Eg gleðist so…

Í morgun var eg úti undir og hugdi eftir gomlum tingum, sum einaferð fyri langari tíð síðani eru tveitt av vegnum, tí ongin hevur havt brúk fyri teimum. Til dømis gamlar skúlabøkur hjá bróðuri, sildaroknskapur hjá pápa, eitt hav av bókum, sum eru seldar við dyrnar av onkrum trúarfelagskapi, og tað var júst eina slíka bók, eg mátti hyggja eina eyka ferð eftir: Når lampen tændes stóð á permuni, og á tittulblaðnum sá eg, at hetta vóru søgur, sum ein próstinna hevði savnað og givið út á Lohses Forlag í 1966. Men tað, sum var enn stuttligari, var, at eg havi fingið bókina frá mammu, tí tað havi eg skrivað inni í.

Nú havi eg neyvan fingið hana, tí eg havi verið so øgiliga trúgvandi; minnist, – at eg altíð segði, at tað var so troyttandi, at mann ikki kundi banna og sovorðið, og at eg ætlaði mær at gevast og liva eitt syndafríari lív, tá ið eg gjørdist gomul. Nú eri eg við at nærkast teimum árunum, so nú er ikki at vera fyri.

Men – nú mundi eg gloymt tað – grundin til at eg havi fingið hesa bókina, er heilt sikkurt tí, at eg las alt, sum eg fekk hendur á, trúarligar bøkur, Familie Journalen, Battler Britton, Illustrerede Klassikere, Romanbladet, Amor og you name it, bara bókstavir vóru í, so var eg nøgd. Ikki kann sigast, at tað júst hevur verið kvalitetur, eg havi sett í hásæti, men hvat gert tú, tá ið bókahillar er ein býur í Usbekistan?

Eg setti meg so við bókini og við google at leita eftir hesum fólkunum, sum hava givið sítt íkast til bókina; og ritstjórin Kamma Steenvinkel segði ikki google stórt, so eg fór víðari og googlaði fyrsta innslag eftir eina Marie Wexelsen, og sjálvandi kendi google hana!

Eg hevði næstan væntað tað eisini, tí á fyrstu síðu stóð sálmurin Jeg er så glad hver julekvæld, sum bæði tey, sum banna og ikki banna, kenna sum, Eg gleðist so hvørt jólakvøld… sum Jákup Dahl týddi í 1931.

Hetta var so áhugavert, at eg mátti fara at lesa nærri um hesa góðu Mariu, og mínsann um hon ikki eisini hevur givið sítt íkast til lívið:

Hon er norsk, er fødd í 1832 og deyð í 1911. Hon skrivaði nógv, bæði barnabøkur, yrkingar og sálmar. Hon brúkti pseudonymið I.L., tá ið hon skrivaði. Í 1859 kom bókin Ketil, en Julegave for de Smaa út, og hon var ikki nógv lisin, men fyrst í bókini stóð sálmurin Jeg er saa glad hver Julekveld, og hann kom at gera hana kenda. Longu í 1864 stóð hann í bók, sum var ætlað øllum norskum skúlabørnum: Børnesange for Skole og Hjem.

Í 1860 kom bókin Steffen. En prestedatters Ungdomsminder út, og henda gjørdist harafturímóti sera væl dámd. Hon varð enntá ummæld á líka fót við bókina Amtmandens Døtre hjá Camillu Collet. Triðja upplag av bókini hjá Mariu kom í 1879, og tá stóð hon har við sínum kristna navni og var ikki longur anonym.

Høvuðsverk hennara er frá 1866 og eitur Et levnedsforløb. Og sjálvandi er Marie Wexelsen kvinnusakskvinna! Í bókini ger hon á stillføran hátt vart við, at kvinnan noyðist at ganga ígjøgnum lívið uttan at fáa ment ella brúkt síni evni.

Longu í einum av hennara fyrstu bókum sæst, at Maria hevur hugsað um kvinnusakina. Bókin eitur Vesle Kari eller de forældreløse. Hon byrjar við einari brúðarvígslu, og Maria letur prestin siga orð Paulusar: “Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists,” í staðin fyri tað, sum var vanligt tá: “Tráan tín skal vera eftir manninum; og hann skal valda tær,” sum jú er gamla Móselógin og revsing fyri, at Eva fekk sær kunnleika. Júst hetta við teimum felags byrðunum varð seinni innført sum standard í brúðartaluni. Sig so tað…

Á yngri árum skrivaði Marie Wexelsen ein sang um kvinnurnar, sum sita í einingi inni á kamarinum við lampuna. Bara hetta um sytraadlænker er alla yrkingina verd

En stormvind går over jorden / den sliter i hjertebaand!
Fra syden og op til norden / der strides med aand og haand.

Her sitter vi kvinder stille / og stirrer tause derpaa,
hvad under om taarer trille / ved hvad vi kun halvt forstaa?

Vi kjender vel nærmest kampen / kun fra vort eget bryst,
i kammeret hvor ved lampen / vi øver vor gjerning tyst.

Hvad under vel om vi længes / og sukker efter fred?
Ti se, naar mænderne trænges, / da trænges vi kvinder med!

Dog som i vort eget hjerte / vi ønsker ei dødens ro,
men utvælger kampens smerte / til prøvelser for vor tro, –
saa ved de større møder / hvor sandhed i holmgang gaar
med løgnen, den folkeøder, / vort hjerte i kamptakt slaar.

Da brister de sytraadlænker / som fæste vil os til støv,
de smaalighedsbaand som krænker, / henveires som visnet løv.

Nei, eg má fara at googla víðari…

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s