Tað spyrji eg meg sjálva, tá eg síggi mynd av honum í Dimmalætting 4. novembur í ár. Eg havi sæð hann onkuntíð í havnargøtum, og eg helt so vist, at tað var eitt konufólk, eg sá, men tá eg hyggi at myndini í Dimmu, so stendur at hon er ein maður, ja enntá ein umboðsmaður.
Ah – nú skal hon, sigur kanska onkur. Øll vita, at maður merkir menniskja, so hvat ger tað, um umboðsmaðurin er en kona?
Men jú – ditti eg mær at pástanda. Øll hesi nomina agentis orðini, sum flestu eru av kallkyni, tey gera eina avmyndan av kalli í huganum á tær, bæði børnum og vaksnum. Tað eru gjørdar óteljandi kanningar av hesum, og allar siga sum við ein munn, at sigur tú maður, so hugsar tú um ein mann við mannligum kynsgøgnum.
Eg havi enntá sjálv gjørt eina kanning: Í 2009 skrivaði Granskingarráðið út eina kapping fyri børn um at tekna ein granskara. Tilsamans 230 tekningar komu inn, og tað var hampiliga javnt kynsbýti millum tey, ið teknaðu: 103 dreingir og 127 gentur. Tað, sum ikki kom óvart á meg í øllum førum, var, at av teimum 230 tekningunum vóru 146 av monnum, 21 av kvinnum og 5 av báðum kynum. Tá læt eg 58 av tekningunum fara í eina kynsnevtrala pulju, tí tað ikki kundi sigast við vissu, hvat kynið var. Tað, sum eisini var tankavekjandi, var, at tað bara vóru gentur, sum høvdu teknað teir 21 kvinnuligu granskararnar, og somuleiðis vóru tað eisini bara gentur, sum høvdu teknað tekningarnar av granskarum av báðum kynum á somu mynd.
Tað eru helst fleiri grundir til, at støðan er sum hon er, men eg kundi hugsað mær í hvussu er tvær: heitið er kallkyn, og gentur og dreingir vita als ikki av, at kvinnur eru granskarar.
Júst í hesum føri við umboðsmanninum er púra greitt, at í staðin fyri at geva stovninum kall- og kvennkyn, so ber til at geva honum hvørkikyn. Løgtingsins umboð – hví ikki? Eg meini, er tað so øgiliga umráðandi at vita, hvat kyn eitt umboð er? Nei, ha? Tað er stovnin, tað snýr seg um. Men tað er tað so eyðsýniliga ikki kortini, tí tað tykist galda lív og deyða at fáa henda mannin skoyttan uppí alla staðni. Herfyri hava menn (fyri líka sum at halda meg innanfyri jargonin) gingið hús úr húsi og skrivað í manntal. Rættiliga bíbilskur tanki nú tað nærkast jólum.
Í oddagreinini í sama blaði, har mynd er av ‘umboðsmanninum’, øtast greinskrivarin yvir eina kanning, sum gjørd er av norðurlendskum ungdómi, har tað tykist, sum føroyskur ungdómur er fleiri bátslongdir aftanfyri, tá talan er um fatan av demokrati. Og at tað má vera manglandi demokratisk sinnalag, sum ger, at okkara ungu skilja seg fullkomiliga burturúr øllum øðrum norðurlendskum ungdómi, hvat viðvíkjur fatan av kyni og javnstøðu, er neyvan nakar ivi um.
Tað stendur ómetaliga illa til og ikki bara hjá dreingjum, men sanniliga eisini hjá gentum. Í miðal 84,7 % av dreingjum og 94,2 % av gentum í Norðurlondum siga ja til, at kvinnur og menn skulu hava líka rættindi, meðan tølini fyri føroyskan ungdóm eru ávikavíst 57,6 % fyri dreingir og 79,4 % fyri gentur.
29,4 av føroyskum dreingjum og 12 % av gentum halda, at kvinnur helst eiga at vera heima við hús, meðan miðaltalið fyri Norðurlond sum heild er 13,2 % av dreingjum og 4,5 % av gentum. Hetta stendur í skríggjandi andsøgn til, at vinnutíðleikin hjá føroyskum kvinnum er uppi á 83 % og er hægstur í Norðurlondum. Og nú gloymdi eg at siga, at kvinnur fáa 50 % minni í løn í miðal enn føroyskir menn, og alt kann ikki smyrjast av á niðursetta tíð. Tað er munur á inntøkum hjá monnum og kvinnum, eisini í hinum Norðurlondunum, men vit eru umleið 30 % frammanfyri hini, so onkustaðni skora vit, um ikki í Pisa. Spurningurin er so, um vit skulu vera errin av hesari skoringini.
Oddagreinskrivarin vil geva skúlanum skyldina av, at so illa stendur til, og ongin ivi er um, at skúlin hevur stóran part av skylduni. Í Føroyum eru als ongi stig tikin til at taka spurningin um javnstøðu upp í skúlasamanhangi. Tað veri seg í beinleiðis undirvísing, tilfari, skeið fyr lærarum og mangt annað. Meðan tað í hinum Norðurlondunum verða gjørd fleiri tiltøk fyri at menna demokratifatanina hjá uppvaksandi ættarliðnum, so darla vit sum so mangan áður fleiri reipslongdir aftanfyri.
Men sjálvandi ber ikki til at geva skúlanum alla skyldina. Alt føroyska samfelagið er gjøgnumsúrgað av patriarkalskari trúgv, tað sæst aftur í tíðindaflutningi, máli, arbeiði, politikki og you name it.
So eg sigi sum teir gomlu prestarnir: tað skal sterkur løgur til skurvut høvur.
