War

War-huh
What is it good for?
Absolutely nothing
Say it again

Soleiðis endar filmurin, har Jack Black spælir Gulliver, sum kemur til Pinkulingaland.

Bókin hjá Jonathan Swift er filmatiserað til bæði biograf og sjónvarp fleiri ferðir. Hetta var so tann seinasta útgávan, sum eg og Rannvá og Simona vóru til í vikuni.

Hvør kann standa ímóti hesum setninginum: Omma, er tað ikki ræðuliga langt síðani, vit vóru í Sunset og ótu.

Jú, jú, bedýrar omman og fer fresandi oman í býin eftir báðum ommudøtrunum og so í SMS at eta. Síðan oman í Havnar bio, har tær sjálvandi hvørki eru mettar ella hava slókt tostan, so neyðugt er at fylla posar við bommi og blikk við kola at hava inn við.

Filmurin var ikki nakað meistaraverk, men bara heilt skemtiligur. Og so fór eg at hugsa um Gadaffi eisini. Ja, spyr hví. Helst tí at har var kríggj í pinkulingalandi, júst sum í Libya. Men kongurin í Pinkulignalandi var øgiliga easy going, yvirhøvur ikki sum Gadaffi og avkom hansara.

Viðhvørt undrar man seg yvir, um Gadaffi familjan man hava livað í einari bløðru øll hesi 40 árini, hann hevur sitið við valdið.

Tá alt er yvirstaðið, Gulliver hevur fingið skil á damutrupulleikunum og ætlar sær heim aftur, so ætla pinkulingarnir og grannarnir Gud hjálpi tú mær aftur at berjast. Næstan sum hjá monnunum hjá Obama í Irak; har er eisini svarta morð í heilum, so Obama torir næstan ikki at taka hermenninar heim.

Og sum ein annar Obama ger Gulliver alias Jack Black at enda ein dans við sangi, har hann hartar íbúgvarnar og spyr, hvat í Jesusar navni teir berjast um:

War-huh
What is it good for?
Absolutely nothing
Say it again

Helst skal meira til enn at dansa henda dansin fyri krígsharrunum, men hann verður ikki minni sannur av teirri orsøk.

Soleiðis fáa vit so nógv ymiskt burtur úr tí sama, tí eg trúgvi neyvan, at Rannvá og Simona hugsaðu um Gadaffi.

Una Giornata Particolare

Havi hugt at einum gomlum filmi í kvøld á dvd´num.

Keypti hann í Tiger við Ráðhúsplássið, sum úttalast Tier og ikki sum enska Tiger. Tað vildi mín fitta dóttir Turið vera við, og tað hóast eg vísti á, at eg ikki sá serliga nógv inni har fyri 10 kr. Tað mesta kostaði minst 20 kr.

Men har vóru nógvir góðir filmar til sølu, skuldi eg heilsa og siga, um nakar tykkara fer har framvið.

Nå – aftur til filmin. Hann varð gjørdur í 1977, og høvuðsleikararnir eru Sophia Loren og Marcello Mastroianni.

Tá biografur var í Søvági sá eg ofta filmar, har Marcello Mastroianni og Sophia Loren spældu. Í grundini sóu vit nógvar sera góðar filmar í Sørvágs Bio, nú eg komi at hugsa um tað, og Marcello var ein, eg helt vera rættiliga lekkran.

Hann var føddur í 1924 og doyði í 1996.  Hann má hava verið nokkso tilkomin, tá eg havi sitið og slevað í Sørvágs Bio. Eg sigi bara eitt – gott at hann var í Italia og eg í Sørvági, og hinvegin: Gud viti, um hann hevði gjørt tað liðugt við Catherine Deneuve, um eg hevði ligið framvið.

Og Sophia Loren: einaferð tá pápi kom aftur úr Italia, teir høvdu verið í Ibiza eftir salti, hevði hann gangidukkur við til mín og systur mina Anny. Og tær vóru gjørdar við Sophiu Loren sum fyrimynd!

Shit – nú gloymdi eg aftur filmin. Hann var ótrúliga góður. Søgan fer fram, sama dag sum Hitler vitjar Mussolini í 1938. Maðurin og børnini hjá Antoniettu (Sophiu) fara øll í býin at síggja paraduna, og tað gera flest øll onnur eisini. Men eftir er so hon, grannin Gabriele (Marcello) og ein eldri slatritaska.

