Frelsarin er afturkomin!

Waiting for the miracle

There´s nothing left to do.

I haven´t been so happy

since the end of World War II.

Nothing left to do

when you know that you´ve been taken.

Nothing left to do

when you´re begging for a crumb.

Nothing left to do

when you´ve got to go on waiting

for the miracle to come.


Og nú er undrið hent, og til teirra, sum enn bíða, skal eg bara heilsa og siga, at hann er komin! Jørn Astrup, altso.

Eg helt, eg var tann einasta, sum dugdi at síggja tragikomikkin, men fríggjamorgunin kom prikið frá Jákupi Veyhe, og hann sær tað eisini. Har var ein stutt hátíðarlig løta við stillum orgulspæli, meðan Jóannes Eidesgaard bjóðaði øllum á møti hjá Astrup.

Líka síðani eg hoyrdi gleðiboðskapin um, at hann skuldi koma aftur í skýnum, Jørn Astrup, altso, havi eg arbeitt við at gera eina nýggja bøn til Faðir vár, men havi uppgivið ferð eftir ferð, tí hetta er so stórt, at eg mangli orð.

Hvat skuldu vit gjørt uttan henda mirakulmakara, sum fær alt aftur at koyra sum smurt, sum sigur fakfeløgunum, hvar tey standa í hesum døgum. Fær sissa tey, so tey ikki finna uppá nakað býtt í berari ómegd.

Tí vit mugu øll standa saman í hesum døgum: tey, ið missa ferðastuðulin, og tey, ið missa studningin og bústaðin og arbeiði. Tí okkurt skulu vit gera fyri at gjalda henda ovurhonds ferðastuðulin til løgtings- og landstýrisfólk og til at løna stjórum, sum takk fyri seinast, og mangt, mangt annað marglæti.

Eg havi so stóra virðing fyri bankum, teir hava dugað so væl at vundið okkum um lítlafingur, at tað er gull vert. Vit hava næstan eitt persónlig forhold til bankaráðgevarar: mín bankaráðgevi, siga vit við droymandi eygum, tí ein bankaráðgevi hevur somu funktón sum ein sosialráðgevi ella ein sálarfrøðingur, og tað skilji eg væl, tí antin eru hesir seinnu ikki til at fáa fatur á, ella eru ráðini ikki til teir, ella eisini hava teir ongar loysnir uppá nakað, tí føroyska sosiallóggávan er ein elligomul táta, men ein bankaráðgeva, hann kanst tú altíð fáa fatur á og fáa eitt gott prát við.

Vit liggja eisini við nøsini í grúsinum, tá ið Tryggingarfelagið sigur seg hava latið Landsjúkarahúsinum eina ovurhonds dýra gávu, sum Landsjúkrahúsið ikki hevði havt ein livandi kjans fyri at keypt sjálvt. Tey í Tryggingarfelagnum eru so fitt, tey hava eyga fyri slíkum, sum kemur øllum til góðar, og vit nikka og eru púra samd um, at hetta er ein fantastisk gáva at lata, men tryggingarrokningarnar á borðinum hjá mær siga mær, at tað kanska eri eg og aðrir tryggingartakarar, sum áttu at staðið sum avsendarar.

Kapitalisman er genial, hon veit, hvussu týdningarmikið tað er at kyrra, fyri nú at siga tað á seyðamyndamáli. So er friður og ongin fári. Hasi rópini á Vaglinum í gjár verða skjótt gloymd, tað einasta, sum hevur týdning, er, hvør fær flestar atkvøður, tá tann tíðin kemur: Sjúrður Skaale ella Kári á Rógvu.

When you´ve fallen on the highway

and you´re lying in the rain,

and they ask you how you´re feeling

of course you say you can´t complain-

If you´re squeezed for information

that´s when you´ve got to play it dumb:

You just say you´re out there waiting

for the miracle to come.

(Leonard Cohen: Waiting for the Miracle)

One thought on “Frelsarin er afturkomin!

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s