Áhugaverdur lesnaður Marna. Eg havi øst meg um hesi tingini. Serliga ill eri eg inná Manntal, so alvorliga, at eg nokti at utfylla skjalið, tá tað einaferð kemur. Har hava sitið eini 4 menn og gjørt av, í reinum stalinistiskum stíli, at manntal er heitið. Okkurt kjak hevur verið, men er feigað av borðinum. So teir skulu eiga sítt manntal fyri mær. Veit væl, at øll hagtølini eru tiltrongd og bla, bla, bla, men tá so lítil ómakur liggur aftanfyri vællærdar menn, so fáa teir onki afturfyri frá mær. Nå!!!!
So er tað tað … hvat er at gera. Vit kunnu so byrja við, at undirvísa í demokratii í skúlanum. Søgubøkurnar tala teirra klára mál jú.
ja, hatta manntalið – harragud tað er vánaligt. Havi enntá latið mær fortalt, at kvinnufeløg bóðu teir um ikki at brúka hatta heitið, men nei, smáligheitin er øgilig.
Eg sigi sum tú, ongin skal skriva meg í manntal – tað skal bara mangla!
Ja, Kvinnufelagasamskipan Føroya var bjóðað til hoyringar saman við Javnstøðunevndini, og eftir hetta sendi Kvinnufelagasamskipanin mótmæli til nevndina handa fólkateljingsarbeiðið, sum seinni bleiv doypt Manntal.
Eitt, sum er rættiliga áhugavert í hesum er, at tá KSF var til hoyringar, var dentur sjálvandi lagdur á javnstøðu, bæði í málsligari orðing av spurningum og hvussu kanningin skuldi fara fram.
Til dømis at tað ikki nyttar at spyrja eina konu um hon hevur fingið abort meðan maður hennara situr og lurtar eftir svarinum – tað er absolutt ongi sannlíkindi fyri at allar kvinnur fara at siga sannleikan til ein slíkan spurning, um tað ikki verður gjørt á rættan hátt.
Eitt annað áhugavert er, at navnið var ikki endaliga avgjørt tá hoyringsfundurin var, og hóast feløgini heittu á nevndina um ikki at brúka Manntal, so varð tosað fyri afturlatnum oyrum.
Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so er navnið meira ella minni komið frá Føroyamálsdeildini. Tí nevndin handan fólkateljingsarbeiði setti seg í samband við Jógvan í Lon Jacobsen, sum helt at orðið Manntal var eitt gott heiti til fólkateljingina.
Og tá eg spurdi hann um hetta, so nevndi hann til dømis, at ofta var tað gott at orð fingu eitt slag av renessansu.
Tað er í mínum høvdið nakað forbannað vrøvl (og nú banni eg sjálvan jólaaftan, men tað gerst ikki við), tí at geva einum orði renessansu má vera í samband við sunna fornuft, og tað er tað aldeilis ikki í hesum førinum
Um ikki annað, so eru vit fleiri, ið ikki vera skrivaðar í teirra Manntal.
Eg eri kona og ikki maður. Um teir vilja telja meg, kunnu teir koma við einum fólkateljing ella einum Konutali.
Tær, eg minnist beint nú, eru vit tríggjar og Randi Meitel.
Gleðilig jól
Gloymdi slóðina eg skuldi vísa tykkum á:
http://www.kvinnufelag.net/index.php/tema/folkateljing/87-folkateljing.html
Haldi tað er totalt langt úti ikki at viljað skriva seg í manntal bara tí at heiti er sum tað er. Tað kann gott vera, at tað burdi itið okkurt annað, men samfelagið hevur tørv á upplýsingunum í spurnarblaðnum. Um kvinnur skulu fáa sjónarmiðini fram, so er neyðugt at brúka onnur amboð. Vit noyðast at byrja í barnagarðinum og so í skúlanum. Haraftrat skulu kvinnur velja kvinnur inn á ting, og við tíðini fáa vit líka tal í tinginum, tað man fara at hjálpa.
Málið eigur at vera soleiðis, tað eigur at standa manntal. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis eigur tað at vera. Tað eru bara egoistiskar kvinnur, ið ikki kunnu liva við at menn eru fólk. Sjálvt í bíbliuni stendur at øll skuldu skrivast í manntal. Tað hevur einki við mannfólk og konufólk at gera.
Menn = fólk. Man skal ikki taka tað so nær. Nakað annað er, at tey flestu orðini í orðabókini eru í kallkyni, men tað kann so broytast, men man kann ikki bara broyta málið soleiðis. Eitt orð skal ikki oyðileggja tey føroysku hagtølini. Yvirskriftin er líka mikið, men innihaldi er tað týdningarmikla.
At málið eigur at vera soleiðis, tí tað altíð hevur itið manntal er ikki rætt. Eg haldi avgjørt at menn eru fólk, men eg haldi ikki, at kvinnur eru menn. Tí mótmæli eg, at verða skrivað í manntal. hetta er eitt avoldað orð, og vit hava eitt nógv betri, nevnliga fólkatal, og har kunnu øll vera við, bæði kvinnur og menn. Tá ið tað stendur, at øll skulu skrivast í manntal í Bíbliuni, merkir tað netupp at kvinnur ikki vóru taldar við. Tað er tí, tað er so týdningarmikið ikki at enduruppfinna eitt avoldað orð, tá ið vit nú hava eitt gott orð sum fólkatal.
Ongin ætlar at broyta øll orð í føroyska málinum, tað einasta eg vildi ynskt var, at vit kundu vant okkum við at brúkt bæði góð og gomul føroysk orð, sum ikki eru kynsekskluderandi, tá ið tað ber til, og júst í hesum føri ber tað væl til!
Eg eri púra ósamd. Hví skal tú ikki kunna skrivast í manntal av einum orðið?
eg haldi eg havi svarað spurninginum fleiri ferðir nú