Gravartøgn

Í desember 2010 varð eg bjóðað til eitt palborðaorðaskifti, sum skuldi tosa um, hví tað koma so fáar skaldsøgur út í Føroyum. Av tí at eg ikki visti, hvussu tiltakið var skipað, skrivaði eg mær eitt innlegg niður, um ætlanin var, at hvør einstakur skuldi siga nakað, um hvat hann/hon helt um evnið.

Men hetta var ikki, so í staðin fyri at koyra hetta í skrell, sum eg skrivaði, so leggi eg tað bara út á bloggin. Kanska sløðast onkur gullkorn ímillum havragrýnini …

Í september í ár vóru 173 forløg skrásett í Føroyum. Flestu teirra eru privatpersónar, sum geva einstakar bøkur út av og á og almennir stovnar.

So vítt eg veit, eru bara í løtuni trý forløg í Føroyum, sum burturav takast við forlagsarbeiði og hava fleiri fólk í starvi. Tað eru Føroya skúlabókagrunnur, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Sprotin.

Haraftrat má Mentanargrunnur Studentafelagsins eisini nevnast, tí tað er væl tað forlagið, ið gevur flest upprunaføroysku skaldsøgur út serliga upp undir jól.

Bókadeild Føroya Lærarafelags, har eg eri ritstjóri, gevur fyrst og fremst barna- og ungdómsbøkur út. Samlaða talið av útgávum er hvørt ár umleið 70 í miðal, og av teimum eru umleið 6-8 upprunaføroyskar.

Bókadeilin arbeiðir eftir somu treytum sum onnur forløg í Norðurlondum. Sáttmáli verður skrivaður til hvørja einstaka bók, sum m.a. gevur høvundanum rættindi til bókina og ein ávísan part av inntøkuni. Eg havi latið mær fortalt, at sáttmálatreyturnar á Bókadeildini eru umleið tær somu sum hjá øðrum forløgum t.d. í Danmark.

Á Bókadeildini er ein týðandi partur av útgávuvirkseminum ritstjórnararbeiði. Tvs. at hvør einstøk bók verður gjøgnumarbeidd, áðrenn hon kemur út á føroyska marknaðin.

Arbeiði við ritstjórn er sjálvandi ymiskt, alt eftir um bókin er týdd ella upprunaføroysk, men um eg skal taka mannagongdirnar í samband við upprunaføroysk handrit, so er hon henda:

Hvørt ár fær Bókadeildin handrit sendandi inn frá rithøvundum, bæði royndum og óroyndum.

Tað fyrsta, sum hendir, er, at handritið verður lisið, og ein niðurstøða verður gjørd um, hvørt handritið skal vrakast, sendast aftur til umskrivingar ella góðtakast. Eg skal ikki koma nærri inn á, hvussu mett verður um hetta, men bert siga, at tað fyrst og fremst er grundað á listarliga dygd.

Eitt handrit, sum sleppur víðari, er langt frá liðugt á hesum stigi. Nústani fer ritstjórnararbeiði reiðiliga I gongd, við tað at handritið verður nærlisið, og at uppskot til broytingar í innihaldi verða sett fram í samstarvi við rithøvundan.

Hetta kann mangan vera ein long tilgongd, sum fer fram millum rithøvunda og ritstjóra. Ein sera týðandi partur í tilgongdini er at taka fyrilit fyri, hvør hevur skrivað: tú skalt ikki lesa langt inn í handrit fyri at síggja, at hvør einstakur rithøvundur hevur sítt egna mál, sín egna humor og skipar sína søgu á sín serliga hátt.

Okkara uppgáva sum ritstjórar er at koma við eygunum uttanífrá og seta okkum í staðið hjá móttakaranum og meta um, hvørt søgan hongur saman. Tvs. Vit hugsa um aldursbólkin, um frásøgan lýkur nøkur grundleggjandi krøv til frásøgulist og mangt annað. Toyggið er at fáa søguna at flóta bæði innihaldsliga og málsliga, tvs. at ansa eftir at amboðið, sum rithøvundurin hevur at brúka, verður nóg væl brúkt.

