Tað er so mangt, kvinnur ikki skilja.

Nógv munnu helst kennast við hesa politiskt ókorrektu lýsingina, sum verður send av og á í donskum sjónvarpi.

Hon er væl gjørd, tú sært gentuna, sum knappliga steðgar upp mitt í onkrum kvinnuligum gerðamáli, sum t.d. at nippa hár ella okkurt annað, sum hevur við útsjónd at gera, og síggja út sum eitt stórt spurnartekin, tí hon hoyrir eina mannfólkarødd siga okkurt um eitt dómarakast ella um onkran múr, sum skal flytast.

Lýsingin appellerar til lægsta felagsnevnara, sum so mangar lýsingar gera, og hon byggir á tað, at kvinnur eru sum børn, alt verður fatað konkret; so tá ið dómarakast verður nevnt, er tað sjálvandi ein dómari, sum fer syftandi ígjøgnum luftina, og sannheit at siga, so trúgvi eg at eisini, at nógvir menn mangan vildu ynskt, at onkur dómari fór syftandi gjøgnum luftina viðhvørt.

Men kvinnum og børnum líkt, so missir hon áhugan, tá ið hon ikki skilir hetta, og fer aftur at nippa hár, tí tað er sjálvandi nógv týdningarmiklari enn at skilja fótbólt.

Tá ið hugsað verður um tað, so er ein rúgva av myndamáli í fótbólti, júst sum í bókmentum. Sig so tað: fótbóltur kann eisini vera poetiskur!

Eg kann sjálvandi ikki taka undir við, at kvinnur ikki skilja fótbólt. Eri sjálv uppvaksin á fyrstu parkett við útsýni yvir plenuna. Í okkara húsi var tað í grundini frúan í húsinum, ið hevði mesta áhuga fyri fótbólti. Eg minnist, at tá ið hon gjørdist blind á gamalsaldrinum, var tað ikki sjónvarpið, hon saknaði mest, men heldur tað, at hon ikki sá fótbóltin á plenuni.

Eg má viðganga, at eg í nógv ár av góðum grundum, billi eg mær inn, ikki havi hugsað so nógv um fótbóltin niðri á plenuni, men havi verið gløðandi B71 fjeppari! Tó so, tá ið okkurt lið úr Vágoynni kom suður at sparka móti B71, stóðu tvær konur inni í Dal við munnkurv: eg og Jóhanna hjá presti. (dóttir Høgna Poulsen). Tað var tigandi semja um, einki at siga, tá ið Vágalið vóru í Sandoynni.

Og at siga at kvinnur ikki skilja fótbólt? Tær, ið róptu harðast, vóru tilkomnar konur. Rópini hoyrdust um allan Dalin, tá dystur var. Og var tað ikki ein kend kona úr Miðvági, sum livdi við í landsliðsfótbólti við lív og sál? Og munnu tað ikki vera mangar mammur, sum fylgja við og stuðla børnunum í teirra fótbóltskarrierum? Tað haldi eg meg síggja eisini nú, tá ið børn dystast niðri á plenuni, og hvør er betri enn mamman at ugga, tá ið ungi alvin hevur tapt 30-0?

Nú er ikki so nógv rokan í fjørinum inni hjá mær, tá ið fótbóltur er. Fyri nøkrum árum síðani, tá ið húsið var fult, og tey gomlu høvdu fingið verson úr Miðvági, var lív í toynum, tá ið fótbóltsdystur var. Sjálvt um hin gamli í húsinum ikki legði so nógv í fótbólt, bleiv hann reyðgløðandi SÍ-ari, tá ið MB og SÍ spældu. Eg hoyri teir fyri mær enn: versonin uppi á loftinum og pápa niðri í stovuni. Tað var nærum upp á skift, at teir ynsktu, at onkur gjørdi dómarakast, altso hitt, sum kvinnan sær fyri sær, ella at betongmúrur var fyri málið, tá ið illa gekst.

