Una Giornata Particolare

Havi hugt at einum gomlum filmi í kvøld á dvd´num.

Keypti hann í Tiger við Ráðhúsplássið, sum úttalast Tier og ikki sum enska Tiger. Tað vildi mín fitta dóttir Turið vera við, og tað hóast eg vísti á, at eg ikki sá serliga nógv inni har fyri 10 kr. Tað mesta kostaði minst 20 kr.

Men har vóru nógvir góðir filmar til sølu, skuldi eg heilsa og siga, um nakar tykkara fer har framvið.

Nå – aftur til filmin. Hann varð gjørdur í 1977, og høvuðsleikararnir eru Sophia Loren og Marcello Mastroianni.

Tá biografur var í Søvági sá eg ofta filmar, har Marcello Mastroianni og Sophia Loren spældu. Í grundini sóu vit nógvar sera góðar filmar í Sørvágs Bio, nú eg komi at hugsa um tað, og Marcello var ein, eg helt vera rættiliga lekkran.

Hann var føddur í 1924 og doyði í 1996.  Hann má hava verið nokkso tilkomin, tá eg havi sitið og slevað í Sørvágs Bio. Eg sigi bara eitt – gott at hann var í Italia og eg í Sørvági, og hinvegin: Gud viti, um hann hevði gjørt tað liðugt við Catherine Deneuve, um eg hevði ligið framvið.

Og Sophia Loren: einaferð tá pápi kom aftur úr Italia, teir høvdu verið í Ibiza eftir salti, hevði hann gangidukkur við til mín og systur mina Anny. Og tær vóru gjørdar við Sophiu Loren sum fyrimynd!

Shit – nú gloymdi eg aftur filmin. Hann var ótrúliga góður. Søgan fer fram, sama dag sum Hitler vitjar Mussolini í 1938. Maðurin og børnini hjá Antoniettu (Sophiu) fara øll í býin at síggja paraduna, og tað gera flest øll onnur eisini. Men eftir er so hon, grannin Gabriele (Marcello) og ein eldri slatritaska.

Ímeðan hetta fer fram, hittast Antonietta og Gabriele. Tey verða væl, Antoinetta er tann einsamalla, forsmádda konan, sum maðurin bara ger við barn og annars als onki leggur í, Gabriele er á sama hátt sum hon einsamallur, men eisini útihýstur, tí hann er homosexuellur. Hann svarar á ongan hátt til fascistisku idealini um mannin, faðirin og soldátin.

Fimurin er tikin upp nærum oman á møtinum millum Hitler og Mussolini. Vit hoyra útvarp alla tíðina, har greitt verður frá, hvat fer fram inni í býnum, og sum tað ikki er nóg mikið, so koyrir slatritaskan ein fascistamarsch frá, sum hoyrist um allar geilar og yvirdoyvir tónleikin, sum Gabriele hevur sett frá, tí hann skal læra Antoinettu at dansa rumba. Hann má bara turrisliga konstatera, at slíkur tónleikur ikki er so góður at dansa eftir!

Hesi bæði møtini millum Hitler og Mussolini og millum Antoinettu og Gabriele gera dagin til nakað heilt serligt  fyri bæði pørini. Una guornata particolare.

Avleiðingarnar av fundinum millum Hitler og Mussolini vita vit alt um. Tað stendur skrivað í søgubokum, men avleiðingin av hinum fundinum millum tey bæði einsamallu er ein heilt onnur. Gabriele hvørvur sama dag, verður tikin og fluttur burtur. Men eftir situr Antonietta við minninum um, at tú hevur virði, sjálvt um tú ikki ert maður, faðir ella soldátur, og so hevur hon lampuna at hyggja at í køkini, sum Gabriele hevur umvælt og bókina um Teir tríggjar muskiterarnar, sum Gabriele hevur givið henni at lesa.

Eg skilji væl, at filmurin vann eina Golden Globe virðisløn.

2 thoughts on “Una Giornata Particolare

  1. *Suk!
    Eg sigi bara eitt, tað hevði ikki verið lukkuligt fyri Deneuve, um tú kom spankulárandi eftir italiensku gøtunum í tufflum og morreyðari troyggju.🙂

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s