Ímeðan hetta fer fram, hittast Antonietta og Gabriele. Tey verða væl, Antoinetta er tann einsamalla, forsmádda konan, sum maðurin bara ger við barn og annars als onki leggur í, Gabriele er á sama hátt sum hon einsamallur, men eisini útihýstur, tí hann er homosexuellur. Hann svarar á ongan hátt til fascistisku idealini um mannin, faðirin og soldátin.

Fimurin er tikin upp nærum oman á møtinum millum Hitler og Mussolini. Vit hoyra útvarp alla tíðina, har greitt verður frá, hvat fer fram inni í býnum, og sum tað ikki er nóg mikið, so koyrir slatritaskan ein fascistamarsch frá, sum hoyrist um allar geilar og yvirdoyvir tónleikin, sum Gabriele hevur sett frá, tí hann skal læra Antoinettu at dansa rumba. Hann má bara turrisliga konstatera, at slíkur tónleikur ikki er so góður at dansa eftir!

Hesi bæði møtini millum Hitler og Mussolini og millum Antoinettu og Gabriele gera dagin til nakað heilt serligt  fyri bæði pørini. Una guornata particolare.

Avleiðingarnar av fundinum millum Hitler og Mussolini vita vit alt um. Tað stendur skrivað í søgubokum, men avleiðingin av hinum fundinum millum tey bæði einsamallu er ein heilt onnur. Gabriele hvørvur sama dag, verður tikin og fluttur burtur. Men eftir situr Antonietta við minninum um, at tú hevur virði, sjálvt um tú ikki ert maður, faðir ella soldátur, og so hevur hon lampuna at hyggja at í køkini, sum Gabriele hevur umvælt og bókina um Teir tríggjar muskiterarnar, sum Gabriele hevur givið henni at lesa.

Eg skilji væl, at filmurin vann eina Golden Globe virðisløn.

Arrgh …!

Seinasti dagur á Maktens pluttifikasjon var 9. februar. Har var tað serliga Jan Hansson frá Svensk barnebokinstitutt og  myndprýðarin Emma Adbåge, sum hugtóku.

Vit vóru noydd at fara avstað beint eftir lunsj, sum tað eitur á norskum.

Yvirskriftin stavar frá Sola lufthavnini, har vit skuldu flúgva frá til Keypmannahavnar. Eg hevði tvey kolli við mær. Tað er ikki tí, at eg skifti klæðir annað hvønn tíma, men tí at eg hevði ymiskt við úr Føroyum til døturnar, sum búgva í Keypmannahavn.

Tá eg hevði kjekkað inn, fann eg útav, at eg skuldi gjalda 250 kr, tí tað var bara loyvt at taka eitt kolli ókeypis við. Eg bleiv fúkandi óð, og sum altíð er í slíkum støðum, so er tann, sum hevur sett regluna í verk, ikki til staðar í tí syndugu løtu, so físið gekk útyvir eina konu, sum fekst við eina maskinu og so hana, sum eg blakaði bagasjuna inn hjá. For h … hetta er vánaligt! Gud viti, hvat eg hevði goldið, um eg eisini hevði yvirvekt. Tí tað skalt tú eisini gjalda fyri. For Gods shake, altso!

Og tað nyttar onki at siga, at tað er tí, at alt er so dýrt í Norra, tað er SAS, sum hevur sett hetta í gildi. Inni á heimasíðuni hjá teimum stendur, at tey vilja gera reglurnar einfaldari. Eg sigi bara eitt: um hetta er einfalt, so havi eg fingið alzheimer! Hvat verður tað næsta? At eg noyðist í fleiri løg av kjólum, buksum, frakkum etc fyri at spara pengar? Men so verður man helst eisini vigað, áðrenn farið verður umborð.

Stuttlig sjón annars – eg síggi fyri mær sovorðnar rundar bóltar fara rullandi út til gatina og umborð á SAS-flogfarið – langir sperlar av michelin-monnum.

Men eg kom so fram í øllum góðum, og tað skal bara mangla fyri allar hasar pengarnar, og nú siti eg á P. Knudsens gade og hugni mær og hyggi yvir á Ellebjerg skole.

Í gjárkvøldið vóru vit á Nordatlantens Brygge og hugdu at føroyskum stuttfilmum. Passasjeren hjá Sakaris Stórá – flott, tveir hjá Heiðriki á Heygum, serliga tann um ommuna helt eg vera góðan, tveir hjá Katrin Ottarsdóttur, har tað var týðiligt, at hon dugdi hondverkið og ein hjá Mariannu Mørkøre og einari Káradóttur – flottir, men fullkomiliga óskiljandi.

