What´s the buzz

Nú eri eg liðug við Min kamp hjá Knausgård, og hon var góð, ongin ivi um tað.

Eg eri bara liðug við fyrsta bind, tí opinbart hevur hann fingið ein Jens Paula, tvs. eitt skriviflipp.

Og tað er gott.

Høvuðstemað í bókini er ein uppgerð við pápan, sum í fyrstu helvt verður lýstur sum ein happandi, ókerligur maður, og sum í seinnu helvt er eitt vrak, og sum doyr av drukk.

Tað áhugaverda við fyrstu helvt av bókini er serliga høvundurin, sum lýsir seg sjálvan sum ein kroystan smádrong og ungan mann, ið ikki torir at vísa nakrar kenslur, meðan hann, tá ið pápin er deyður, at kalla fer í upploysn: hann grætur næstan út í eitt av øllum og ongum, nær og hvar tað skal vera.

Tað, sum hugtekur meg mest, er tó reingerðin! Tá ið Knausgård og beiggin Yngve koma til húsini, har pápin hevur búð saman við mammu síni, altso ommu teirra, eru húsini í totalum forfalli. Lýsingin, av hvussu eitt hús kann fara í fordærv av, at ein hevur ligið inni og drukkið í fleiri ár, er framúr, men serliga upptakið, at kunna fylgja við í reingerðini, at fara við Knausgaard úr rúmi í rúm og vaska og blaka út: ikki bara órudd, men reguleran lort, modnað klæðir, skitt í løgum alla staðni og ringan lukt!

Sjálvandi skal hetta eisini skiljast á øðrum plani, men tað skal eg ikki koma inn á her.

Kom at hugsa um Oddvør Johansen og Lívsins summar, tá ið eg las bókina. Løgið kanska, tí tey líkist ikki á nakran annan hátt enn tað, at tey bæði duga væl at skriva.

Men í tí bókini lýsir Oddvør reingerð. Hvussu vindeygu verða blakað upp á víðan vegg; teppi og dýnur verða bukað og rist, tá ið fyrsti sóldagur kemur. Oddvør skal á sama hátt sum Knausgaard eisini skiljast á øðrum plani, men av tí at hon er kvinna, so fór ummælari, ið var maður, illa við henni, tí hvør tímdi at lesa slíkt tvætl sum snúði seg um reingerð og rudding?

Kvinnubókmentir, bwadr!

Eitt, sum hugtekur meg, er eisini hesi viðurskiftini, ið menn hava við sínar pápar. Amerikanski høvundurin Philip Roth skrivaði í 1991 Patrimony. A True Story, um pápan, sum var vorðin deyðsjúkur av svulli í heilanum. Eg helt tað vera øgiliga áhugavert at lesa bókina, av tí at viðurskifti millum faðir og son eru so ókend fyri mær. Eg eri jú hvørki faðir ella sonur og skilji tí ikki rættiliga hesar kenslurnar teirra millum. Tað er ikki bara Philip Roth, ið hevur skrivað um sítt fedranna upphav. Í bókmentum um allan heim eru hesi temu at finna, t.d. eisini hjá Per Petterson: Út at stjala ross og so tann gamla hjá Turgenjev, Faðir og synir.

Bæði eg og øll tey mongu, serliga kvinnur, ið dámar at lesa, halda at hetta er sera áhugavert og tað sjálvt um, tað er ein annar heimur enn okkara. Vit ætla okkum so ikki at finnast at eini bók, sum brúkar rættiliga nógv pláss til at lýsa reingerð!

Men sjálvandi, ummælarar hava funnið ein annan máta at gera gjøldur. Nú er áhugin fyri skaldsøguni ikki áhugi fyri skaldsøguni, men fyri rithøvundanum. Karl Ove Superstar er heitið á frásøgn í Informatión um seancu við Karl Ove Knausgård á bókamessu í Louisiana herfyri. Ummælarin, sum er kvinna, hevur á sama hátt sum eg fangað hetta við Jesupápanum. Hon veit, at lesarar eru fyri tað mesta kvinnur, menn tíma ikki at lesa. Og hon ger ein umvendan Carl Johan og fær tað at ljóða, at tað í grundini ikki er fyri skrivingina, Karl Ove er superstar, men fyri tann hann er. Onkur hevur spurt, hví Karl Ove ikki var á einum lista við tíggju teimum mest sexutu monnunum, og ummælarin greiðir frá, at á Louisiana er hann klárt á odda:

Det er en velkendt sag, at kulturlivet, ikke mindst litteraturen, langt hen holdes levende af modne middelklassekvinder, og her på Louisiana ser det ud til, at Karl Ove Knausgård har fundet sit publikum. Efter seancen signerer han bøger, og folk står i kø langt op ad koncertsalens trappe. To tredjedele kvinder, der er ude over den første ungdom. (Karen Syberg í Informatión 26. august 2010).

Ummælarin brúkar orð sum sky, genert og naiv fyri at lýsa Knausgård. Á henda hátt fær hon fram, at tað eru móðurkenslurnar, sum floyma yvir, tá ið allar hesar tilkomnu miðalstættarkvinnurnar koma at lurta eftir Knausgård.

Soleiðis ber til at snara øllum á og gera kvinnur til lallandi idiotar.

Eg føli meg rakta! Kanska dámar mær als ikki at lesa, kanska dámar mær bara smædnar, ungar menn. Álvaratos – tosa um begrebsforvirring!

One thought on “What´s the buzz

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s