At endurskapa heimin

Tað er munur á monnum: tá ið vit onnur deyðiligu vilja hava kamarið broytt, so tapetsera vit ella mála, men tá ið Mary og tey vilja hava kamarið broytt hjá ungunum, so biðja tey bara Kathrinu Ærtebjerg um at mála eitt málarí at hanga uppi yvir songini hjá Isabellu.

Tað var tað fyrsta, eg hugsaði, tá ið Turið og eg komu inn í høllini við nútímans danskari list á Statens Museum for Kunst í gjár. Har hekk eitt yvirstórt málarí av omanfyrinevndu damu, og tað setti líkasum barnakamarið hjá Isabellu og Christiani í perspektiv.

Vit vóru í grundini komnar at hyggja at The Brazil Series hjá Bob Dylan. Fyrsta málningaframsýningin hjá harra Dylan nakrantið. Tað var áhugavert, men tit skulu ikki vera kedd av, at tit ikki sleppa at síggja hana, tí sjálvt um eg noyðist at viðganga, at Bob dugir betur at mála enn eg, so haldi eg næstan, at Kinna hevði givið mær rætt í, at Bob dugir betur at yrkja enn at mála. Men: man kann nie wissen…

Harafturímóti var eg øgiliga imponerað av Bjørn Nørgaard. Hann hevur verið eitt slag av enfant terrible í Danmark. Øgiliga provokerandi, men harragud tað var stuttligt og imponerandi.

Ikki alt – treyðugt so: eg læt meg ikki imponera av pappeskjum fullum av gips ella av træpettum við stáltráðum festum í, og hevði eg verið Lene, kona Bjørn, so hevði eg verið fratør inn á hann; tí hann hevur skapt eina mynd av henni, sum er ein fýrakantað boks við holum og einari rúgvu av pinnum við smáum seðlum á. Hallov! What say you?

Eg vamlaðist av eini uppseting av krukkum við formalin við smáum pettum av einum rossi í, men so kom eg til hús og las um hetta og fann útav, at hetta var ein gomul uppseting, í grundini ein happening, sum fór fram í 1970, har eitt ross verður dripið og flett. Tað var gjørt sum eitt mótmæli móti Vietnamkrígnum, og sjálvt um eg haldi, at tað kanska var í yvirkantinum, so fingu hesar krukkurnar inni á Statens meg at vamlast, og tað er just sama kensla, sum kríggið í Vietnam gav mær á sinni!

Men so knappliga komi eg inn í eitt rúm, har tað stendur eitt langt betongborð við betongstólum aftanfyri og einum úr gulli í miðjuni. Framman fyri hvønn stól stóð ein tallerkur við einari ljósperu, og í miðjuni stóð glas við blóði í og eitt breyð við einum fepurstokki í. Hetta var heilaga kvøldmáltíðin, og tað var genialt, og eg skal ikki koma inn á, hvat eg hugsaði, men hetta var altso rættiliga gott og skapti størri áhuga fyri manninum og list hansara.

Eitt annað ótrúliga imponerandi verk var Wasserspiegel, flott uppsettar súlur við grisahøvdum omaná og allar við nøvnum á kendum politikarum, sum hvørki mær ella Bjørni dámar, eftir øllum at døma. Eitt rættiliga kraftugt politiskt statement.

Samanumtikið so er hetta ein sera spennandi listamaður, sum dugir mangt og hvat og uttan iva er ein góður handverkari eisini, og so sær hann út til at hava tað stuttligt; tað sást týðiliga í filmunum, sum vóru vístir á veggjunum, sum vóru av aktiónum, sum Bjørn Nørgaard hevur gjørt saman við Henning Christiansen. T.d. einari inni á Danmarks Akvarium, har teir báðir sita og hugna sær saman við alskyns fiskum – herligt.

Bjørn er riddari av Danabrók og mangt annað fínt. Hann hevur gjørt nakrar ótrúliga flottar gobelinir, sum hanga í Riddarasalinum á Christiansborg, og so hevur hann beint nú avdúkað modell av gravstaðnum hjá Margrethu og Heindriki í dómkirkjuni í Roskilde; so nú er hann neyvan longur ein enfant terrible.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s