Oddur er eitt egghøvd

Vit komu til Stavanger í gjárskvøldið og vóru ein deiligan spasseritúr í gamla býarpartinum. Fóru inn á eina matstovu, sum eitur Philias Fogg.

Ein sera spesiell matstova má sigast, og nú hugsi eg um innrætting. Tú kundi stara teg metta av øllum lutunum, sum vóru inni, og reiðiliga seta teg í støðuna hjá Filasi Fogg og droyma teg burtur í øllum hansara upplivingum.

Men so var mær hyggjandi upp undir loft, og hvat síggi eg: kuffert límað upp undir loftið! Nokk so originalt, má eg siga.

Onkur av kvinnunum helt fyri, at her var í hvussu er nógv at støva av! Soleiðis eru kvinnur, hugsa bara um at rudda og gera reint.

Ja, og so at vera á ráðstevnu, sjálvandi.

Eg bílegði mær ein deiligan rætt við laksi, røtrum og smáum stoktum eplum í timian. Eg havi bara eina viðmerking: uhm!

Í morgun byrjaði ráðstevnan. Fyrst morgunmat og heilsa uppá fólk, man hevur hitt í Bologna og Frankfurt og hvar veit eg.

Og so varð byrjað við upplestri úr myndabók, sjálvandi, hetta er jú ein ráðstevna um barna- og ungdómsbókmentir. Bókin var Odd er et egg eftir Lisa Aisato og var væl upplisin. Ein sjónleikari frá Rogaland teater las, og eg hugsaði í mínum stilla sinni, at hann hevði kunnað lært okkara sjónleikarar a trick or two um at lesa upp.

Fyrrapartin vóru tríggir fyrilestrar og eitt pallborðsorðaskifti. Maria Nikolajeva legði út við fyrilestrinum Kunnleiki er makt, og eg var um at detta niður av stólinum og bannaði inn á tað dáragerð, at eg var givin at roykja, tí annars hevði eg átt nakrar svávulpinnar at sett í eyguni, tí eg var um at sovna. Fyrilesturin var alt ov langur og als ikki egnaður at lurta eftir, men heldur at lesa, og tað sigi eg við góðari samvitsku, tí Nikolajeva er fínur granskari og verd at geva gætur annars.

Síðan tosaði ein um pluttifikasjón, um ur-Pippi og um hvat Astrid Lindgren hevði skrivað áðrenn Pippi og Emil, og tað var rættiliga áhugavert!

Aftaná døgurða fór eg inn at lurta eftir, hvat týðarar høvdu at siga um sítt yrki, og tað var rættiliga stuttligt, má eg siga.

Har var tosað um hetta við at vera trúgv móti uppruna og samstundis at týða soleiðis, at tað gav meining á tí málinum, tú týddi til, m.a. tosaði norski týðarin av Herviliga Henry eina góða løtu um, hvørjar tankar hon hevði gjørt sær um ymiskt í samband við Herviliga Henry, sum eitur Rampete Robin á norskum.

Seinni hoyrdi eg Stefan Casta, sum er svenskur rithøvundur, og til allarseinast Lena Kårelund, sum tosaði um kyn, etnisitet og stætt í svensku ungdómsskaldsøguni. Besti fyrilestur í dag.

Inn ímillum var eg ein túr niðri í býnum og gekk meg fram á eitt mini-mótmæli hjá Amnesty International, sum tosaði um júst útvístu Amelie, sum er rithøvundur og send aftur til Russland, haldi eg tað var.  Í Norra eru fólk í øðini inn á, at slíkt kann henda einum so væl lýddum persóni sum henni.

Men eg mátti skunda mær aftur á hotellið, tað pissaði niður, og eg skuldi lurta eftir einum fyrilestri aftrat.

Og forrestin so gongur Thomas Helmig her og melur, og tað ger hann, tí hann er giftur við René Toft Simonsen, sum er farin at skriva barnabøkur á gamalsaldrinum. Tá tað stóð ringast til við svávulpinnamangli, hugsaði eg, um eg skuldi fara yvir og biðja hann spæla ein góðan, men væl uppdrigin sum man er, so letur man vera.

Over and out

 

 

6 thoughts on “Oddur er eitt egghøvd

  1. Eg síggi fyri mær, at tá desperatiónin fer at gerast ov stór, so bukkar tú undir. Og tað næsta man sær er tú og Thomas Helmig sita úti í lobbyiuni og jamma. Ljóðar annars ógvuliga áhugavert!!🙂

  2. mann kann for fanin ikki hava eina dóttur sum eitur Tina, og so møta Thomas Helmig himself og ikki fáa autograf til dóttur sína….
    tú ert altso ein vána mamma … finn mannin aftur og fortel honum at hann hevur ein 35-ára-gamlan fjeppara í Føroyum, sum skrálar til “det mig der står herude og banker på” meira enn einaferð um vikuna í miðal…
    og eg eri nokkso seriøs!!!!
    tú kemur ikki heim aftur uttan autograf, tú fært simpelthen ikki lykilin til húsini – punktum! over and out😉

  3. og ja, tað einasta eg hefti meg við í hesum blogginum var tað um Thomas Helmig himself… alt hitt er sekundert tá vit snakka Helmig …

  4. Tú kanst eisini bjóða teimum ein túr til Føroya Renée kann sita og skriva í lítla kamari, og eg og Helmig kunnu jamma í hjallinum…

  5. Hevði eg vita at konferansan hjá tær hevur studiu-prísir, so hevði eg stalka teg🙂
    Hatta ljóðar ordiliga spennandi. Gleði meg at hoyra meira um hvat gongur fyri seg á barnabókafrontinum. Er tað við serligum atliti til Skandinavia?

  6. harragud, og nú er Tummas sikkurt farin til hús aftur. men er hann her í morgin, so er autografurin í hús

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s