At endurskapa heimin

Tað er munur á monnum: tá ið vit onnur deyðiligu vilja hava kamarið broytt, so tapetsera vit ella mála, men tá ið Mary og tey vilja hava kamarið broytt hjá ungunum, so biðja tey bara Kathrinu Ærtebjerg um at mála eitt málarí at hanga uppi yvir songini hjá Isabellu.

Tað var tað fyrsta, eg hugsaði, tá ið Turið og eg komu inn í høllini við nútímans danskari list á Statens Museum for Kunst í gjár. Har hekk eitt yvirstórt málarí av omanfyrinevndu damu, og tað setti líkasum barnakamarið hjá Isabellu og Christiani í perspektiv.

Vit vóru í grundini komnar at hyggja at The Brazil Series hjá Bob Dylan. Fyrsta málningaframsýningin hjá harra Dylan nakrantið. Tað var áhugavert, men tit skulu ikki vera kedd av, at tit ikki sleppa at síggja hana, tí sjálvt um eg noyðist at viðganga, at Bob dugir betur at mála enn eg, so haldi eg næstan, at Kinna hevði givið mær rætt í, at Bob dugir betur at yrkja enn at mála. Men: man kann nie wissen…

Harafturímóti var eg øgiliga imponerað av Bjørn Nørgaard. Hann hevur verið eitt slag av enfant terrible í Danmark. Øgiliga provokerandi, men harragud tað var stuttligt og imponerandi.

Ikki alt – treyðugt so: eg læt meg ikki imponera av pappeskjum fullum av gips ella av træpettum við stáltráðum festum í, og hevði eg verið Lene, kona Bjørn, so hevði eg verið fratør inn á hann; tí hann hevur skapt eina mynd av henni, sum er ein fýrakantað boks við holum og einari rúgvu av pinnum við smáum seðlum á. Hallov! What say you?

Eg vamlaðist av eini uppseting av krukkum við formalin við smáum pettum av einum rossi í, men so kom eg til hús og las um hetta og fann útav, at hetta var ein gomul uppseting, í grundini ein happening, sum fór fram í 1970, har eitt ross verður dripið og flett. Tað var gjørt sum eitt mótmæli móti Vietnamkrígnum, og sjálvt um eg haldi, at tað kanska var í yvirkantinum, so fingu hesar krukkurnar inni á Statens meg at vamlast, og tað er just sama kensla, sum kríggið í Vietnam gav mær á sinni!

Men so knappliga komi eg inn í eitt rúm, har tað stendur eitt langt betongborð við betongstólum aftanfyri og einum úr gulli í miðjuni. Framman fyri hvønn stól stóð ein tallerkur við einari ljósperu, og í miðjuni stóð glas við blóði í og eitt breyð við einum fepurstokki í. Hetta var heilaga kvøldmáltíðin, og tað var genialt, og eg skal ikki koma inn á, hvat eg hugsaði, men hetta var altso rættiliga gott og skapti størri áhuga fyri manninum og list hansara.

Eitt annað ótrúliga imponerandi verk var Wasserspiegel, flott uppsettar súlur við grisahøvdum omaná og allar við nøvnum á kendum politikarum, sum hvørki mær ella Bjørni dámar, eftir øllum at døma. Eitt rættiliga kraftugt politiskt statement.

Samanumtikið so er hetta ein sera spennandi listamaður, sum dugir mangt og hvat og uttan iva er ein góður handverkari eisini, og so sær hann út til at hava tað stuttligt; tað sást týðiliga í filmunum, sum vóru vístir á veggjunum, sum vóru av aktiónum, sum Bjørn Nørgaard hevur gjørt saman við Henning Christiansen. T.d. einari inni á Danmarks Akvarium, har teir báðir sita og hugna sær saman við alskyns fiskum – herligt.

