Heyst

Vägen hem var mycket lång, och ingen har jag mött

Nu blir kvällarna kyliga och sena.

Kom trösta mej en smula, för nu är jag ganska trött,

och med ens så förfärligt allena.

Jag märkte aldrig förut, att mörkret är så stort,

Går och tänkar på allt det där man borde.

Det är så mycket saker, jag skulle sagt och gjort,

Och det är så väldigt lite jag gjorde.

Vit eru stødd í bussi á veg út í kirkju at syngja fyri seinastu ferð. Tá ið eg sigi vit, meini eg Vágakórið, Ljómur og Toftakórið. Hetta er seinasti dagur, og hýrurin er eitt sindur sorgblíður. Hetta er seinasti dagur í Finnlandi, tá ið vit hava sungið til festgudstænastuna, gongur leiðin á flogvøllin í Vasa og heim aftur til Føroyar.

“Nú kemur heystið,” sigur onkur. Og rætt er tað, bløðini eru byrjað at detta av trøunum, og trø eru nógv í hesum landinum, vindurin blæsir, og eitt lítið ístám er á grasfløtunum, ið fara súsandi framvið.

“Har er ístoka í luftini,” letur í einari undir liðini á mær. Hatta er tað, sum sjómenn, sum sigla í Grønlandi, hata. Ein niðurmókandi køld, toka.   

Hetta er landið hjá mumitrøllunum, Mumriki og teimum. Mumitrøllini eru tey, sum altíð bjóða øllum inn, tá ið tey koma at vitja. Tey eru ikki, sum ein ávísur persónur, sum noktaði at sita við sama borð, sum tvær konur, sum elskaðu hvør aðra. Og mangan er tað so, at tann tú hevur bjóðað innum, vísir seg at vera ein sannur fongur. Soleiðis var til dømis við Tofsluni og Vifsluni, sum onkrum ikki dámdi so væl í fyrstani, tí tær tosaðu so merkiliga:

”Hm,” segði Mumitrøllið. ”Og nú ætla tit so at vísa mær, hvat ið tit hava í taskuni?”

Tofslan og Vifslan nikkaðu spentar. Tær stillaðu seg hvør sínumegin taskuna og tosaðu álvarsliga: ”Eittsla, tveysla. TRÝSLA !” Og so lótu tær hana upp við einum bresti.

”Hetta var vorðið sum,” segði Mumitrøllið

Alt hetta lítla rúmið fyltist av mildum, reyðum ljósi. Framman fyri honum lá ein rubinur, so stórur sum høvdið á einum pantara, glógvandi sum sólsetrið, livandi sum eldur og glitrandi vatn.

”Dámslar tær hann?” spurdi Tofslan.

”Ja,” segði Mumitrøllið við veikari rødd.

”So grætslur tú ikki longslur?” segði Vifslan.

Mumitrøllið risti við høvdinum.

(Tove Jansson: Gandakalshatturin, s. 131-132, BFL, 2010)

Jag letar efter nånting, som vi kanske glömde bort,

och som du kunde hjälpa mej att finna.

En sommer går förbi, den är altid lika kort,

Den är drömmen om allt man kunnat vinna.

Du kommer kanske nångång, förr´n skymningen bliver blå

innan ängarna blir torra och tomma.

Kanske hittar vi varann, kanske hittar vi då på

något sätt att få allting att blomma.

Heimaftur komin síggi eg eina tankavekjandi sending í sjónvarpinum, sum Eir í Ólavstovu hevur staðið fyri. Eir er tikin úr leikum at gera slíkar sendingar. Hon hevur gefühl, og tað krevst til slíkar sendingar. Tað hevur hon prógvað fyrr í øðrum sendingum um fólk, sum antin standa á lívsins skuggasíðu ella sum ikki kunnu setast í ein kassa, har normaliteturin býr. Dugir so ótrúliga væl at lýsa hesi menniskjuni uttan at útstilla tey. Í staðin merkist, at hon er góð við hesi fólkini og roynir at seta seg inn í teirra viðurskfti, sum ikki altíð er so lætt, tá ið sinnið er við at hvørva.

Komi at hugsa um eina aðra bók, sum Bókadeildin hevur givið út: Heystið hjá ommu, eitur hon. Hon var givin út í samband við ein Alzheimer-dag. Hetta er ein vøkur myndabók, sum lýsir fyri einum barni, hvussu tað kann vera at fáa Alzheimer. Minni verða samanborin við bløð á trøunum, sum detta niður um heystið, tey ovastu fyrst og síðan so líðandi øll niðureftir. Ein mynd, sum skal lýsa, at mangan minnast tey gomlu ikki tað nýggjasta, men heldur tað, sum er hent í gomlum døgum, áðrenn alt fer.

Nu blåser storm därute och stänger sommarns dörr,

det är för sent för at undra och leta.

Jag älskar kanske mindre än vad jag gjorde förr,

men mer än du nånsin får veta.

Nu ser vi alla fyrar kring höstens långa kust

och hör vågorna villsamma vandra.

En enda sak är vigtig och det är hjärtats lust

och att få vara samman med varandra.

Føroyingar gera júst sum mumitrøllini. Vit syrgja fyri at nóg mikið er at eta allan veturin. So nú eru øll, sum kunnu, farin at reka og fletta og taka til høldar. Úr heitum, dampandi kroppum kemur kjøt at kóka og steikja, troyggjur kunnu bindast við stjørnumynstir um man vil. Garnatálg afturvið røstum fiski og vit leggja ikki petti í, at tað í grundini er alt ov feitt at eta rullupylsur og annað, tí tað smakkar so væl, og nú øll eru farin at renna fyri lívinum, hava vit jú brúk fyri feitti, annars verða vit skinn og bein.

Vit eiga ein fínan fotograf her í landinum, sum kanska ikki so nógv kenna, men hann hevur gjørt eina flotta bók um at fletta seyð, og so hevur hon eitt so musikalskt navn sum Heystsuita.

Tær flottu svørt/hvítu myndirnar vísa, at í flettingini kunnu vit øll geva okkara íkast, børn og vaksin, kvinnur og menn, og tí mugu vit sanna orðini hjá Tove Jansson, sum eigur orðini í hesum vakra sanginum Höstvisa, at tað hevur týdning at vera saman.

Skynda dej älskade, skynda att älska,

dagarna mörknar minut för minut.

Tänd våra ljus, det är nära till natten,

snart är den blommande sommaren slut.

2 thoughts on “Heyst

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s