Nú havi eg gjørt, sum Árni Zachariassen bað: eg havi hugt eftir sendingini um Victoriu Wild. Tvs. eg misti byrjanina, tí ommudótturin mátti sleppa at síggja ein part av No Ordinary Family lidnan.
Eg kom inn í sendingina, tá Victoria situr við sushi og tosar um etingarólag.
Eg eri glað fyri, at eg havi hugt at sendingini, tí annars hevði eg ikki verið frægari enn Jenis av Rana, Gerhard Lognberg og sovorðnir, sum øsa seg um ymiskt t.d. Ginusøgurnar á sinni, uttan at hava sæð tær.
Og eg má viðganga, at eg framvegis haldi, at tað ikki var pengarnar (les kringvarpsgjaldið) vert at senda hetta.
Men ok, eg fekk so argumentini hjá Victoriu við um, hví tað hevur so stóran týdning at strippa. Men eg má siga, at mínir fordómar ikki fingu nakað skot fyri bógvin. Hetta er nakað tað sama, sum flestir stripparar hava á lofti, tá tær skulu rættvísgera fakið innan tænastuvinnuna.
Eitt sum sló meg, var samanberingin, hon gjørdi millum seg sum strippara og flakakonur. Og har má eg loyva mær at vera ósamd. Tað er als ikki tað sama! Flakakonan selur ikki sín kropp, men sína arbeiðskraft, munurin er himmalvíður. Rokni ikki við, at flakakonur halda tað vera sexut at arbeiða í flaki og hondina á hjartað, tað er tað á ongan hátt.
Tað, sum skelkaði meg mest var toppleysa serveringin! Í orðabókini hjá Sprotanum fann eg orðið lutliggerð, tað má vera rætta orð at lýsa hetta við! Ungdómar sluppu at handska bróstini á henni, meðan hon gekk runt á vertshúsinum við bróstunum hangandi uttanfyri klæðini. Um hetta ikki er ringasta niðurgering av sær sjálvari, so veit eg ikki, hvat niðurgering er!
Tá eg sá hana strippa fyri komandi brúðgóminum, hugsaði eg við mær: neyðars brúður. Eg haldi, eg hevði biðið mín komandi brúðgóm riðið og reist, um eg visti, hvat hann hevði gjørt dagin fyri brúdleypið. Hugsaði, at kanska eg var nakað snerput og spurdi tí onkrar av mínum medsystrum, og ongin teirra var ósamd. Men tær kanska ræðast meg, hvør veit? Ella eru vit bara allar snerputar.
Medsystrar, ja. Eg havi hoyrt nógv tos um hesa sendingina. Og tað er sera áhugavert at hoyra ymsu meiningarnar um hana. Ella tað vil siga, ymsar eru tær nú ikki kortini. Ein bólkur heldur tað vera út av lagi vánaligt av SVF at senda hetta. Tað er stór synd í gentuni, siga tey. Hon hevur brúk fyri sálarhjálp heldur enn at verða útstillað. Hin parturin slevar, sleikir sær um varrarnar, flennur niður fyri seg og tosar um boppur og sex. Git hvat kyn er flest av í hvørjum bólki?
Sjálv haldi eg, at Victoria Wild ger gentum og kvinnum eina ringa tænastu: Hon slær fast við sjeytummaseymi, at tað er í fínasta ordan at síggja niður á gentur og tískil gera seg inn á tær. Hon heldur lív í júst tí sama, sum hon sjálv hevur verið útsett fyri sum smágenta: skemd. Hetta ljóðar kanska óluksáliga hart at siga, men jú oftari og meiri tú sært kvinnur verða gjørdar til lutir og lýstar sum sexobjekt, jú legalari er tað, at gera seg inn á tær! Tær biðja jú um tað ikki sannheit, neyðtøkuoffrini. Hygg bara at lýsingini hjá mætu fyritøkuni Dolce & Gabbana.
Legaliseringin ella tilvenjingin er at finna í sexvinnuni á sama hátt sum harðskapsvinnuna, har vit óttast avleiðingarnar av at børn og ung brúka so nógva tíð uppá hesi vamlisligu internetsíðurnar og telduspølini, har harðskapur og ráskapur er alfa og omega.
Eitt, sum eg helt vera áhugavert og sigandi í sendingini, var tað provokativa í at brúka tjóðbúnan og Merkið í arbeiðinum sum strippari. Hetta er eisini nakað, ið hevur øst nógv fólk upp. Sjálv kann eg ikki øsa meg upp um tílíkt. Tjóðbúnin er eftir mínum tykki ikki heilagur, so fólk kunnu brúka hann, sum tey vilja, og tað gera tey væl eisini. Og Merkið hevði tað fínt, har tað var. Júst hetta var eftir mínum tykki bara eitt prógv um, at Victoria Wild dugir at selja seg! Tað kann ikki takast frá henni.