Nú verður morgunmatur á skránni og síðani Fiskatorgið. Havi skippað Ørkina. Eg ætlaði mær út at hyggja at Annu Ancher, tí eg havi altíð elskað hennara málarí, men eg ORKI ikki, tað má bíða, má bara fara inn á Hirschsprungske samling einaferð seinni, tí har hongur tann besti: Pigen i køkkenet, sum er málaður 1883-86.

Ímeðan má eg bara hyggja at mínari flottu innrammaðu plakat, sum eg havi hangandi í køkini.

Og nú síggi eg, at Erica Jong skal halda 8. mars røðu í Keypmannahavn í ár, so eg sigi bara enn meira arrgh …! Hví búgvi eg ikki í Keypmannahavn?

Kent og ókent

Hetta hevur verið ein ordiliga góður fyrrapartur, men eisini ein fyrrapartur, sum hevur sett fokus á, hvussu stórur munur er á viðurskiftum hjá børnum í Føroyum og børnum í hinum partinum av Norðurlondum.

Tað hevur í mangar mátar snúð sum um møtið við fremmanda mentan. Tað hevur verið vanligt at siga, at við at lesa, fáa børn kunnleika til aðrar mentanir og livihættir, tey menna empati, tey menna málið og fáa eitt forstáilsi fyri øðrum enn teimum, sum líkast einum sjálvum. Hetta er eitt slag av univerialistiskum ástøði, har gingið verður út frá, at vit øll hava grundleggjandi ting til felags.

Nina Christensen á Center for børnelitteratur hevði áhugaverdan fyrilestur í morgun, har hon nam við ymsar granskarar: Louise Rosenblatt, Thomas Bredsdorff, Lasse H. Kjældgaard og Martha Nussbaum, sum øll høvdu sítt boð uppá ávikavist bókmentir, tolsemi og hugvísindi. Munin á universalismu og individualismu. Hetta setti hon síðan í samband við barna- og ungdómsbøkur fyri at visa á hetta í praksis.

Tað, sum eg hugsaði um, var, at hjá okkum hava vit als ikki henda spurningin um kent og ókent so tætt inn á lívið ella í gerandisdegnum. Føroysk børn koma sjáldan í so tætt samband við fremmanda mentan á sama hátt sum t.d. donsk, norsk og svensk børn. Og hóast tað er tað neyðugt, at føroysk børn eisini læra empati og tolsemi mótvegis fólki, sum ikki liva júst á sama hátt sum tey, men hava valt sær onnur lívsvirði at liva eftir. Spurningurin er so bara, hvussu tað verður tað gjørt uttan lyftar peikifingrar.

Annar munur, sum eg eisini hugsaði um, var, tá eg hoyrdi ein danskan rithøvund lesa úr bókini Møgungen. Fyri tað fyrsta var hon eminentur upplesari, fyri tað annað var hetta ein ótrúliga væl skrivað søga um ein drong, sum er svikin av vaksnum, men sum í seinasta enda verður bjargaður av einum øðrum vaksnum. Tað, sum var so serligt við hesari bókini, var málið og ikki minst: eiðirnir. Tað raplaði bara út við øllum møguligum sløgum av illbønum. Drongurin var so mikið illa fyri, at júst hetta forbannilsið var alneyðugt fyri at lýsa hansara hjartaskerandi støðu. Samstundis veitst tú við tær sjálvari, at hetta er ein bók, tú aldri kanst týða til føroyskt, tí fólk høvdu ligið fløt oman á hvør øðrum av skelki, og nógv høvdu als ikki skilt, hví tað var so týdningarmikið, at bókin var skrivað sum hon var. Flestu høvdu mist fokus … tíverri.

Rithøvundaskúlarnir í Danmark og Noregi høvdu pallborðsorðaskifti um, hvørt tað er gott ella ringt at hava rithøvundaskúlar. Orðaskiftið var nakað einsíðugt, haldi eg. Har manglaði onkrur opponentur fyri at gera tað meira livandi.

Men millum pallborðsluttakararnar, var norski rithøvundurin Nina E. Grøntvedt, sum las burtur úr einari av sínum bókum, sum hon hevur skrivað eftir at hava gingið á rithøvundaskúla. Ein framúr væl skrivað og humorisktisk bók!

