurnar onkur bestimaður ella onkur hjartagóð fiskagenta.

Kim Simonsen vil vera við, at tjóðarbygging frystir tíðina, uttan mun til um hon byggir á kensluna av felagsskapi við virðum frá bónda ella fiskimanni.

Merkið er ein ímynd av eini almennari fatan av, at soleiðis eru føroyingar, ella soleiðis eigur tú at vera fyri at vera føroyingur. Spurningurin er so, um hann er hin sami sum í 1940?

Eg kom at hugsa um hetta, nú tað um dagarnar hevur verið kjak um einsamallar uppihaldarar, og at fátækradømi finst í Føroyum.

At tað eru fólk í Føroyum, sum næstan onki hava ráð til, er veruleiki, so gert tú, sum tú vilt, um tú kallar tað fátækradømi. Alt er jú relativt, fátækradømi í Føroyum er jú ikki sum fátækradømi í onkrum landi í Afrika t.d. Tað, sum tó er mest áhugavert, er, hvussu vit fata hetta at vera einsamallur uppihaldari, og um samfelagið hevur eina skyldu mótvegis hesum borgarum, og júst hetta er treytað av, hvørji virði, vit halda, samfelagið eigur at verða grundað á, og hvørji virði vit tí vilja fremja.

Tað var kanska kjakið um 266b á sinni, sum fekk eyguni upp á mongum. Tað var marksetandi á so mangan hátt. Nú tora fólk betur at gera vart við, at alt er ikki so fantastiskt, sum vit gingu og hildu, men at tað kann saktans gerast fantastiskt, um vit bara vilja. Tí øll eru vit jú góð við land okkara og vilja búgva her, men bara ikki treytaleyst.

Taka vit kvinnurnar sum eitt dømi, so hava tær havt alt ov lítla rúmd í tjóðarbygging okkara. Hóast tær gjøgnum allar tíðir hava tikið sín part á seg, so kenna kvinnur seg mangan útihýstar og ikki tiknar við uppá ráð í samfelagsviðurskiftum. Uppskotið um stjórnarskipanarlóg t.d., har tað skínur týðiliga ígjøgnum, at tað framhaldandi bara eru mannlig virði, okkara komandi grundlóg skal byggja á, har tosað verður um løgtingsmenn, landstýrismenn, ráðharrar og umboðsmenn, samstundis sum kvinnur fáa at vita, at tær skulu skrivast í manntal komandi ár. Hesi bæði dømini geva týðiliga ábending um, hví føroyskar kvinnur hava so lítið politiskt vald og at tjóðarbygging enn í alt ov stóran mun byggir á fortreytir, ið ikki eru galdandi longur, og er enn eitt dømi um, at tíðin er fryst.

Ella øll tey mongu, sum fara út um landoddarnar, antin tað er tí, at tað ikki verður hildið at vera liviligt í hesum landinum, ella tí tey fara at nema sær útbúgving, og sum aftra seg við at koma heim aftur, tí at samfelagið er alt ov snævurskygt, eisini tey halda, at tíðin í Føroyum er fryst.

Ella tey mongu, ið eru komin higar til lands úr fremmandum londum, onkur í arbeiðsørindum, onnur av kærleika til ein føroying, og kanska onkur fyri at sleppa undan ófriði í egnum landi.

Tað, sum er so týðandi at spyrja okkum sjálvi, er: Rúmast eisini øll hesi undir flaggdúkinum, ella seta vit teimum treytir? Vilja vit hava tey at vera ‘akkurát sum ein føroyingur’, sum vit plaga at taka til og halda, at vit hervið hava givið teimum størsta komplemangin. Rópa vit ókvæmisorð eftir teimum, tá tey íðka ítrótt á okkara liðum og undir okkara Merki? Halda vit, at tey eiga at vera takksom fyri, at tey eru so eydnusom at sleppa at búgva í okkara landi og fáa føroyska tímaløn, sum jú er nógv meira, enn tey eru von við at fáa? Áttu vit ikki í staðin at vent hesum á høvdið og latið okkum upp fyri teimum, sum eru komin higar til okkara og spurt tey, hvørji tey eru, og hvørji virði tey hava við sær í skjáttuni, sum tey meta sum grundleggjandi, og sum vit kundu lært av, heldur enn at trýsta okkara sannføringar oman yvir høvdið á teimum.

Ongin ivi man vera um, at eitt land hevur eitt flagg fyri neyðini, tí gott er at hava okkurt at vera felags um, men tað er ein serstakur eginleiki við okkara tíð, at vit eru farin at leggja størri dent á tað einsæris, at vit eru ymisk í sinn og skinn heldur enn einsháttað.

Og júst hetta ikki at viðurkenna ymiskleikan kann koma okkum aftur um brekku, um vit ikki duga at lofta hesum rákinum. Hetta ikki at vilja viðurkenna ta broyting, ið longu er farin fram, sigur nakað um, at tjóðarbygging hevur lyndi til at frysta tíðina. Vit sleppa ikki frameftir og royna at neyðhalda okkum í tað gamla og farna, næstan sum illavorðin børn, sum ikki vilja góðtaka, at soleiðis er tað bara, men gráta eftir tí, sum er ógjørligt at fáa hendur á.

Tað hevur týdning fyri eitt land at hava eitt merki. Í okkara føri hevur tað sera stóran týdning fyri samleika okkara sum lítil tjóð, hetta at fáa dirvi at vísa á, at hóast vit eru smá, so eru vit kná. Og sjálvt um tað ljóðar sum ein floskul, er tað ikki minni satt: at enn eru vit ikki komin á mál, tá ið vit t.d. noyðast at boyggja okkum fyri, at eitt av fremstu ítróttarfólkum okkara ikki sleppur at íðka ítrótt í útlondum undir sínum egna Merki.

Her heima hjá okkum er avbjóðingin at lata upp fyri møguleikanum at taka øll fólk til sín, at viðurkenna, at vit eru ymisk, liva í ymiskum korum, men at vit øll eru føroyingar.

Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir, stendur í Skriftini, men okkum nýtist ikki at vera so hátíðarlig, vit kunnu bara gera sum mumitrøllini, smíða nýggjar sengur og royna at gera rúm fyri øllum, sum koma at vitja í mumihúsi.

Takk fyri og framhaldandi góðan flaggdag.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s