Búgva heidningar í Svøríki?

Herfyri var eg ein túr í Gøteborg og vitjaði. Komin úr tokinum eri eg stødd í miðbýnum. Tað fyrsti eg leggi til merkis, eru ælabogafløgg fram við allari Gøte Älv, sum rennur mitt gjøgnum Gøteborg bý. Í býnum er nevnliga HBT-festivalur, tað vil siga festivalur fyri sam-, tví- og transkynd.

At býurin hevur gjørt seg út til festival er greitt: allir bussar og sporvognar flagga við ælabogafløggum, og í teimum stóru keypsmiðstøðunum síggjast eyðkendu ælabogalitirnir allastaðni.

Tú fært eina fatan av, at hetta ikki bara er ein festivalur, sum sam-tví- og transkynd skipa fyri, men at tað er býurin, sum bjóðar til veitslu.

Festivalurin byrjar 11. mai og endar við stórari paradu sunnudagin tann 16. mai. Sum eg skilji, er stig tikið til festivalin fyri fýra árum síðani, og her er alt, tú kanst hugsa tær at uppliva av tónleiki, sjónleiki, dansi, kjaki, workshops, veitslum og ja: kirkjugongd.

Sum vitiligt er, er hetta ikki keðiligt fólkaslag: Umframt alt tað seriøsa sum hiv, støðuna í Eysturevropa, Palestina, Ísrael og Iran, fært tú at vita, hvussu tað er at vera deyvstummur og gay, tí tað kanst tú gott vera samstundis, og hvør veit, kanska tey hava brúk fyri nýggjum orðum at lýsa sína støðu við? Tú kanst eisini lurta eftir trans-sister radio, tú sleppur á pyjamasparty, sleppur at dansa fólkadans við queer-tema, og karaokekvøld við queertema er heldur ikki afturkastandi, tú kanst fara til sjónleikin Gaystraight2hell, og so kanst tú fara á hámessu í øllum ælabogans litum!

Hurrá fyri føroyskum ungdómi

Sum turistur roynir tú jú at vitja sermerkt støð. Og ein dagin gekk leiðin inn í dómkirkjuna í Gøteborg, sum eitur Gustavi Kyrkan. Innkomin er tað fyrsta, eg leggi til merkis, eitt vakurt blómutyssi á kirkjugólvinum, og mín sann eru blómurnar í ælabogalitum. Inn eftir kirkjugólvinum hanga vimplar eisini í ælabogalitum, og heilt har frammi uppi á sjálvum altarinum standa blómur og vimplar báðumegin við í somu ælabogalitum.

Eg má siga sum er, at eg stóð sum kánus. Og av tí at eg ikki eri Bill ella Svenning ella av teirra áskoðan, so gjørdist eg ovurfegin. Hetta var so vakurt og hugtakandi, at eg stóð málleys eina góða løtu. Útafturkomin síggi eg, at tvey fløgg eru vundin á stong við kirkjuna: almenna flaggið hjá svensku kirkjuni og við tess lið ælabogaflaggið.

Nú er tað, at bæði eg og Teitur spyrja okkum sjálvi: er himmalin og Atlantshavið eitt vandamikið útsýni? eru vit nærri Jesusi enn onnur fólkasløg? Vit, er í hesum føri føroyingar og Føroyar, og onkursvegna havi eg varhugan av, at teir báðir Bill og Svenning høvdu svarað hesum spurningunum játtandi. Hvussu mangan hava vit ikki hoyrt sagt, at tey trúgva ikki líka nógv í útlondum sum her heima hjá okkum: ella sum Bill tekur til í Refleksjón: at uttanlanda eru tey hugtikin av, at vit eru so kristin í Føroyum, hvør skal siga: tað eru tey ikki í útlondum.

So eftir hesum at døma mugu tey vera heidningar, sum búgva í Svøríki. Ella – munnu vit úti í Atlansthavi kanska hava misskilt okkurt? Man tað bera til at skilja hetta á annan hátt? Er tað gjørligt at vera aktivt samkynd og kristin um somu tíð?

Gaystraight2hell er júst tað, eg komi í tankar um, tá eg hoyri, at meðan eg havi verið burturi hevur ljót grein staðið um samkynd og ættleiðing á Sandoyarportalinum, har orð sum reyvari og annað mangt verða brúkt í heilagu herferðini móti hesum fólkabólki, sum forrestin er blivin tryggjaður við 266b, um nakar skuldi ivast.

Eg skilji eisini, at ung heima á Sandi hava havt harðliga at hesari greinini við tí úrsliti, at hon verður tikin av portalinum við ein brest, og tað er at fegnast um.

Afturkomin til Føroya hoyri eg formenn og -kvinnur fyri trý politisk ungmannafeløg taka til orðanna um rættin hjá samkyndum at ættleiða, tey halda, at hesin rættur eigur at vera púra sjálvsagdur.

Eg má siga, at tað er at frøast um, at vit hava so skilagóðan ungdóm bæði á bygd og í bý her í landinum, og komi aftur at hugsa um eitt ørindi úr einum sangi hjá Teiti: men kanska er yngra ættarlið í veruleikanum nógv meira við enn landsins tungu dreingir og teirra drúgvu royndir.

Tí sannheit at siga, so eru bæði Bill og Svenning jú totalt afturúrsigldir, tá ið tað kemur til at skilja, hvat mannarættindi eru.

Eg sakni Friðarbogan

Síðan aktiónina Lat tøgnina tala uttan fyri Løgtingið í 2008 hevur onki verið at hoyrt til Friðarbogan, felagið fyri sam- og tvíkynd í Føroyum.

Eg kann ikki trúgva, at tað bara er tí, at ein løgtingslimur bað tey halda kjaft og ikki grenja so illa, men kanska er tað ein partur av frágreiðingini. Tí vit vilja so gjarna síggja upp til okkara fólk á Løgtingi. Tey eiga at ganga undan og hava visjónir, tey eiga ikki at biðja okkum halda kjaft ella sum nú, at siga at ungdómurin er í ferð við at avkristna Føroyar. Heldur tvørturímóti er ungdómurin eftir mínum tykki við til at seta orð Jesusar í hásæti um næstakærleika, og tað eiga vit øll at taka hattin av fyri.

Vit mangla Finn Helmsdal, men kanska Annita á Fríðriksmørk fær onkur onnur aftrat sær at stríðast fyri skrásettum parlagi og rættindi til ættleiðing. Tí eg bíði enn eftir, at politikarar grava høvdinum úr aftur sandinum og halda fram at stríðast fyri mannsømiligum korum hjá samkyndum í Føroyum. Og við tey ungu má eg bara siga: Gott pressað! Vón er fyri framman, men ongin orsøk er at bíða eftir, at hesi ungu koma inn í Løgtingið, áðrenn vend kemur í, vit eiga at skøða okkum væl og fara avstað beint nú eftir glíðibreytini.

3 thoughts on “Búgva heidningar í Svøríki?

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s