What´s the buzz

Nú eri eg liðug við Min kamp hjá Knausgård, og hon var góð, ongin ivi um tað.

Eg eri bara liðug við fyrsta bind, tí opinbart hevur hann fingið ein Jens Paula, tvs. eitt skriviflipp.

Og tað er gott.

Høvuðstemað í bókini er ein uppgerð við pápan, sum í fyrstu helvt verður lýstur sum ein happandi, ókerligur maður, og sum í seinnu helvt er eitt vrak, og sum doyr av drukk.

Tað áhugaverda við fyrstu helvt av bókini er serliga høvundurin, sum lýsir seg sjálvan sum ein kroystan smádrong og ungan mann, ið ikki torir at vísa nakrar kenslur, meðan hann, tá ið pápin er deyður, at kalla fer í upploysn: hann grætur næstan út í eitt av øllum og ongum, nær og hvar tað skal vera.

Tað, sum hugtekur meg mest, er tó reingerðin! Tá ið Knausgård og beiggin Yngve koma til húsini, har pápin hevur búð saman við mammu síni, altso ommu teirra, eru húsini í totalum forfalli. Lýsingin, av hvussu eitt hús kann fara í fordærv av, at ein hevur ligið inni og drukkið í fleiri ár, er framúr, men serliga upptakið, at kunna fylgja við í reingerðini, at fara við Knausgaard úr rúmi í rúm og vaska og blaka út: ikki bara órudd, men reguleran lort, modnað klæðir, skitt í løgum alla staðni og ringan lukt!

Sjálvandi skal hetta eisini skiljast á øðrum plani, men tað skal eg ikki koma inn á her.

Kom at hugsa um Oddvør Johansen og Lívsins summar, tá ið eg las bókina. Løgið kanska, tí tey líkist ikki á nakran annan hátt enn tað, at tey bæði duga væl at skriva.

Men í tí bókini lýsir Oddvør reingerð. Hvussu vindeygu verða blakað upp á víðan vegg; teppi og dýnur verða bukað og rist, tá ið fyrsti sóldagur kemur. Oddvør skal á sama hátt sum Knausgaard eisini skiljast á øðrum plani, men av tí at hon er kvinna, so fór ummælari, ið var maður, illa við henni, tí hvør tímdi at lesa slíkt tvætl sum snúði seg um reingerð og rudding?

Kvinnubókmentir, bwadr!

Eitt, sum hugtekur meg, er eisini hesi viðurskiftini, ið menn hava við sínar pápar. Amerikanski høvundurin Philip Roth skrivaði í 1991 Patrimony. A True Story, um pápan, sum var vorðin deyðsjúkur av svulli í heilanum. Eg helt tað vera øgiliga áhugavert at lesa bókina, av tí at viðurskifti millum faðir og son eru so ókend fyri mær. Eg eri jú hvørki faðir ella sonur og skilji tí ikki rættiliga hesar kenslurnar teirra millum. Tað er ikki bara Philip Roth, ið hevur skrivað um sítt fedranna upphav. Í bókmentum um allan heim eru hesi temu at finna, t.d. eisini hjá Per Petterson: Út at stjala ross og so tann gamla hjá Turgenjev, Faðir og synir.

Bæði eg og øll tey mongu, serliga kvinnur, ið dámar at lesa, halda at hetta er sera áhugavert og tað sjálvt um, tað er ein annar heimur enn okkara. Vit ætla okkum so ikki at finnast at eini bók, sum brúkar rættiliga nógv pláss til at lýsa reingerð!

