Meðan vit tosa um kringvarpsgjald

Tá eg var ung og eldhugað, plagdi eg at stríðast nógv ímóti følskum ímyndum av konufólki. Konufólk, sum lógu oman á bilum og traktorum í næstan ongum klæðum, tær høvdu als onki við bilar og traktorar at gera, tí tað mundu vera fáar teirra, sum áttu traktor ella koyrdu bil líka nógv sum mannfólk. Eg var ung í sjeytiárunum, má eg skunda mær at viðganga, og tá var alt so nógv øðrvísi enn í dag.

Hetta er nokkso vanligt at siga: at alt var øðrvísi fyrr, men munurin er tó tann, at eg sigi ikki, sum tey plagdu at siga fyrr: at alt var nógv betur fyrr, men tvørturímóti, so var alt nógv verri fyrr.

Kvinnur vóru læstar fastar í leiklutir, sum menn defineraðu. Størsta íkast teirra var at føða børn, ala tey upp og geva øllum at eta og lata tey í. Og tað vart tú ikki respekterað fyri: respekt var nakað, tú ognaði tær av løntum arbeiði og vøddum.

Vit, sum tá talaðu harðliga at hesi altoyðileggjandi myndini av kvinnum sum føðimaskinu og elskarinnu, vóru sagdar at gera tað tí 1) vit vóru lesbiskar 2) vit hataðu menn 3) vit vóru so misháttar, at vit fingu ikki menn

Í dag kann eg leggja eitt aftrat: øvundsjúku, tí at eg nú eri so tilkomin, at eg ikki kann samanbera meg við Victoria Wild til dømis. Eg fari aldri at gerast s. 9 genta í Ekstrablaðnum, og tað hevur sjálvandi altíð verið mín størsti dreymur.

Victoria Wild, ja. Í gjárkvøldið sá eg ein bita av einari sending um hesa gentuna. Eg skundaði mær at fara av SVF –rásini, tí eg gerist stutt sagt sjúk inn í sálina at síggja tílíkt idiotiskt slutur.

Tað tykist meira og meira legalt, at miðlar geva rúm fyri hesari niðurgeringini. Í staðin fyri at brúka teir fáu pengarnar, kringvarpið sigur seg eiga, til barna- og ungdómssendingar, mentanarsendingar, undirhaldsendingar ella t.d. eina kanning av føroyska loftrúminum og CIA, so velur man nakað so innantómt sum at fylgja einari strip tease dansarinnu í arbeiði.  Álvaratos – hvar er logikkurin?

Men tendensurin er tann sami her sum aðrastaðni, nú skulu kvinnur kroystast niður aftur í hesar leiklutirnar sum sex-objektir.

Nýliga hevur verið ein sending í danska sjónvarpinum, har prostitueraðar greiða frá, at nei, tær eru yvirhøvur ikki noyddar at prostituera seg, tær gera tað við beráddum huga, tí teimum dámar sex og pengar.  Og so skítur man høgt og flott uppá, at tað ber altso til at fáa bæði sex og pengar uttan at prostituera seg! Og man skítur eisini høgt og flott uppá tær óteljandi gentur, sum gera tað vegna rúsevnismisnýtlsu, tí tær sjálvar hava verið seksuelt misnýttar sum børn og so allar tær neyðars gentur, sum koma eystanífrá av neyð, ella tí tær eru noyddar til hetta av pengagrískum fólki.

Eg havi mangan hugsað um, hvussu tað ber til, at kvinnur so glaðbeintar vilja vísa sín nakna kropp fram. Umvent sært tú sera sjáldan pissilingin á einum manni á myndum ella filmi, hann hevur altíð eitt handklæði ella okkurt fyri, men kvinnur tær kunnu liggja sum várharra hevur skapt tær á hvørjari blaðsíðu og filmi, sum um onki var.

Herfyri hoyrdi eg kjak um, hvørt tað var uppá tíðina, at menn eisini fóru at vísa seg naknar, men tað vóru menninir, sum tóku lut í kjakinum, als ikki samdir í fór at gera teir frælsari. Eg eri nokk so vís í, at menn ansa væl eftir at hava sín integritet órørdan við ikki at blotta seg. Tað er jú gamalt, at tú mást ikki blotta teg, leggja alt opið fyri fólki, tað missir tú valdið av. Og soleiðis er tað í veruleikanum, tú hevur onki eftir at forhandla við, tá tú hevur lagt teg nektaða framman fyri øllum.

Victoria Wild má fyri mína skyld gjarna strippa í føroyskum klæðum, bispakápu ella við útróðrarskríni, eg skilji bara ikki, at okkara almenni miðil, Kringvarpið, vil brúka pengar uppá sovorðið høvuðleyst tvætl, sum samstundis er ein niðurgering av kvinnukyninum.

3 thoughts on “Meðan vit tosa um kringvarpsgjald

  1. Nógv góð poeng, men tú skuldi tikið og hugt eftir allari sendingini. Hon er langt frá ein romantisk hálovan av striptease, sum tú tykist at halda hana vera (og eg var bangin fyri at hon fór at vera). Heldur tvørturímóti. Victoria Wild greiðir frá hvussu hon varð kynsliga misnýtt sum 11 ára gomul, hvussu hon hevur roynt at gjørt sjálvmorð og hvussu hon enn stríðist við sína kropsmynd, sum hon roynir at kontrollera við bulimi. Tá ið eg hevði hugt eftir sendingini, tók eg veruliga synd í Victoriu. Hon hevur eyðsæð nakrar djúpar trupulleikar, sum hon roynir at fiksa uppá ringast hugsandi máta. Vit nærkast okkum veruliga Michael Jackson økinum, har hon fysiskt broytur uppá kroppin fyri at fáa tað betri í sálini. Av tí sama verður hennara nakinleiki ígjøgnum sendingina veruliga óvirðiligur. Tað er einasta orðið, sum eg klári at koma í tankar um. Kroppurin hjá henni gerst eitt ting, sum hon selur so at onkur, bara onkur, dámar og viðurkennur hann. Heilt ótrúliga syrgiligt.

  2. Point taken. Eg fari at hyggja at allari sendingini, so fáa vit at síggja, um eg krúpi til krossin aftaná.

  3. Góð grein, Marna. Men við útvarpsroyndum í trý áratíggju veit eg, ella haldi eg meg vit, nær eitt gott evni er undir uppsigling. VW (jú, eitt slag av Fólkavogni er hon) er tað besta eg kundi hugsað mær at fortalt um í einum kringvarpsmiðili. Vakurt á yvirflatuni, grimt aftanfyri og undir øllum. Og sendingin skuffaði ikki. Ein lagnusøga á altjóða støði, sum ikki er fremmandari enn so, at hon er tikin úr okkara egna veruleika. Haldi, at søgan er tølandi – fascinerandi. Kraftin í tí tølandi, fascinatiónini, er skiftið millum tað vakra og dragandi og tað grima, sum stoytir frá. Soleiðis kendist sendingin. Brávøkur í støðum, men oftast ræðandi. Bravo!

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s