War

War-huh
What is it good for?
Absolutely nothing
Say it again

Soleiðis endar filmurin, har Jack Black spælir Gulliver, sum kemur til Pinkulingaland.

Bókin hjá Jonathan Swift er filmatiserað til bæði biograf og sjónvarp fleiri ferðir. Hetta var so tann seinasta útgávan, sum eg og Rannvá og Simona vóru til í vikuni.

Hvør kann standa ímóti hesum setninginum: Omma, er tað ikki ræðuliga langt síðani, vit vóru í Sunset og ótu.

Jú, jú, bedýrar omman og fer fresandi oman í býin eftir báðum ommudøtrunum og so í SMS at eta. Síðan oman í Havnar bio, har tær sjálvandi hvørki eru mettar ella hava slókt tostan, so neyðugt er at fylla posar við bommi og blikk við kola at hava inn við.

Filmurin var ikki nakað meistaraverk, men bara heilt skemtiligur. Og so fór eg at hugsa um Gadaffi eisini. Ja, spyr hví. Helst tí at har var kríggj í pinkulingalandi, júst sum í Libya. Men kongurin í Pinkulignalandi var øgiliga easy going, yvirhøvur ikki sum Gadaffi og avkom hansara.

Viðhvørt undrar man seg yvir, um Gadaffi familjan man hava livað í einari bløðru øll hesi 40 árini, hann hevur sitið við valdið.

Tá alt er yvirstaðið, Gulliver hevur fingið skil á damutrupulleikunum og ætlar sær heim aftur, so ætla pinkulingarnir og grannarnir Gud hjálpi tú mær aftur at berjast. Næstan sum hjá monnunum hjá Obama í Irak; har er eisini svarta morð í heilum, so Obama torir næstan ikki at taka hermenninar heim.

Og sum ein annar Obama ger Gulliver alias Jack Black at enda ein dans við sangi, har hann hartar íbúgvarnar og spyr, hvat í Jesusar navni teir berjast um:

War-huh
What is it good for?
Absolutely nothing
Say it again

Helst skal meira til enn at dansa henda dansin fyri krígsharrunum, men hann verður ikki minni sannur av teirri orsøk.

Soleiðis fáa vit so nógv ymiskt burtur úr tí sama, tí eg trúgvi neyvan, at Rannvá og Simona hugsaðu um Gadaffi.

2 thoughts on “War

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s