Hetta kann taka langa tíð, og mangan stendur á gomlum nøglum, tí hvør roynir at verja borg, men eg havi varhuga av, at alt gongur upp í eina hægri eind at enda, og vit geva bókina út í sátt og semju. Vit kasta hana fyri úlvarnar, ella tað vóna vit, men so er ikki, tí fáur tímir at ummæla bøkur í hesum landinum, so vit noyðast at rópa hart fyri, at nakar skal varnast, at hon er útkomin.

Hetta er júst eitt aðalmál í føroyska bókaheiminum: vantandi áhugin fyri at viðgera bøkur í t.d. fjølmiðlum og vantandi keypiorkan, at vit eru so fá í hesum landinum, at sjálvt um sáttmálar og annað lýkur grundleggjandi treytir fyri bókaútgávu, so er lítil og ongin vinningur at heinta, tí bókin verður seld í ov fáum eintøkum til, at rithøvundurin, so góður hann so kann vera, fær nakran serligan vinning burturúr.

Tá sagt verður, at ov fáar skaldsøgur koma út á føroyskum, er so vítt eg veit ikki nøkur skelkandi afturgongd hend seinastu tíðina, tí útgávutølini eru ikki broytt so øgiliga nógv hvønn vegin, burtursæð frá at í 2003 komu bert 5 skaldsøgur út. Seinasta ár komu 13 upprunaføroyskar skaldsøgur út, móti 10 í 2008

Men rætt er, at í mun til yrkisbøkur eru fagubókmentirnar nógv færri í tali, og harafrat sær út til, at talið er stagnerað.  Ein orsøk er kanska, at tað onkursvegna tykist, sum okkum dámar væl hesar eitt sindur løttu frásagnirnar um nasistar, flogfør, skip, mætar menn og ikki at gloyma mat.

Í mun til tær 13 skaldsøgurnar komu 61 yrkisbøkur út í 2009.

Uttanlanda er haraftrat ein annar kappingarneyti á bananum nevnliga chick lit, lívsstílsbøkur, nú øll eru givin at roykja og drekka og í staðin eru farin at renna seg upp í varg. Okkurt skal man hava at seta í staðin, so har skaldsøgurnar fyrr søtaðu tilveru okkara, eru tað kókibøkurnar, sum hava tikið yvir, og har vit fyrr lósu og gleddust um  evni hjá rithøvundum at siga frá ella at ilskast inn á, hvussu illa hann dugdi, so lesa vit heldur um, hvør var nasistur, ella hvørjar skakandi hendingar, fólk eru úti fyri, ella politiskar og filosofiskar hugleiðingar hjá kendum persónum, fyri ikki um at tala krimiskaldsøgurnar, sum floyma yvir á marknaðinum, har dygdin mangan er so sum so. Eitt annað fyribrigdi er fyribrigdi frá bók til film, sum upptekur sinnini almikið, og har bøkur, sum kanska halta ikki so lítið sum listaverk, fáa uppreisn gjøgnum filmin. Hetta er rák, sum ikki er serføroyskt sum so, men er vanligt í øllum vesturheiminum.

Tað, sum eg haldi vera tað ringasta, hvat viðvíkir føroyskum skaldsøgum, er vantandi áhugin í miðlum og hjá avvvarðandi myndugleikum fyri hesi listagrein, og so hetta, at rithøvundar, ið skriva vaksnamannaskaldsøgur ikki hava nóg nógvar møguleikar at arbeiða saman við forlagsfólki fyri at fáa produktið so gott sum gjørligt. Eg haldi, at ritstjórnararfólk og rithøvundar kundu havt eitt fruktagott samstarv, sum bara økti um góðskuna á bókmentunum.

Hetta hugsi eg mangan um, tá eg fari undir at lesa skaldsøgurnar, ið koma út um jóltíðir. Har er so ómetaliga nógv, sum kundi verið betur gjøgnumarbeitt, áðrenn tað kom út. Hetta er eisini til frama fyri allar partar, bæði rithøvundan og lesaran.

Kanska nógv hevði hingið betur saman, og vit sluppu undan hesum íðuligu stavivillunum, sum skemma alt ov nógv í føroyskum bókum.

Hervið er ikki sagt, at vit loysa allar verðsins trupulleikar við at hava forløg, ið burturav arbeiða við at geva vaksnamannabøkur út, men heilt vist hevði hetta verið mennandi fyri føroyska skaldsøguskriving.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s