Meðan vit bíða

Seinastu fyrireikingarnar eru langt síðani farnar í gongd. Tina er komin vestur og liggur vandrøtt í luftini og ruddar og gud viti alt.

Gamla her hevur gjørt reyðkál í gjárkvøldið, og nú er tað farið oman í hjallin at hvíla seg til í morgin, tá tað skal forterast saman við nøkrum dunnum.

Fyri fyrstu ferð í lívinum havi eg gjørt konfekt og karamelliserað súreplir saman við Rannvá – hetta súreplið sær eitt sindur kloddut út, men tað smakkar væl, skuldi eg heilsa og siga frá Rannvá.

Jólatræið varð pyntað seint í gjárkvøldið, vit noyddust at bíða eftir hjálp uttanífrá. Regin og Guðrið fingu við felags hjálp sett tað upp og kroyst tað inn í eitt horn í mínari alt ov lítlu stovu. Ikki løgið, at mitt nýggjársynski er at gerast millióningur, so eg fái gjørt okkurt við hetta dukkuhúsið.

Gávurnar eru komnar undir træið, og Rannvá eigur allar minus einar tvær til mín og Tinu – men sum eg sigi við Tinu, soleiðis er at nærkast pensjónsaldri – alt verður so forútsigiligt…

Eplini eru kókað, og klárt er at fara undir heita eplasalat a la Marin í Miðstovuni, og kjøtið liggur til reiðar at koyrast í ovnin, og við svøkum varma, sum bróður plagar at taka til – her í húsinum svørja vit til slow food.

Og so fann eg útav, at breyðið var moðið – og nú havi eg so lætt sum onganting elt mær tvey breyð, sum verða kryddað við oregano og smurd við olivinolju, áðrenn tey verða hird í ovnin um eina løtu.

Og so fari eg í holt við rís a la mande, tit, hesaferð ætli eg mær at royna uppskriftina í grams.fo

Orkidein er farin at blomstra aftur, hon er eitt ára gomul, fekk hana frá einum arbeiðskollega seinasta ár, tá mamma doyði. Eitt gott minni um mammu.

Køksgardinurnar eru stroknar og hongdar uppfyri, her gongur fyri seg tit, og Tina er um at gerast meira í ørviti, enn hon var frammanundan, tí beint nú boðar hon frá, at hon fer at smyrja sær eina sigarett. Gleðilig jól, sigi eg bara.

Tvístøða

Eg lurtaði eftir Hardtalk í morgun á BBC. Sera, sera áhugavert. Tann, ið var í eldinum, var Julian Assange. Ikki so øgiliga væl skorin fyri tungubandinum, men hví skuldi hann tað, tað er ikki júst fyri at tosa, hann er kendur, men fyri felagsskapin Wiki Leaks.

Tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg haldi hetta við Wiki Leaks vera sera áhugavert, og ofta hava eg havt hesi orð á munni: ‘Fanans tíð, komi tit aftur’, tá eg hoyri, hvat felagskapurin hevur megnað at avdúka av loyniligum skjølum.

Julian Assange varð rættiliga grillaður í samrøðuni, og eg veit ikki, um hann kláraði so øgiliga væl at svara, og tað undraði meg eitt sindur og ørkymlaði meg eisini. Onkursvegna vil eg hava henda mannin at vera perfektan. Men kortini, tá ið spyrjarin spyr, um hann ikki heldur tað vera órímiligt, at tað nú fer at verða trupult hjá diplomatum at samskifta við sínar ríkisstjórnir, tá teir altíð skulu vera í vanda fyri at verða avdúkaðir av Wiki Leaks, ja, so svarar Julian Assange nøkulunda soleiðis: Nei, yvirhøvur ikki, teir kunnu bara lata vera við at vera óheiðurligir. Ikki løgið, at spyrjarin rør fram undir, at Assange bæði er martýrur og ein messsias. Og hetta verður dyggiliga sementerað, tá Assange til spurningin, um hann ætlar at fáa fram ein betri heim, svarar, at tað ætlar hann so sanniliga, so er sakin klár. Maðurin er svakur!

Men hinvegin, hetta netið, har vit leggja alla okkara sál út til øll at hyggja at, ger eitt ella annað við okkum. Sjálvandi eri eg ikki so naiv, at eg rokni við, at alt verður lagt opið fram, og myndin, tú fært av einum á Facebook t.d. er sjálvandi ein eitt sindur forherliga mynd av tær, men kortini, hetta gongur røttu leið. Málið má vera, at so lítið sum gjørligt verður feiað undir gólvteppið, og at vit sleppa undan, at ting fara fram, sum ikki eru borðbar. Og her hugsi eg bæði í politikki og eisini heima við hús.

Men aftur til Julian – hann er ákærdur fyri at hava verið ónæriligur við tvær kvinnur í Svøríki, og hetta ljóðar ikki gott í mínum oyrum. Hann dugdi illa at snara sær undan hesum spurningunum, men eg má viðganga, at eg ivist í hesum ákærunum, í øllum førum ætli eg mær ikki at kolldøma arbeiðið hjá Wiki Leaks av hesi orsøk.

Men aftur til Wiki – meðan eg skrivi hetta, hoyri eg í tíðindunum um spenningarnar millum Norður- og Suðurkorea; eg má viðganga, at mær hevði dámt væl, um Wiki Leaks slap fram at loyniligum skjølum hjá hesum báðum londunum.

Livst so spyrst.

Er umboðsmaðurin transvestittur?