Tá ið FIFA forlangaði setur við fótbóltsvøllin, var mín størsti ótti, at teir frá Articon fóru at gera so nógv setur, at tað ikki fór at bera til at síggja yvir á plenuna, men tíbetur. Og ikki verða tey nógv brúkt heldur, tí hvør kann sita niðri still, tá ið dystur er?

Sjálv havi eg bara eittans ynski: at 07 Vestur setur tempoið eitt sindur niður, so eg fái betri tíð at renna millum stovuvindeyguni.

Og sjálvandi kunnu øll fáa nakað burtur úr fótbólti, hygg bara her t.d.:

Eva Forest

Hon var úr Baskaralandi og virkið mótstøðufólk móti Franco.

Franco? Hvør er tað, hugsar onkur. Ein fótbóltsspælari? Til tykkum vil eg siga, fylg meira við í søgu!

Eg kom at hugsa um Evu Forest í morgun, tá eg las í Politiken, at ein kanningardómari hevur mist rættin at føra sakir. Ein ikki hvør sum helst, men ein, sum er kendur fyri at føra sakir móti baskiskari og islamiskari terrorismu og móti narko- og vápnahandli.

Trupulleikin var, at hann hevur dittað sær at kanna morð, ið Franco-stýrið hevur framt. Baltazar, sum dómarin eitur, náddi at skráseta 114.000 deyðsoffur fyri Franco-stýrinum, áðrenn hann var drigin fyri rættin í Madrid.

Í Spania eru fólk í øðini, tí sum vituligt er, minnast og kenna enn nógv sviðan av Franco, og í kvøld verður stór mótmælisgonga til fyrimunar fyri Baltazar Garzón.

Mitt í 70´unum las eg Dagbog og breve fra fængslet hjá Evu Forest, har hon lýsir tey trý árini, hon sat føst fyri at mótmæla Franco-stýrinum. Og hon sat ikki bara føst, men hon og onnur við henni vóru pínd og plágað alla ta tíð, tey vóru innilæst.

Í sanginum Juanita syngur Bjørn Afzelius, sum elskaði Spania:

Så ge er av, jag är trött på era svängar

för ni fördröjar bara frihetens stund…

Baltazar Garzón var eisini ein teirra, ið stóð aftanfyri mangar kanningar av statsgóðkendum pínarum og drápsmonnum, sum t.d. Augusto Pinochet.

Tíbetur hava vit slík fólk, sum vilja seta alt uppá spæl fyri at fremja rættvísi!

Meðan vit onnur hava lullað okkum í ró…

Og tó – í Madrid fara fólk at mótmæla í kvøld.

Eva Forest segði einaferð, at kríggj, kúging og píning, eru ræðuligar gerðir, ein fordøming av menniskjum, men verri er, tá ongin varnast, ákærir og stríðist ímóti fordømingini.

Nú liggur Eva undir grønu torvu. Friður veri við henni. Hon læt so míni eygu upp fyri nógvum, tað skal hon eiga takk fyri.

Um øskan vil

Nú siti eg her og geri nakað, sum eg ikki hevði ímyndað mær, at eg nakrantíð fór at gera. Eg siti umborð á flogfari og bloggi.

Eri ávegis til Gøteborg at vitja eina dóttur, og í Kastrup skal eg hitta eina aðra dóttur, og so fylgjast vit yvir í toki.

Fór upp í morgun sum vanligt, tá eg fari til arbeiðis. Brúsubað og ein temunn við gularótabreyði við osti.

Tá eg ferðist nú, er alt so nógv øðrvísi. Kuffertið er fult av tablettum. Gikt, diabetes, blóðtrýst – alt skal haldast við líka. Segði skemtandi við elstu dóttur mína ein dagin, at nú var skjótt, at eg fór at keypa mær eina av hesum eskjunum, sum mamma plagdi at brúka við vikudøgunum á. Eg eri takksom fyri kemiska tablettídnaðin, by the way. Hann ger mína tilveru úthaldiliga.