Seinnapartin greiddu myndprýðararnir Svein og Egil Nyhus frá um at vera tvíburabeiggjar og gera tað sama og kortini ikki tað sama. Teir vóru sum fiskar í vatninum, dugdu framúr væl at fortelja og tað var greitt, at tað vistu fólk væl av frammanundan, tí har var tætt pakkað millum áhoyrarnar. Seinni um kvøldið var farið at hyggja at stuttfilmum, m.a. at Sinna mann sum byggir á bókina hjá Svein Nyhus og Gro Dahle.

Filmurin var gjørdur í 2009 og var tann stuttfilmurin, sum fekk flest virðislønir í 2010. Hann er eisini brúktur í kampagnum fyri fyribyrging av harðskapi í familjum. Bókin er týdd til íslendskt, svenskt og kinesiskt, og í ár kemur hon út á japanskum og donskum.

Oddur er eitt egghøvd

Vit komu til Stavanger í gjárskvøldið og vóru ein deiligan spasseritúr í gamla býarpartinum. Fóru inn á eina matstovu, sum eitur Philias Fogg.

Ein sera spesiell matstova má sigast, og nú hugsi eg um innrætting. Tú kundi stara teg metta av øllum lutunum, sum vóru inni, og reiðiliga seta teg í støðuna hjá Filasi Fogg og droyma teg burtur í øllum hansara upplivingum.

Men so var mær hyggjandi upp undir loft, og hvat síggi eg: kuffert límað upp undir loftið! Nokk so originalt, má eg siga.

Onkur av kvinnunum helt fyri, at her var í hvussu er nógv at støva av! Soleiðis eru kvinnur, hugsa bara um at rudda og gera reint.

Ja, og so at vera á ráðstevnu, sjálvandi.

Eg bílegði mær ein deiligan rætt við laksi, røtrum og smáum stoktum eplum í timian. Eg havi bara eina viðmerking: uhm!

Í morgun byrjaði ráðstevnan. Fyrst morgunmat og heilsa uppá fólk, man hevur hitt í Bologna og Frankfurt og hvar veit eg.

Og so varð byrjað við upplestri úr myndabók, sjálvandi, hetta er jú ein ráðstevna um barna- og ungdómsbókmentir. Bókin var Odd er et egg eftir Lisa Aisato og var væl upplisin. Ein sjónleikari frá Rogaland teater las, og eg hugsaði í mínum stilla sinni, at hann hevði kunnað lært okkara sjónleikarar a trick or two um at lesa upp.

Fyrrapartin vóru tríggir fyrilestrar og eitt pallborðsorðaskifti. Maria Nikolajeva legði út við fyrilestrinum Kunnleiki er makt, og eg var um at detta niður av stólinum og bannaði inn á tað dáragerð, at eg var givin at roykja, tí annars hevði eg átt nakrar svávulpinnar at sett í eyguni, tí eg var um at sovna. Fyrilesturin var alt ov langur og als ikki egnaður at lurta eftir, men heldur at lesa, og tað sigi eg við góðari samvitsku, tí Nikolajeva er fínur granskari og verd at geva gætur annars.

Síðan tosaði ein um pluttifikasjón, um ur-Pippi og um hvat Astrid Lindgren hevði skrivað áðrenn Pippi og Emil, og tað var rættiliga áhugavert!

Aftaná døgurða fór eg inn at lurta eftir, hvat týðarar høvdu at siga um sítt yrki, og tað var rættiliga stuttligt, má eg siga.

Har var tosað um hetta við at vera trúgv móti uppruna og samstundis at týða soleiðis, at tað gav meining á tí málinum, tú týddi til, m.a. tosaði norski týðarin av Herviliga Henry eina góða løtu um, hvørjar tankar hon hevði gjørt sær um ymiskt í samband við Herviliga Henry, sum eitur Rampete Robin á norskum.

Seinni hoyrdi eg Stefan Casta, sum er svenskur rithøvundur, og til allarseinast Lena Kårelund, sum tosaði um kyn, etnisitet og stætt í svensku ungdómsskaldsøguni. Besti fyrilestur í dag.

Inn ímillum var eg ein túr niðri í býnum og gekk meg fram á eitt mini-mótmæli hjá Amnesty International, sum tosaði um júst útvístu Amelie, sum er rithøvundur og send aftur til Russland, haldi eg tað var.  Í Norra eru fólk í øðini inn á, at slíkt kann henda einum so væl lýddum persóni sum henni.

Men eg mátti skunda mær aftur á hotellið, tað pissaði niður, og eg skuldi lurta eftir einum fyrilestri aftrat.