Tað spyrji eg meg sjálva, tá eg síggi mynd av honum í Dimmalætting 4. novembur í ár. Eg havi sæð hann onkuntíð í havnargøtum, og eg helt so vist, at tað var eitt konufólk, eg sá, men tá eg hyggi at myndini í Dimmu, so stendur at hon er ein maður, ja enntá ein umboðsmaður.

Ah – nú skal hon, sigur kanska onkur. Øll vita, at maður merkir menniskja, so hvat ger tað, um umboðsmaðurin er en kona?

Men jú – ditti eg mær at pástanda. Øll hesi nomina agentis orðini, sum flestu eru av kallkyni, tey gera eina avmyndan av kalli í huganum á tær, bæði børnum og vaksnum. Tað eru gjørdar óteljandi kanningar av hesum, og allar siga sum við ein munn, at sigur tú maður, so hugsar tú um ein mann við mannligum kynsgøgnum.

Eg havi enntá sjálv gjørt eina kanning: Í 2009 skrivaði Granskingarráðið út eina kapping fyri børn um at tekna ein granskara. Tilsamans 230 tekningar komu inn, og tað var hampiliga javnt kynsbýti millum tey, ið teknaðu: 103 dreingir og 127 gentur. Tað, sum ikki kom óvart á meg í øllum førum, var, at av teimum 230 tekningunum vóru 146 av monnum, 21 av kvinnum og 5 av báðum kynum. Tá læt eg 58 av tekningunum fara í eina kynsnevtrala pulju, tí tað ikki kundi sigast við vissu, hvat kynið var. Tað, sum eisini var tankavekjandi, var, at tað bara vóru gentur, sum høvdu teknað teir 21 kvinnuligu granskararnar, og somuleiðis vóru tað eisini bara gentur, sum høvdu teknað tekningarnar av granskarum av báðum kynum á somu mynd.

Tað eru helst fleiri grundir til, at støðan er sum hon er, men eg kundi hugsað mær í hvussu er tvær: heitið er kallkyn, og gentur og dreingir vita als ikki av, at kvinnur eru granskarar.

Júst í hesum føri við umboðsmanninum er púra greitt, at í staðin fyri at geva stovninum kall- og kvennkyn, so ber til at geva honum hvørkikyn. Løgtingsins umboð – hví ikki? Eg meini, er tað so øgiliga umráðandi at vita, hvat kyn eitt umboð er? Nei, ha? Tað er stovnin, tað snýr seg um. Men tað er tað so eyðsýniliga ikki kortini, tí tað tykist galda lív og deyða at fáa henda mannin skoyttan uppí alla staðni. Herfyri hava menn (fyri líka sum at halda meg innanfyri jargonin) gingið hús úr húsi og skrivað í manntal. Rættiliga bíbilskur tanki nú tað nærkast jólum.

Í oddagreinini í sama blaði, har mynd er av ‘umboðsmanninum’, øtast greinskrivarin yvir eina kanning, sum gjørd er av norðurlendskum ungdómi, har tað tykist, sum føroyskur ungdómur er fleiri bátslongdir aftanfyri, tá talan er um fatan av demokrati. Og at tað má vera manglandi demokratisk sinnalag, sum ger, at okkara ungu skilja seg fullkomiliga burturúr øllum øðrum norðurlendskum ungdómi, hvat viðvíkjur fatan av kyni og javnstøðu, er neyvan nakar ivi um.

Tað stendur ómetaliga illa til og ikki bara hjá dreingjum, men sanniliga eisini hjá gentum. Í miðal 84,7 % av dreingjum og 94,2 % av gentum í Norðurlondum siga ja til, at kvinnur og menn skulu hava líka rættindi, meðan tølini fyri føroyskan ungdóm eru ávikavíst 57,6 % fyri dreingir og 79,4 % fyri gentur.
29,4 av føroyskum dreingjum og 12 % av gentum halda, at kvinnur helst eiga at vera heima við hús, meðan miðaltalið fyri Norðurlond sum heild er 13,2 % av dreingjum og 4,5 % av gentum. Hetta stendur í skríggjandi andsøgn til, at vinnutíðleikin hjá føroyskum kvinnum er uppi á 83 % og er hægstur í Norðurlondum. Og nú gloymdi eg at siga, at kvinnur fáa 50 % minni í løn í miðal enn føroyskir menn, og alt kann ikki smyrjast av á niðursetta tíð. Tað er munur á inntøkum hjá monnum og kvinnum, eisini í hinum Norðurlondunum, men vit eru umleið 30 % frammanfyri hini, so onkustaðni skora vit, um ikki í Pisa. Spurningurin er so, um vit skulu vera errin av hesari skoringini.

Oddagreinskrivarin vil geva skúlanum skyldina av, at so illa stendur til, og ongin ivi er um, at skúlin hevur stóran part av skylduni. Í Føroyum eru als ongi stig tikin til at taka spurningin um javnstøðu upp í skúlasamanhangi. Tað veri seg í beinleiðis undirvísing, tilfari, skeið fyr lærarum og mangt annað. Meðan tað í hinum Norðurlondunum verða gjørd fleiri tiltøk fyri at menna demokratifatanina hjá uppvaksandi ættarliðnum, so darla vit sum so mangan áður fleiri reipslongdir aftanfyri.

Men sjálvandi ber ikki til at geva skúlanum alla skyldina. Alt føroyska samfelagið er gjøgnumsúrgað av patriarkalskari trúgv, tað sæst aftur í tíðindaflutningi, máli, arbeiði, politikki og you name it.

So eg sigi sum teir gomlu prestarnir: tað skal sterkur løgur til skurvut høvur.