Nå – bróðir koyrdi meg niðan á flogvøllin – eitt hanagleiv, tit vita, og skjótt verður hanagleivið sum eitt flugufet, tí tá ið flogvøllurin er longdur, liggur hann næstan í túninum hjá sørvingum. Men what the heck: sørvingar gera alt fyri at behalda flogvøllin!

Kekka inn, heilsa uppá fyrrverandi næming, sum avgreiðir ferðafólkið, síðan at keypa krossorð, heilsa uppa systirdóttur og bøna hana um at fara at gera reint fyri meg, meðan eg eri burtur.

Í raðnum at sleppa inn í tað allarheiligasta stendur nýforelskaður sandingur aftanfyri meg og prátar við unnustu sína, ikki sørt at eitt sindur av reypi er í prátinum; hann fortelur henni um alt ímillum himmal og jørð. Kennnist heilt heimligt at hoyra heimasandsmál…

Umborð er trongt – ongin ivi um tað, síðumaðurin og eg skiftast um rættin til armlenið ímillum okkum. Kenni eina frá vágakórinum umborð, men fái ikki heilsa uppá hana, tí eg siti aftur í lort í flogfarinum.

Men tænastan umborð er framúr. Havi ferðast eitt sindur við flogførum eftirhondini, og tað villasta, eg havi fingið ókeypis umborð á flogfari, er ein pinkalítil pakki av kips. Her umborð hjá Magna og teimum fái eg blað, at lesa í, kaffi, øl, tann so tiltikna bollan, sum mær dámar sera væl og marsipanbreyð, um eg vil, men tað vil eg ikki.

Eg kundi fingið meira, um eg vildi. Men at klaga um flogtúrin hjá atlantic er púra burturvið – vit stórtrívast øll umborð.

Nå – nú noyðist eg at pakka telduna niður og fáa mær tyggigummi. Vit lenda skjótt, og eg havi ávís ritual, sum eg skal igjøgnum við lending og fráferð, nakað sum ítróttarfólk fyri at tryggja mær sigur.

Farteleefonin er sløkt, so eg veit ikki, hvat klokkan er. Fartelefonin hevur flogfunktión, men enn tori eg ikki reiðiliga at líta á, at hon ikki ávirkar floggreiðirnar hjá pilotunum alíkavæl.

Nå – vit lendu í øllum góðum, skipararnir fingu lógvabrest, so alt er við tað gamla!

Á vegnum út, fekk eg heilsa upp á hana úr kórinum, og uttanfyri stóð Jenny og so avstað til Gøteborg.

Aftur her eri eg full av virðing fyri flutningskipanum. Tokið til Svøríkis stendur beint uttanfyri, tað er bara at keypa sær billett, stíga umborð og slappa av í fýra tímar: lesa, drekka kaffi, skriva, eta, lurta eftir tónleiki.

Danir eru óførir, tá ið umræður flutning: Her er metro og tokstøðir, bussar, súkkluvognar og hýruvognar. Onki roks, tú sleppur, har tú vilt og so ógvuliga ómakasleyst eisini. Men í Føroyum! Har keglast vit dag og dagliga um veg úr Lorvík til Klaksvíkar, berghol her og der, undirsjóartunnil, sum ikki má byggjast til Sandoynna, tí har búgva bara 1700 fólk. Men at síggja alt hetta sum eina samfelagsílegu, sum er fyri øllum føroyingum, heldur enn sum lokala góðgerð, tað kemur ongum til hugs. Syndarligt, tá hugsað verður um, hvussu fantastiskt tað hevði verið, um politikarar hugsaðu langsigtað og settu sær fyri at binda landið saman við nýtímans ferðsluútgerð, har tað  yvirhøvur letur seg gera.

Men vit komu so til Gøteborg í besta lag. Og øskan? Jú, hon legðist aftur og forðaði flúgvingini dagin eftir.

Men sunnudagin verði eg aftur á klettunum, um øskan vil.