Bjørn er riddari av Danabrók og mangt annað fínt. Hann hevur gjørt nakrar ótrúliga flottar gobelinir, sum hanga í Riddarasalinum á Christiansborg, og so hevur hann beint nú avdúkað modell av gravstaðnum hjá Margrethu og Heindriki í dómkirkjuni í Roskilde; so nú er hann neyvan longur ein enfant terrible.

Ein galisari við korti í høvdinum

So skjótt eg komi inn í ráðstevnuhølið í Palacio de Congresos e Exposicións, varnist eg logo hjá ráðstevnuni. Eitt logo sum er fullkomiliga ógjørligt at seta í bás, tað ímyndar ein fugl, hund, fólk og ivaleyst okkurt annað eisini. Tað hevur bein, veingir, stritoyru, krúlluhala, nev og annað mangt. Kroppurin er reyður, beinini eru í stuttum, bláum buksum, og inni í kroppinum eru plettir í øllum ælabogans litum, og litirnir komu út úr nevinum sum ein langur strimmil.

Stutt sagt ein genial mynd av teimum óendaligu møguleikunum, sum søgur hava. Alt er loyvt, tú kanst ímynda tær alt í senn og í einum. Søgur fullar av litum og møguleikum. Altso ongin konformitetur her, ongar fýrkantaðar strikur, men alt runt og bleytt.

Og rundur og blíður er teknarin Xan López Domínguez eisini. Hann er galisiari, las søgu á universitetinum í Santiago de Compostela, men sigur seg vera geograf við einum innbygdum korti í høvdinum. Tí tá ið eg fari yvir at tosa við hann og sigi, hvaðani eg eri, sigur hann beinanvegin: at har er kalt at búgva. Eg undrist og spyrji, um hann veit, hvar Føroyar eru, jú, tað veit hann; kortið tit minnast.

Eg tosi við tulki, sum tey plagdu at siga á heimamissiónsmøtum í sejytiárunum. Við mær er ein sjarmerandi og blíð kvinna, fødd í Bolivia og búsitandi á Vesterbro. Hon er myndprýðari sjálv og kennir til Xan, og tá ið hon hoyrir meg hálova logo, hann hevur gjørt, skipar hon beinanvegin fyri, at eg skal sleppa at práta við hann.

Xan er bæði blíður og tíður. Hann tykist halda tað vera sera stuttligt at tosa við eina kuldakráku har langt norðanífrá. Tá eg spyrji hann, um hann skrivar søgurnar sjálvur eisini, sigur hann, at hann nústani er farin at gera tað.

Bókin, Mis historias perdidas/Mínar burturmistu søgur, er fyrsta bók, har hann eigur bæði orð og myndir.

«Sometimes my lost stories come out and take flight, stories that sleep in me. Stories about wizards, about wizards with dragons, about friendly dragons, about sad dragons. Or the story of a shepherd lying on the grass who thinks he sees a goat flying over the bell tower.»

Annars hevur hann myndprýtt fyri onnur og ikki hissini myndprýðingar, í hvussu er einar 60 bøkur munnu tað vera higartil.  Hann tekur okkum við sær eitt sindur burturfrá mannamúgvuni rundan um seg og vísir okkum tekningar til eina nýggja bók, sum hann er í ferð við at gera lidna. Vit eru tær fyrstu at síggja tær, sigur hann; og um tað er rætt, ger mær tað sama. Hetta er stuttligt at síggja kortini. Søgan er um eina kettu og eina mús sum verða forelskað, og eg fari beinanvegin at hugsa um okkara Bárð Oskarsson, sum hevur teknað kettu, mús og hund, sum koma til ilnar, men so verða góð aftur.

Hesari kettuna og músini gongst ikki so væl, tað endar við, at tær doyggja, sigur Xan; og á seinastu myndini síggi eg eitt portur, sum tey bæði fara innum. Perluportrið, sigi eg á føroyskum, og hann skilir beinanvegin: ja, ja, sigur hann glaður. Ein rættilig Romeo og Julia romansa!

