Arrgh …!

Seinasti dagur á Maktens pluttifikasjon var 9. februar. Har var tað serliga Jan Hansson frá Svensk barnebokinstitutt og  myndprýðarin Emma Adbåge, sum hugtóku.

Vit vóru noydd at fara avstað beint eftir lunsj, sum tað eitur á norskum.

Yvirskriftin stavar frá Sola lufthavnini, har vit skuldu flúgva frá til Keypmannahavnar. Eg hevði tvey kolli við mær. Tað er ikki tí, at eg skifti klæðir annað hvønn tíma, men tí at eg hevði ymiskt við úr Føroyum til døturnar, sum búgva í Keypmannahavn.

Tá eg hevði kjekkað inn, fann eg útav, at eg skuldi gjalda 250 kr, tí tað var bara loyvt at taka eitt kolli ókeypis við. Eg bleiv fúkandi óð, og sum altíð er í slíkum støðum, so er tann, sum hevur sett regluna í verk, ikki til staðar í tí syndugu løtu, so físið gekk útyvir eina konu, sum fekst við eina maskinu og so hana, sum eg blakaði bagasjuna inn hjá. For h … hetta er vánaligt! Gud viti, hvat eg hevði goldið, um eg eisini hevði yvirvekt. Tí tað skalt tú eisini gjalda fyri. For Gods shake, altso!

Og tað nyttar onki at siga, at tað er tí, at alt er so dýrt í Norra, tað er SAS, sum hevur sett hetta í gildi. Inni á heimasíðuni hjá teimum stendur, at tey vilja gera reglurnar einfaldari. Eg sigi bara eitt: um hetta er einfalt, so havi eg fingið alzheimer! Hvat verður tað næsta? At eg noyðist í fleiri løg av kjólum, buksum, frakkum etc fyri at spara pengar? Men so verður man helst eisini vigað, áðrenn farið verður umborð.

Stuttlig sjón annars – eg síggi fyri mær sovorðnar rundar bóltar fara rullandi út til gatina og umborð á SAS-flogfarið – langir sperlar av michelin-monnum.

Men eg kom so fram í øllum góðum, og tað skal bara mangla fyri allar hasar pengarnar, og nú siti eg á P. Knudsens gade og hugni mær og hyggi yvir á Ellebjerg skole.

Í gjárkvøldið vóru vit á Nordatlantens Brygge og hugdu at føroyskum stuttfilmum. Passasjeren hjá Sakaris Stórá – flott, tveir hjá Heiðriki á Heygum, serliga tann um ommuna helt eg vera góðan, tveir hjá Katrin Ottarsdóttur, har tað var týðiligt, at hon dugdi hondverkið og ein hjá Mariannu Mørkøre og einari Káradóttur – flottir, men fullkomiliga óskiljandi.

Nú verður morgunmatur á skránni og síðani Fiskatorgið. Havi skippað Ørkina. Eg ætlaði mær út at hyggja at Annu Ancher, tí eg havi altíð elskað hennara málarí, men eg ORKI ikki, tað má bíða, má bara fara inn á Hirschsprungske samling einaferð seinni, tí har hongur tann besti: Pigen i køkkenet, sum er málaður 1883-86.

Ímeðan má eg bara hyggja at mínari flottu innrammaðu plakat, sum eg havi hangandi í køkini.

Og nú síggi eg, at Erica Jong skal halda 8. mars røðu í Keypmannahavn í ár, so eg sigi bara enn meira arrgh …! Hví búgvi eg ikki í Keypmannahavn?

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s