Men sjálvandi, ummælarar hava funnið ein annan máta at gera gjøldur. Nú er áhugin fyri skaldsøguni ikki áhugi fyri skaldsøguni, men fyri rithøvundanum. Karl Ove Superstar er heitið á frásøgn í Informatión um seancu við Karl Ove Knausgård á bókamessu í Louisiana herfyri. Ummælarin, sum er kvinna, hevur á sama hátt sum eg fangað hetta við Jesupápanum. Hon veit, at lesarar eru fyri tað mesta kvinnur, menn tíma ikki at lesa. Og hon ger ein umvendan Carl Johan og fær tað at ljóða, at tað í grundini ikki er fyri skrivingina, Karl Ove er superstar, men fyri tann hann er. Onkur hevur spurt, hví Karl Ove ikki var á einum lista við tíggju teimum mest sexutu monnunum, og ummælarin greiðir frá, at á Louisiana er hann klárt á odda:

Det er en velkendt sag, at kulturlivet, ikke mindst litteraturen, langt hen holdes levende af modne middelklassekvinder, og her på Louisiana ser det ud til, at Karl Ove Knausgård har fundet sit publikum. Efter seancen signerer han bøger, og folk står i kø langt op ad koncertsalens trappe. To tredjedele kvinder, der er ude over den første ungdom. (Karen Syberg í Informatión 26. august 2010).

Ummælarin brúkar orð sum sky, genert og naiv fyri at lýsa Knausgård. Á henda hátt fær hon fram, at tað eru móðurkenslurnar, sum floyma yvir, tá ið allar hesar tilkomnu miðalstættarkvinnurnar koma at lurta eftir Knausgård.

Soleiðis ber til at snara øllum á og gera kvinnur til lallandi idiotar.

Eg føli meg rakta! Kanska dámar mær als ikki at lesa, kanska dámar mær bara smædnar, ungar menn. Álvaratos – tosa um begrebsforvirring!

Pleased to meet you

Nú havi eg havi roynt at vera eystringur í ein dag. Endaði summarfrítíðina við einum túri inn á Toftir at vitja vinir.

Eg kenni als onki til Eysturoynna, hon liggur bara har á kortinum og so onki meira. Men eg havi nógvar fordómar um Eysturoynna: øll velja sambandsflokkin, men tað gera tey eisini í Vágum, um tey altso ikki velja Jørgin, tey eru øgiliga missiónsk, og tey koyra sum død og djevil á vegunum.

Tað sá eg nú onki til, meðan eg koyrdi inn eftir. Eg var væl ekviperað við mínari Iphone, sum bleiv sett til Itripin, so eg slapp at hoyra mín egna tónleik á túrinum. Tí eg havi góðan tónleik á mínari telefon, og tað, sum er enn meira týðandi, er, at tað er fullkomiliga ógjørligt at vænta, at tú ótarnað sleppur at lurta eftir útvarpinum allan vegin, tí at tú noyðist at leita eftir ymsum bylgjulongdum, alt eftir um tú ert í Sørvági, Sandavági, Vágatunlinum, Leynatunlinum osfr. osfr. At tosa um at fartelefonir eru vandamiklar fyri koyring, er fullkomiliga skeiv fatan, tað vandamiklasta eru røttu bylgjulongdirnar, sum tú alla tíðina mást leita eftir, um tú ætlar at sleppa at hoyra nakað í útvarpinum.

Tað, sum eg tó ikki hevði væntað, var álopið úr Nesvík. Beint tá ið eg og Mick konstateraðu, at after all it was you and me, sum drupu The Kennedy´s, breyt ein sendari seg inn ímillum, og har kom at standa  Nesvík á útvarpstólinum hjá mær allan vegin inn á Toftir. Tað var, sum tey høvdu yvirtikið tólið fyri at harta meg fyri at hava Sympathy for the Devil. Tað var, sum tey vistu, at tað fór ikki at steðga her, tí skjótt fóru Mick og eg at ganga ígjøgnum alt repertoirið úr Their Satanic Majestic Request.

Ná, men alt er teimum fyrigivið, tí eg havi havt ein strálandi túr inni á Toftum og havi orðnað alla heimsstøðuna í gjárkvøldi saman við góðum fólki.

eg og Yoko Ono

Havi skrivað undir eina bøn til iranskar myndugleikar um, at ein 43 ára gomul kona ikki verður steinað til deyðis.

