Ein galisari við korti í høvdinum

So skjótt eg komi inn í ráðstevnuhølið í Palacio de Congresos e Exposicións, varnist eg logo hjá ráðstevnuni. Eitt logo sum er fullkomiliga ógjørligt at seta í bás, tað ímyndar ein fugl, hund, fólk og ivaleyst okkurt annað eisini. Tað hevur bein, veingir, stritoyru, krúlluhala, nev og annað mangt. Kroppurin er reyður, beinini eru í stuttum, bláum buksum, og inni í kroppinum eru plettir í øllum ælabogans litum, og litirnir komu út úr nevinum sum ein langur strimmil.

Stutt sagt ein genial mynd av teimum óendaligu møguleikunum, sum søgur hava. Alt er loyvt, tú kanst ímynda tær alt í senn og í einum. Søgur fullar av litum og møguleikum. Altso ongin konformitetur her, ongar fýrkantaðar strikur, men alt runt og bleytt.

Og rundur og blíður er teknarin Xan López Domínguez eisini. Hann er galisiari, las søgu á universitetinum í Santiago de Compostela, men sigur seg vera geograf við einum innbygdum korti í høvdinum. Tí tá ið eg fari yvir at tosa við hann og sigi, hvaðani eg eri, sigur hann beinanvegin: at har er kalt at búgva. Eg undrist og spyrji, um hann veit, hvar Føroyar eru, jú, tað veit hann; kortið tit minnast.

Eg tosi við tulki, sum tey plagdu at siga á heimamissiónsmøtum í sejytiárunum. Við mær er ein sjarmerandi og blíð kvinna, fødd í Bolivia og búsitandi á Vesterbro. Hon er myndprýðari sjálv og kennir til Xan, og tá ið hon hoyrir meg hálova logo, hann hevur gjørt, skipar hon beinanvegin fyri, at eg skal sleppa at práta við hann.

Xan er bæði blíður og tíður. Hann tykist halda tað vera sera stuttligt at tosa við eina kuldakráku har langt norðanífrá. Tá eg spyrji hann, um hann skrivar søgurnar sjálvur eisini, sigur hann, at hann nústani er farin at gera tað.

Bókin, Mis historias perdidas/Mínar burturmistu søgur, er fyrsta bók, har hann eigur bæði orð og myndir.

«Sometimes my lost stories come out and take flight, stories that sleep in me. Stories about wizards, about wizards with dragons, about friendly dragons, about sad dragons. Or the story of a shepherd lying on the grass who thinks he sees a goat flying over the bell tower.»

Annars hevur hann myndprýtt fyri onnur og ikki hissini myndprýðingar, í hvussu er einar 60 bøkur munnu tað vera higartil.  Hann tekur okkum við sær eitt sindur burturfrá mannamúgvuni rundan um seg og vísir okkum tekningar til eina nýggja bók, sum hann er í ferð við at gera lidna. Vit eru tær fyrstu at síggja tær, sigur hann; og um tað er rætt, ger mær tað sama. Hetta er stuttligt at síggja kortini. Søgan er um eina kettu og eina mús sum verða forelskað, og eg fari beinanvegin at hugsa um okkara Bárð Oskarsson, sum hevur teknað kettu, mús og hund, sum koma til ilnar, men so verða góð aftur.

Hesari kettuna og músini gongst ikki so væl, tað endar við, at tær doyggja, sigur Xan; og á seinastu myndini síggi eg eitt portur, sum tey bæði fara innum. Perluportrið, sigi eg á føroyskum, og hann skilir beinanvegin: ja, ja, sigur hann glaður. Ein rættilig Romeo og Julia romansa!

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s