Og forrestin so gongur Thomas Helmig her og melur, og tað ger hann, tí hann er giftur við René Toft Simonsen, sum er farin at skriva barnabøkur á gamalsaldrinum. Tá tað stóð ringast til við svávulpinnamangli, hugsaði eg, um eg skuldi fara yvir og biðja hann spæla ein góðan, men væl uppdrigin sum man er, so letur man vera.

Over and out

 

 

Gravartøgn

Í desember 2010 varð eg bjóðað til eitt palborðaorðaskifti, sum skuldi tosa um, hví tað koma so fáar skaldsøgur út í Føroyum. Av tí at eg ikki visti, hvussu tiltakið var skipað, skrivaði eg mær eitt innlegg niður, um ætlanin var, at hvør einstakur skuldi siga nakað, um hvat hann/hon helt um evnið.

Men hetta var ikki, so í staðin fyri at koyra hetta í skrell, sum eg skrivaði, so leggi eg tað bara út á bloggin. Kanska sløðast onkur gullkorn ímillum havragrýnini …

Í september í ár vóru 173 forløg skrásett í Føroyum. Flestu teirra eru privatpersónar, sum geva einstakar bøkur út av og á og almennir stovnar.

So vítt eg veit, eru bara í løtuni trý forløg í Føroyum, sum burturav takast við forlagsarbeiði og hava fleiri fólk í starvi. Tað eru Føroya skúlabókagrunnur, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Sprotin.

Haraftrat má Mentanargrunnur Studentafelagsins eisini nevnast, tí tað er væl tað forlagið, ið gevur flest upprunaføroysku skaldsøgur út serliga upp undir jól.

Bókadeild Føroya Lærarafelags, har eg eri ritstjóri, gevur fyrst og fremst barna- og ungdómsbøkur út. Samlaða talið av útgávum er hvørt ár umleið 70 í miðal, og av teimum eru umleið 6-8 upprunaføroyskar.

Bókadeilin arbeiðir eftir somu treytum sum onnur forløg í Norðurlondum. Sáttmáli verður skrivaður til hvørja einstaka bók, sum m.a. gevur høvundanum rættindi til bókina og ein ávísan part av inntøkuni. Eg havi latið mær fortalt, at sáttmálatreyturnar á Bókadeildini eru umleið tær somu sum hjá øðrum forløgum t.d. í Danmark.

Á Bókadeildini er ein týðandi partur av útgávuvirkseminum ritstjórnararbeiði. Tvs. at hvør einstøk bók verður gjøgnumarbeidd, áðrenn hon kemur út á føroyska marknaðin.

Arbeiði við ritstjórn er sjálvandi ymiskt, alt eftir um bókin er týdd ella upprunaføroysk, men um eg skal taka mannagongdirnar í samband við upprunaføroysk handrit, so er hon henda:

Hvørt ár fær Bókadeildin handrit sendandi inn frá rithøvundum, bæði royndum og óroyndum.

Tað fyrsta, sum hendir, er, at handritið verður lisið, og ein niðurstøða verður gjørd um, hvørt handritið skal vrakast, sendast aftur til umskrivingar ella góðtakast. Eg skal ikki koma nærri inn á, hvussu mett verður um hetta, men bert siga, at tað fyrst og fremst er grundað á listarliga dygd.

Eitt handrit, sum sleppur víðari, er langt frá liðugt á hesum stigi. Nústani fer ritstjórnararbeiði reiðiliga I gongd, við tað at handritið verður nærlisið, og at uppskot til broytingar í innihaldi verða sett fram í samstarvi við rithøvundan.

Hetta kann mangan vera ein long tilgongd, sum fer fram millum rithøvunda og ritstjóra. Ein sera týðandi partur í tilgongdini er at taka fyrilit fyri, hvør hevur skrivað: tú skalt ikki lesa langt inn í handrit fyri at síggja, at hvør einstakur rithøvundur hevur sítt egna mál, sín egna humor og skipar sína søgu á sín serliga hátt.

Okkara uppgáva sum ritstjórar er at koma við eygunum uttanífrá og seta okkum í staðið hjá móttakaranum og meta um, hvørt søgan hongur saman. Tvs. Vit hugsa um aldursbólkin, um frásøgan lýkur nøkur grundleggjandi krøv til frásøgulist og mangt annað. Toyggið er at fáa søguna at flóta bæði innihaldsliga og málsliga, tvs. at ansa eftir at amboðið, sum rithøvundurin hevur at brúka, verður nóg væl brúkt.