Fyri fýra árum síðani fekk hon 99 koyrlasløg fyri at hava havt kynsligt samband við tveir menn, men tað var ikki nóg mikið, tí hon var eisini dømd at verða steinað til deyðis fyri ótrúskap.

Konan eitur Sakineh Mohammadi Ashtiani. Hon eigur tvey børn, gentu og drong, sum eru 16 og 20 ár. Tað eru børnini, sum av øllum alvi royna at heita á umheimin um at bjarga mammuni. Pápan hoyrist onki til…

Hetta fremmant klingandi navnið hevur verið at sæð á Facebook nú í heilum, og endiliga tók eg meg saman at fara at kanna nærri, hvat hetta snúði seg um í veruleikanum.

Tykkum, sum saman við Yoko Ono, Peter Gabriel, mær og yvir 150 túsund øðrum vilja gera bara eitt lítið sindur fyri at bjarga hesari konuni, vil eg mæla til at fara inn á heimasíðuna hjá Huffington Post og skriva navn tykkara undir eina áheitan um at bjarga henni.

freesakineh.org

Tað hjálpir ikki nógv hjá hesari konuni at hava ein profet sum millumnavn, hon verður steinað kortini. Í “besta” føri verður hon hongd. Hetta er næstan ófatiliga horribult.

Tað hjálpir heldur ikki hesari konuni at vera ballað inn í svart klæði og at goyma hárið. Hon verður steinað kortini.

Ágangurin móti konum og børnum er øgiligur, bæði so og so. Ikki so at skilja, at eg ikki haldi, at ágangur eisini er móti monnum, men konur og børn hava sum heild meira fyri neyðuni at vera tryggjað og vard móti óndskapi. Og óndskapur má hetta sigast at vera, um tað so er í navni profetsins ella ikki!

Góður dagur í gjár…

Ein sandavágsingur segði einaferð: góður døgurði í dag: reyðar pylsur og eplamos.

Okkurt sovorðið var í gjár – altso ikki reyðar pylsur og eplamos, men ein góður dagur.

Fyrst ringdi eg til læknan og bað um nýggja forsýning av gigtamedisini. Tað geri eg altíð við bivandi hjarta, tí eg noyðist at ringja millum klokkan 8 og 9 um morgunin, og eg hugsi altíð um, um nú læknin er sloppin at sova í nátt, ella um hann/hon hevur verið úti og bjargað onkrum undan neyð og elendigheit um náttina og nú er so móð, at hon gríslar tenn og físir eftir mær, tí eg ringi um sovorðið idiotiskt sum pínulinnandi, men nei – hon var fitt og glað sum vanligt – og eg fekk avgreitt míni ørindi. Fjúsi – eg havi sovorðna respekt fyri læknum – eg ræðist læknar!

Síðan ringdi eg til posthúsið í Sørvági, og tað svaraði. Ja – bara tað fekk meg ovurfegna. Tað stutta av tí langa, tí at posthúsið í Sørvági er lukkað og alt flutt til Miðvágs, sum so mangt annað er, síðan eg flutti aftur til heimbygdina. Men hví tey svaraðu á posthúsinum í Sørvági, veit eg ikki – har er framvegis lukkað.

Nå, tað, eg vildi, var at spyrja eftir einum brævi frá universitetinum, sum Turið hevur søkt inn á. Og henda í rørinum segði, at hon skuldi ringja aftur, tá hon kom til Miðvágs, tí har var allur posturin (grrr…). men hon ringdi sgu aftur, og tað er flott, tá hugsað verður um, hvussu lætt vit her í landinum taka tað við tænastum – a la, nei, vissi tað ikki liggur har á hillini, so hava vit tað ikki (hetta verður sagt, samstundis sum hon er um at sovna niður á kassan, men hvøkkur upp, tí hon er við at slúka tyggigummið). Ok – nú eri eg ljót!

