Ingunn in memoriam

Nú áðrenn eg fari at leggja meg, haldi eg, at eg fari at seta minningarorðini um Ingunn her á bloggin.

Eri júst afturkomin úr Vestmanna, har 8. mars hald hevur verið á Bryggjuni.

Eitt hugnaligt kvøld við sangi, undirhaldi og talum. Gyðja og Augusta lósu yrking til minnis um Ingunn, og eg fekk tveir lítlar urtapottar við rósum í at hava heim við mær, umframt gott vín, eitt flott kort, sum Gyðja hevði gjørt, og nógvar tøkkir við á vegnum.

Á veg til hús lurtaði eg eftir sangum, sum Meinhard Jensen spældi fyri okkum í útvarpinum, so deiliga friðaligt, eitt sindur andaligt, men ikki so nógv at tað gjørdi nakað.

8. mars rósurnar hava longu fingið navn, onnur eitur Gyðja, og hin eitur Augusta. Nú fáa vit at síggja, um tær fara at trívast í Sørvági.

 

Heystardagar eru gjøgnumskygdir

og málaðir á gyltu skógargrund …

Heystardagar brosa til alla verðina.

Sum tað er gott at sovna uttan ynskir,

mett av blómunum og móð av grønskuni,

við vínleyvsins reyða kransi við høvdaløgini …

Heystardagur hevur onga langtan longur,

hansara fingrar eru óvikandi kaldir,

í dreyminum sær hann allastaðni,

at hvítar flykrur dala støðugt …

(Edith Södergran/Ebba Hentze týddi)


So løgið – Fyri nøkrum árum síðan misti eg mina barndómsvinkonu, og nú fór ungdómsvinkona mín Ingunn frá okkum.

Fyrst, eg hitti Ingunn Winther Olsen, segði tað PLING! Vit vóru á bylgjulongd umgangandi! Hóast vit als ikki líktust ella kanska júst tí, so funnu vit hvørja aðra og fylgdust alla studentartíðina og nógv ár niðri aftaná.

Vit líktust als ikki: Ingunn var lítil og hevði bikasvart hár, henni dámdi yvirhøvur ikki sama tónleik sum eg, vit vóru ikki politiskt samdar, men tað var als ongin forðing fyri vinskapi. Ingunn var ein verðinsdama, og eg helt hana vera so spennandi, tí sjálv helt eg meg vera eitt reint bygdafrell.

Fyrst og fremst var hon ikki líka stórur ræðuskítur sum eg, og so hevði hon guddommiligan humor. Onkursvegna tyktist tað, sum vestmenningar høvdu ein øðrvísi humor enn aðrar føroyingar, og Ingunn var onki undantak. Gálgaskemt – kanska, men harragud vit mangan høvdu tað stuttligt.

Tíðin uppi í Hoydølum fer altíð at standa sum stuttligasta og mest spennandi tíðin av ungdómslívinum, tað var, sum vit riðu á seinastu bylgjuni av studentaruppreistrinum – ov ungar, sum vit vóru, til rættiliga at hava verið uppi í nøkrum, men vit høvdu hvør úr okkara herðashorni fylgt við í tí, sum fór fram, og høvdu slept mongum av teimum avoldaðu hugsanunum, sum høvdu plágað ungdóm í tíðini frammanundan. Hetta var eisini hangandi alt lívið – politskt medvit, ans fyri tí, at øll ikki vóru eins, og virðing fyri tí – frælsishungurin, kvinnustríðið – alt hetta hevði og hevur enn týdning.

Tá eg hyggi at studentarbílætinum frá 1973, síggi eg, at vit báðar, og nøkur fá onnur, onga húgvu høvdu á høvdinum, men vit mundu vera uppi í teimum seinastu í hesum óskyldiga mótmælinum. Haldi heldur ikki, at nakar var í føroyskum klæðum, møguliga onkur øgiliga íðin tjóðveldismaður ella bóndasonur, men so var eisini alt.

Vit munnu øll minnast tíðina í Hoydølum, serliga fríkorterini, og tá vit gjørdu Vitan, í Klubbadansi, klikuna úti í Rebæk Søpark, øll vit, sum høvdu okkara gongd í Føroyahúsinum í Store Kongensgade, úti í Lallarock, til 1. mai dagshaldini í Fælledparkini og ikki at gloyma inni á Skarv.

Tað vóru onnur ting, sum høvdu týdning tá – og tá tú ert ung, er so mangt, sum er lívsneyðugt at leggja dent á – um tað var rætt ella skeivt, tað kundi tú seta teg at eftirrationalisera um, tá tú nærkaðist eldri árum. Men Ingunn fekk so ikki tey seinastu árini við – og tað er øgiligt sakn hjá okkum, sum vóru góð við hana.

Lívið tá snúði seg um at kjakast um politiska støðutakan, at fáa so nógv upplivilsi sum til bar, tað veri seg við mótsatta kyninum og ymsum at krydda tilveruna eyka við. Alt var við til at mynda okkum sum persónar – kvinnur, ið tordu at liva eitt sindur øðrvísi, enn kvinnur høvdu gjørt fyrr. Tað hekk við alt lívið, hetta at tora at gera okkurt annað og ikki taka alt fyri givið og gera alt tað sama, sum formøður okkara høvdu gjørt. Andstygdina fyri afturhaldinum og avoldaðum hugsanum, sum setti fólk í avmarkaðar básar, hava vit borið við okkum alt lívið. Vit plagdu at skemta við á Facebook, at vit máttu ikki báðar fara av landinum í senn, tí onnur mátti vera eftir at ansa eftir samfelagnum, so afturhaldið og trúarfanatikarar ikki fingu fult tamarhald á øllum.

Sjálvandi var ikki alt ein dansur á rósum, Ingunn fekk sín part av lívsins beisku royndum, men tað fáa vit helst øll í meiri og minni mun. Men hon hevði stíl, dugdi við fólki, var avhildin av mongum.

Ingunn var mín soul-mate. Hon læt altíð armarnar upp, tá tú hevði brúk fyri tí, og soleiðis fari eg altíð at minnast hana.

Ingunn fekk eina vakra jarðarferð. Inga Poulsen Dam dugdi væl at lýsa fyri okkum, hvør Ingunn var, tað var eg í øllum førum takksom fyri. Langt var at ganga niðan á Follendi at jarða Ingunn, í allari sorgini mátti eg smílast við meg sjálva, tí kenni eg hana rætt, hevði hon hildið tað verið sera skemtiligt, at vit fingu henda langa túrin niðan við henni til seinasta hvíldarstaðin.

Men tá eg fór oman aftur, runnu orðini hjá Rufus Wainwright fram fyri meg:

Then along the bending path away
I smiled in knowing I’d be back one day.

(In The Graveyard)

5 thoughts on “Ingunn in memoriam

  1. Then along the bending path away
    I smiled in knowing I’d be back one day
    – og eg gleði meg at síggja Ingunn aftur🙂
    gummididdan

  2. So vøkur orð Marna. So nógv minnir . Kvøldið var væleydnað eisini takkað verið tær og tíni framúr talu. Eg kenni meg sum eitt eydnuríkt menniskja at ein rósa er nevnd við mínum navni.
    Gyðja

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s