Hetta kann taka langa tíð, og mangan stendur á gomlum nøglum, tí hvør roynir at verja borg, men eg havi varhuga av, at alt gongur upp í eina hægri eind at enda, og vit geva bókina út í sátt og semju. Vit kasta hana fyri úlvarnar, ella tað vóna vit, men so er ikki, tí fáur tímir at ummæla bøkur í hesum landinum, so vit noyðast at rópa hart fyri, at nakar skal varnast, at hon er útkomin.

Hetta er júst eitt aðalmál í føroyska bókaheiminum: vantandi áhugin fyri at viðgera bøkur í t.d. fjølmiðlum og vantandi keypiorkan, at vit eru so fá í hesum landinum, at sjálvt um sáttmálar og annað lýkur grundleggjandi treytir fyri bókaútgávu, so er lítil og ongin vinningur at heinta, tí bókin verður seld í ov fáum eintøkum til, at rithøvundurin, so góður hann so kann vera, fær nakran serligan vinning burturúr.

Tá sagt verður, at ov fáar skaldsøgur koma út á føroyskum, er so vítt eg veit ikki nøkur skelkandi afturgongd hend seinastu tíðina, tí útgávutølini eru ikki broytt so øgiliga nógv hvønn vegin, burtursæð frá at í 2003 komu bert 5 skaldsøgur út. Seinasta ár komu 13 upprunaføroyskar skaldsøgur út, móti 10 í 2008

Men rætt er, at í mun til yrkisbøkur eru fagubókmentirnar nógv færri í tali, og harafrat sær út til, at talið er stagnerað.  Ein orsøk er kanska, at tað onkursvegna tykist, sum okkum dámar væl hesar eitt sindur løttu frásagnirnar um nasistar, flogfør, skip, mætar menn og ikki at gloyma mat.

Í mun til tær 13 skaldsøgurnar komu 61 yrkisbøkur út í 2009.

Uttanlanda er haraftrat ein annar kappingarneyti á bananum nevnliga chick lit, lívsstílsbøkur, nú øll eru givin at roykja og drekka og í staðin eru farin at renna seg upp í varg. Okkurt skal man hava at seta í staðin, so har skaldsøgurnar fyrr søtaðu tilveru okkara, eru tað kókibøkurnar, sum hava tikið yvir, og har vit fyrr lósu og gleddust um  evni hjá rithøvundum at siga frá ella at ilskast inn á, hvussu illa hann dugdi, so lesa vit heldur um, hvør var nasistur, ella hvørjar skakandi hendingar, fólk eru úti fyri, ella politiskar og filosofiskar hugleiðingar hjá kendum persónum, fyri ikki um at tala krimiskaldsøgurnar, sum floyma yvir á marknaðinum, har dygdin mangan er so sum so. Eitt annað fyribrigdi er fyribrigdi frá bók til film, sum upptekur sinnini almikið, og har bøkur, sum kanska halta ikki so lítið sum listaverk, fáa uppreisn gjøgnum filmin. Hetta er rák, sum ikki er serføroyskt sum so, men er vanligt í øllum vesturheiminum.

Tað, sum eg haldi vera tað ringasta, hvat viðvíkir føroyskum skaldsøgum, er vantandi áhugin í miðlum og hjá avvvarðandi myndugleikum fyri hesi listagrein, og so hetta, at rithøvundar, ið skriva vaksnamannaskaldsøgur ikki hava nóg nógvar møguleikar at arbeiða saman við forlagsfólki fyri at fáa produktið so gott sum gjørligt. Eg haldi, at ritstjórnararfólk og rithøvundar kundu havt eitt fruktagott samstarv, sum bara økti um góðskuna á bókmentunum.

Hetta hugsi eg mangan um, tá eg fari undir at lesa skaldsøgurnar, ið koma út um jóltíðir. Har er so ómetaliga nógv, sum kundi verið betur gjøgnumarbeitt, áðrenn tað kom út. Hetta er eisini til frama fyri allar partar, bæði rithøvundan og lesaran.

Kanska nógv hevði hingið betur saman, og vit sluppu undan hesum íðuligu stavivillunum, sum skemma alt ov nógv í føroyskum bókum.

Hervið er ikki sagt, at vit loysa allar verðsins trupulleikar við at hava forløg, ið burturav arbeiða við at geva vaksnamannabøkur út, men heilt vist hevði hetta verið mennandi fyri føroyska skaldsøguskriving.