Nå – eg fái so brævið á posthúsinum í Miðvági (god damm it!) og fari til Havnar – og her má eg skunda mær at skjóta uppí, at eg nú havi keypt mær ein iTrip til mína iPhone. Eitt keyp, sum hevur gjørt mítt lív so nógv betri, tí nú kann eg lurta eftir mína egna tónleiki úr telefonini í bilanlegginum.

Eg avgreiði míni ørindi á apotekinum við ank og fret, tí sjálvandi er tað skeivt, sum eg fái í fyrstu atløgu – og har má kannast og granskast, áðrenn medisinið verður leyslatið…

So inn í Rit og Rák – og eg veit, eg skuldi ikki verið farin – fátæk sum kirkjurottan, men eg keypi álíkavæl tvær (!) bøkur. Onnur er Min kamp, ikki tann hjá Hitler, men tann hjá Karl Ove Knausgård. Har hevur verið sovorðið kjak um hesa bókina, hann er ov nærgangandi, halda nógv, meðan onnur siga, hann vera genialan. Á veg yvir til diskin at betala síggi eg eina bók um femikrimi og taki hana við, hon kostar bara 91 kr: Tá eg nú skal liva av vatn og breyð til næsta lønarkjekk, so kann eg í øllum førum lesa ímeðan. Og eg royni av øllum alvi at rættvísgera hetta vanvidskeypið við, at bókasavnið í Sørvági, sum ikki enn er flutt til Miðvágs, bara er opið mikukvøld ein ella tveir tímar, og eg gloymi tað hvørja ferð, og kanska er tað slett ikki opið nú? kanska er bókavørðurin í summarfrí og so framvegis og so framvegis. Men innast inni veit eg, at um eg ikki fari rabundus økonomiskt av bókakeypi, so kemur loftið skjótt raplandi oman yvir høvdið á mær, tí tað er altso bara til eitt vist, hetta gamla húsið tolir av tonsatungum bókum uppi á loftinum!

Nå – so hitti eg dóttur mína, og vit drøna út á Argir og seta okkum báðar á eina song og hyggja at brævinum frá universitetinum, og hon torir næstan ikki at lata tað upp, men ger tað so, og tað fyrsta eg síggi er eitt reytt kort, har eg hómi okkurt adgang… og so lesur dóttirin fyrsta setningin, og so bresta vit báðar út í sjóðheitan grát,  god damm it! – men er tað løgið? Hetta er lívisins eydnuhjól – allir tínir framtíðardreymir liggja niðri í hesum brævinum – øh, nú gloymdi eg, tað var ikki eg sum kom inn, men dóttirin – men shit eg bleiv glað altso! Vit drønanðu niðan í Norðurlandahúsið at siga tað fyri Jacob, og har sá eg, at Sebastian kemur til Føroyar at syngja seinni í august, og tað má eg uppliva, hann dugir so væl at syngja, og eg hopi hann fer at syngja onkrar hjá Brecht! Og so feiraðu vit tað uppi í Bowlinghøllini við burgarum og vatni og cappuchino, sum smakkaði av ongum øðrum enn vatni, so í grundini kundi vit bara hildið fram at drukkið vatnið, sum longu stóð á borðinum. Null stjørna til cappochino, men fittur tænari.

Og so havi eg lisið eitt sindur av Min kamp – og hon er allar pengarnar verd longu. Eg sigi bara: skalt tú skriva væl, so skalt tú vera nokk so frekk og fandenivoldsk. Tað nyttar onki at vera fitt og hampulig – hvør tímir tað?

og so mátti eg seta meg niður nú og blogga um mín góða dag í gjár, sum sjálvandi er fullkomiliga líkagyldugur hjá øðrum at lesa um, enn mær sjálvari – sorry tit!