Góður dagur í gjár…

Ein sandavágsingur segði einaferð: góður døgurði í dag: reyðar pylsur og eplamos.

Okkurt sovorðið var í gjár – altso ikki reyðar pylsur og eplamos, men ein góður dagur.

Fyrst ringdi eg til læknan og bað um nýggja forsýning av gigtamedisini. Tað geri eg altíð við bivandi hjarta, tí eg noyðist at ringja millum klokkan 8 og 9 um morgunin, og eg hugsi altíð um, um nú læknin er sloppin at sova í nátt, ella um hann/hon hevur verið úti og bjargað onkrum undan neyð og elendigheit um náttina og nú er so móð, at hon gríslar tenn og físir eftir mær, tí eg ringi um sovorðið idiotiskt sum pínulinnandi, men nei – hon var fitt og glað sum vanligt – og eg fekk avgreitt míni ørindi. Fjúsi – eg havi sovorðna respekt fyri læknum – eg ræðist læknar!

Síðan ringdi eg til posthúsið í Sørvági, og tað svaraði. Ja – bara tað fekk meg ovurfegna. Tað stutta av tí langa, tí at posthúsið í Sørvági er lukkað og alt flutt til Miðvágs, sum so mangt annað er, síðan eg flutti aftur til heimbygdina. Men hví tey svaraðu á posthúsinum í Sørvági, veit eg ikki – har er framvegis lukkað.

Nå, tað, eg vildi, var at spyrja eftir einum brævi frá universitetinum, sum Turið hevur søkt inn á. Og henda í rørinum segði, at hon skuldi ringja aftur, tá hon kom til Miðvágs, tí har var allur posturin (grrr…). men hon ringdi sgu aftur, og tað er flott, tá hugsað verður um, hvussu lætt vit her í landinum taka tað við tænastum – a la, nei, vissi tað ikki liggur har á hillini, so hava vit tað ikki (hetta verður sagt, samstundis sum hon er um at sovna niður á kassan, men hvøkkur upp, tí hon er við at slúka tyggigummið). Ok – nú eri eg ljót!

Nå – eg fái so brævið á posthúsinum í Miðvági (god damm it!) og fari til Havnar – og her má eg skunda mær at skjóta uppí, at eg nú havi keypt mær ein iTrip til mína iPhone. Eitt keyp, sum hevur gjørt mítt lív so nógv betri, tí nú kann eg lurta eftir mína egna tónleiki úr telefonini í bilanlegginum.

Eg avgreiði míni ørindi á apotekinum við ank og fret, tí sjálvandi er tað skeivt, sum eg fái í fyrstu atløgu – og har má kannast og granskast, áðrenn medisinið verður leyslatið…

So inn í Rit og Rák – og eg veit, eg skuldi ikki verið farin – fátæk sum kirkjurottan, men eg keypi álíkavæl tvær (!) bøkur. Onnur er Min kamp, ikki tann hjá Hitler, men tann hjá Karl Ove Knausgård. Har hevur verið sovorðið kjak um hesa bókina, hann er ov nærgangandi, halda nógv, meðan onnur siga, hann vera genialan. Á veg yvir til diskin at betala síggi eg eina bók um femikrimi og taki hana við, hon kostar bara 91 kr: Tá eg nú skal liva av vatn og breyð til næsta lønarkjekk, so kann eg í øllum førum lesa ímeðan. Og eg royni av øllum alvi at rættvísgera hetta vanvidskeypið við, at bókasavnið í Sørvági, sum ikki enn er flutt til Miðvágs, bara er opið mikukvøld ein ella tveir tímar, og eg gloymi tað hvørja ferð, og kanska er tað slett ikki opið nú? kanska er bókavørðurin í summarfrí og so framvegis og so framvegis. Men innast inni veit eg, at um eg ikki fari rabundus økonomiskt av bókakeypi, so kemur loftið skjótt raplandi oman yvir høvdið á mær, tí tað er altso bara til eitt vist, hetta gamla húsið tolir av tonsatungum bókum uppi á loftinum!

Nå – so hitti eg dóttur mína, og vit drøna út á Argir og seta okkum báðar á eina song og hyggja at brævinum frá universitetinum, og hon torir næstan ikki at lata tað upp, men ger tað so, og tað fyrsta eg síggi er eitt reytt kort, har eg hómi okkurt adgang… og so lesur dóttirin fyrsta setningin, og so bresta vit báðar út í sjóðheitan grát,  god damm it! – men er tað løgið? Hetta er lívisins eydnuhjól – allir tínir framtíðardreymir liggja niðri í hesum brævinum – øh, nú gloymdi eg, tað var ikki eg sum kom inn, men dóttirin – men shit eg bleiv glað altso! Vit drønanðu niðan í Norðurlandahúsið at siga tað fyri Jacob, og har sá eg, at Sebastian kemur til Føroyar at syngja seinni í august, og tað má eg uppliva, hann dugir so væl at syngja, og eg hopi hann fer at syngja onkrar hjá Brecht! Og so feiraðu vit tað uppi í Bowlinghøllini við burgarum og vatni og cappuchino, sum smakkaði av ongum øðrum enn vatni, so í grundini kundi vit bara hildið fram at drukkið vatnið, sum longu stóð á borðinum. Null stjørna til cappochino, men fittur tænari.

Og so havi eg lisið eitt sindur av Min kamp – og hon er allar pengarnar verd longu. Eg sigi bara: skalt tú skriva væl, so skalt tú vera nokk so frekk og fandenivoldsk. Tað nyttar onki at vera fitt og hampulig – hvør tímir tað?

og so mátti eg seta meg niður nú og blogga um mín góða dag í gjár, sum sjálvandi er fullkomiliga líkagyldugur hjá øðrum at lesa um, enn mær sjálvari – sorry tit!

2 thoughts on “Góður dagur í gjár…

  1. Tað passar ikki, hetta var ein fantastiska spennandi dagur at lesa um. Serliga tá tú kom til iTrip-partin øhømm🙂
    Hip-hip hurra fyri góðar dagar, má tú fáa mangar fleir av hesum døgum!

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s