Santiago í Gomlustovu

Eg kann ikki lata vera. Eri stødd í Santiago de Compostela. Býnum við sama navni sum abbi mín Gomlustovujákup.

Eg eri nútímans pílagrímur, komin higar við flogfari og ikki yvir Pyrineurnar, sum var gamalt fyrr og nú, at døma eftir øllum teimum, sum hvønn dag koma inn í býin.

Býurin er nevnliga heilagur, skilt á tann hátt at hann sigst verða bygdur rundan um grøvuna há Santiago ella  Jákupi, sum vit høvdu sagt.

El pan es el baculo de la vida

Her eru nógvar ábendingar um pílagrímar og stavar. Inni hjá bakaranum, har tú kanst keypa tær eina kaku við santiago-krossinum á, hongur lýsandi mynd av kvinnum, sum heysta korn, tí, sum tað stendur uppi yvir myndini: so er breyðið nakað, tú kanst hella teg á. Tað er, sum tey vildu sagt í miðøldini: støttestaven.

Hetta er lítil býur, og tað tori eg at siga, sjálvt um eg komi úr einum pinkulandi, har allir íbúgvarnir lættliga høvdu rúmast í honum.

Her búgva um 90.000 fólk, og tað sæst, tí tá ið eg standi og bíði eftir at sleppa yvir um vegin, veittrar onkur undir liðini á mær til eina, sum koyrir framvið í bili. Og áðrenn eg veit av, er onkur steðgaður framman fyri mær á gøtuni, tí hann ella hon hevur sæð ein, hann/hon kennir.

Her er ótrúliga avslappandi at spáka sær; langar, smalar gøtur við ongari ferðslu, men her regnar, gud hálpi tú mær. Tú ert alla tíðina í vanda fyri at fáa spíssin á einum regnskjóli í eyguni, so her má ansast væl eftir.

Fá duga og skilja enskt av teimum, eg higartil eri komin í samband við. Tað eru sum oftast krambakallar og –konur, og fólk á kaffstovum. Men blíð eru tey flestu, og mangt kann gerast við teknmáli…

Konan á gistingarhúsinum Horreo (orreo við trýsti á orr), har eg búgvi, skilir ikki ein pinn av enskum, men hon er blíð og tíð, og sjálvt um vit eru javngamlar, fer hon dragsandi við mínum tunga kufferti upp á kamarið, og tá ið eg ætli mær út, peikar hon út í luftina og síðani á høvdið og letur eitt skáp upp og vil lána mær eitt regnskjól. Tað var soleiðis, eg kom eftir, at her so gott sum altíð kann væntast eitt æl.

Nú havi eg so keypt mær eina bók um býin og havi studerað vegir og støð, sum verd eru at hyggja eitt sindur eyka at.

Eg havi valt mær Praza da Quintana, tí har liggur Torre Berenguela, eitt yvirstórt klokkutorn, sum vónandi fer at ringja, tá tað sær meg koma framvið. Síðan verður tað kirkjan Martino Pinario, har bara altarið má hava kostað bæði sveitta og tár og nógvar pengar og síðan á torgið á Plaza da Algaliade Abaixo, men tað má vera um morgunin, tí tá gongur tað fyri seg har, sigur bókin hjá mær. Til síðst skal eg á Praza de Cervantes, tí har stendur stór standmynd av høvundanum av sama navni.

Og sjálvandi er katedralurin eina vitjan verdur. Í ár er heilagt ár hjá pílagrímum. Og  fólk streyma inn fyri at hoyra sítt navn verða nevnt í prædikuni og fáa serliga signing, og her eru so nógv, at turistar blídliga verða skumpaðir út, tí her er ikki rúm fyri teimum millum allar pílagrímarnar.

Nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, tí eg skal í grundini gera nyttu her eisini. Halda  fyrilestur á Ibby ráðstevnu um at skriva bøkur í einum minniluta samfelag.

Leygardagin skal slagið standa, og eg fari at folda meg út á skúlaenskum.